fríggjadagur 25. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 • 25. januar 2008
Vikuskifti
7
undir Varða, høvdu seyð, og enntá
ein hest. Har vóru nógvir grønir
blettir. Tað er nú burturi, nógv
er broytt, og eg haldi, at Havnin
hevur mist tað, sum bygdirnar
framvegis eiga, nakað autentiskt
og serstakt. Og alt meir eg
hugsaði, tess vinarligari gjørdist
tankin. Eg fór ikki at missa meg
sjálva burtur, fyri tað at eg flutti!
- Tað ljóðar kanska sum ein
klisjé, men hesi 4 árini, eg havi
búð her suðuri, havi eg ikki kett
meg eina løtu. Havi ein góðan
verkstað í gamla skúla, eri leiðari
á Ruth Smith savninum, sum
húsast undir somu lon, havi
undirvíst á listabreyt í Vági og í
Sumba tveir vetrar, og havi verið
so heppin at fingið verkætlanina
við Skapandi Spírum latna
upp í hendurnar. Eg havi møtt
nógvum góðum fólki, og sera
stórari vælvild. Eg eri eitt sosialt
menniskja og søki út til fólk,
dámi væl at merkja eftir og
vita hvussu gongur, vera við og
gera mína ávirkan. At luttaka í
bygdalívinum á ymiskan hátt,
gevur góða orku. Og so taki eg
mær løturnar í einsemi at lesa og
skapa. Havi als ongan trupulleika
við at sameina bygdalívið og
málningalistina.
Føroyska listaverðin
ørkymlandi
- Tá eg búði niðri, vitjaði eg
nógvar framsýningar, ferðaðist
til London og París og sá
aktuellar framsýningar. Tað
geri eg enn, og havi eisini
gott samband/samstarv við
gomlu listastarvsfelagirnir í
Keypmannahavn.
- Heimliga listaverðin er lítil
og bólkað, ofta merkt av vina- og
kenningapolitikki, og tí haldi eg,
tað er trupult at vera við. Mær
tykist føroysku listaverðina vera
ørkymlandi, ein rúgva verður sýnt
fram, og alt eitur list, eisini tað,
ið kundi komið undir hugtakið
“líkislist”. Hetta ger tað tvørligt
hjá fólki at skilja, hvat er góð list,
og hvat er kopilist.
- Eg haldi ikki, at føroysk list
er nóg fjølbroytt, síggi alt ov fá
listarfólk skara burturúr við sínum
egna úttrykki. Sjálv havi eg ikki
nógvar framsýningar, ræðist
hópframleiðslu, sum fyri meg ikki
hevur so nógv við list at gera,
listin skal hava tíð at búnast.
- Eg máli allatíðina í tonkunum,
hóast eg havi tíðarbil, har eg
ikki vitji verkstaðið, lesi nógv um
list og brúki alnótina. Tað mest
umráðandi hjá mær er, at tora at
standa við tað, eg geri, og vera
mín egin. Størsta inspiratiónin er
tíðin vit liva í, góðar upplivingar,
undarligar upplivingar, strem-
banin eftir at fylgja við lívinum
og forða strongdini, øll ávirkanin,
sum kemur bóltandi, vit zappa
og sortera allatíðina, dvølja eina
løtu, og síðan víðari.
- Eg kann fanga ein setning
ella eitt fyribrygdi, sum fær
meg at dvølja við eitt tema,
t.d. blómumyndirnar. Og hóast
ótømandi møguleikar, so leiti eg
- Abbi málaði nógv, men
skitsurnar eru tað besta, tær
eru tað sanna og ektaða.
Við skitsuni sleppur tú
ikki at angra, tí er hon so
fantastisk, sigur Aggi. Á
vegginum sæst dansiringurin
í relief, sum eisini er ein av
hennara yndismyndum
Kvinnur í Suðuroy
Manglandi kjak her suðuri um okkara støðu í samfelagnum,
er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks
kvinnur í Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíska pennin
og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men
nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini
møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión
og fráflyting. Kvinnurnar eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna
B. Samuelsen, Annika Næs Johannesen, Agnes Mols
Mortensen, Aggi Ásgeirsdóttir og Kirsten Strøm Bech.
Hetta er fjórði partur.
Anna Mortensen