fríggjadagur 25. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 18 - 25. januar 2008
Høvðusevnið á Ársins
Leiðaradegi á Hotel
Føroyum í dag er
avbjóðingin at fáa og
fasthalda starvsfólk.
Stórar útlendskar
stjørnur eru komnar
at geva føroyskum
leiðarum íblástur,
og afturvendandi
hjá Synergi fær góða
undirtøku
Vinna
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Triðja árið á rað skipar
Synergi fyri Ársins Leiðara
degi, har leiðarar og fólk
við áhuga fyri leiðslu kunnu
dagføra seg innan altjóða
leiðslurák og viðlíkahalda
og skapa leiðslunetverk.
Høvðustemaðið í Hotel
Føroyum í dag er rekrutter
ing, trivnaður og fasthaldan
av starvsfólki. Kappingin
um tey góðu starvsfólkini
er hørð í dag, og tí er týdn
ingarmikið at vita, hvat skal
til fyri at fáa starvsfólk at
trívast. Er tað sirkus, stórar
veitslur,
uttanlandsferðir,
bowling ella tosa vit um
spennandi arbeiðsuppgávur,
góða løn, viðurkenning og
fleksibilitet? Hetta vóru
nakrir av spurningunum,
sum vórðu viðgjørdir í dag.
Kendi leiðsluserfrøðing
urin og bestseller rithøv
undurin John Evan Jones
var komin til Føroya at geva
sítt boð uppá, hvat skal til.
Hin útlendska stjørnan var
HRmennarin og rithøvund
urin, Poul Kristian Mourit
sen, sum hevði fyrilestur
um Blue Ocean Strategy
hugtøkini, har dentur verður
lagdur á ikki at brúka orku
upp á kappingarneytar, men
heldur skapa sær sína egnu
leið út á víða havið, har fá
onnur eru.
Kværulantar og
útlendingar
Eitt av heitu politisku spurn
ingum seinasta árið, um før
oyskar fyritøkur skulu hava
møguleika at fáa útlendska
arbeiðsmegi
ella
flyta
arbeiðspláss út av landinum,
var eisini viðgjørdur á leið
aradegnum, har Meinhard
Jacobsen frá Føroya Fiska
virking, Marita Rasmussen
úr Vinnuhúsinum, Sonja
Jógvansdóttir
umboðandi
Føroya Arbeiðarafelag og
Edvard S. Remberg, stjóri á
menningardeildini hjá for
mula.fo viðgjørdu evni í
sofapráti.
Men leiðarar skulu ikki
bara stríðast við manglandi
starvsfólk. Á flestu arbeiðs
plássum eru sokallað kværu
lantar, starvsfólk, sum bara
grenja og forpesta arbeiðs
mentanina. Í sofaprátinum
um hvat gerast skal við
kværulantin
sótu
Turið
Debes Hentze, advokatur,
Niels Christian Nolsøe, stjó
ri í Elektron og Mads Winth
er, fyrverandi stjóri í Studen
taskúlanum í Hoydølum.
Ársins leiðari
Hæddarpunktið á degnum
var utta iva útnevningin av
ársins leiðara. Hetta hendi
eftir, at dagsins blað fór til
prentingar, so vit hava ikki
vinnaran í blaðnum. Tó kun
nu vit avdúkað, at tríggir
leiðarar vóru um boðið,
Johannes Jensen, stjóri á
Hotel Føroyum, Jóhanna á
Bergi, stjóri á Faroe Ship
og Christian Nagata, stjóri
á Nema og ReproZ. Undan
farnu árini er heiðurin farin
til Andras Róin í 2007,
Marner Jacobsen í 2006 og
Magni Arge í 2005. Tey
árini vóru grundgevingarnar
fyri heiðurin millum annað:
miðvís
førleikamenning,
starvsfólkatrivnaður, nýhug
san, málrættan og nýhugs
an.
Leiðararadagur um starvsfólkatrivnað
Fáa nýggjan fótbóltsvøll
Eiði: Kommunan arbeiðir í løtuni við at leggja ein
nýggjan fótbóltsvøll miðskeiðis í bygdini, skrivari
Norðlýsið. Hesin kemur í staðin fyri tann gamla, sum
liggur munandi óhøgligari fyri, niðri á Møl. Her hava
veður og vindur og atkoma ikki verið av teimum bestu,
men tað vóna tey at gera við tí nýggja vøllinum.
Friðingarnevndin hevur góðkent ætlanina. Annars er Eiði
ein av bygdunum sum eisini hevur ítróttarhøll.
Hotel ØRKIN fær nýggjan stjóra
Reykjavík: 1. apríl skal Hotel Ørkin – Sjómansheimið í Reykjavík hava
nýggjan stjóra fyri Símun Hansen, sum hevur verið í starvinum í umleið tvey
ár. Um arbeiðið verður sagt, at tað er eitt sjálvstøðugt og spennandi
leiðarastarv við avbjóðingum í høvuðsstaðnum í Íslandi, og er eitt
arbeiðspláss í kristnum umhvørvi. Heimið varð tikið í nýtslu í 1991, hevur 20
dupultkømur, matsal og fundarhøli og liggur mitt í býnum. Bæði føroyingar,
íslendingar og aðrir útlendingar vitja heimið, har møtir og onnur tiltøk verða
hildin hvørja viku. Umsóknarfreistin er úti 15. februar.