Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 25. januar 2008 Vikuskifti 6 - Abbi, Sigmund Petersen av Tvøroyri, var listamálari. Eg og systkinabørnini vóru sera hugtikin av honum. Vit sótu heima hjá ommu og honum, fingu nýbakaðir bollar og gjørdu modellervoks, stríddist við at skapað eitthvørt, ið bar brá av eini mús. So kom abbi, tók ein klump, klamsaði nakrar ferðir í lógvunum: “her er ein mús”, og so stóð hann við mest fullkomnu músini, og vit bara stardu at honum. Tað var kanska ikki so øgiliga pedagogiskt, men ikki minst, so gjørdist tað ein gularót hjá mær, at læra tingini til fulnar, og stremba eftir fullkomna úrslitinum, sigur listakvinnan Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir. - Omma var eisini sera krea- tiv, Herborg æt hon, ættað úr Skopun. Hon hevði eina fantast- iska striku, teknaði nógvar kisku- dukkulisur, sum vit nevndu tær, og sum vóru modernaðar á hennara ungu døgum. Dukkulisurnar kundu vera eitt sindur frekar, í neglisjé, og blinkaðu við øðrum eyganum. Omma hevði ongar ambitiónir um at fara listarvegin, hon var høgra hond hjá abba, hjálpti honum við at stoypa relief og málaði eisini fyri hann. Listin var meiri hondverksbaserað og kommerciel, t.d. gjørdi hann ikki ein Tindhólm, men kanska 50. Aggi situr í bleytu sofuni og tosar. Yvir høvdinum á henni er veggurin spekkaður við myndum, fleiri hjá abbanum. Har hongur dansiringurin í relief, ein av yndismyndunum hjá Aggi, og fleiri skitsur. - Skitsurnar eru tað besta hjá honum, havi fleiri perlur hangandi her, skitsan er tað sanna og ektaða, her sleppur tú ikki at angra, tí er hon so fantastisk. Sjálv geri eg ikki skitsur, á sama hátt, hjá mær er umráðandi, at øll verkini eru eitt slag av skitsu, sigur Aggi, sum sjálv eisini valdi sær listina sum útbúgvingarleið. Bygdalív og málningalist Aggi er 41 ára gomul. Hon er útbúgvin á Listaháskúlanum á Fyn, flutti síðan til Keypmanna- havnar, har hon hevði verkstað, saman við øðrum. Og eftir at hon og maðurin Sørin høvdu fingið trý børn, Svannu, sum nú er 10 ár, Tummas, sum er 7 og Markus, sum er 4, fóru tey av álvara at hugsa um at flyta til Føroya. - Vit vildu fegin geva okkara børnum nakað av tí, vit sjálvi eru uppvaksin við. Eg var ikki klár at flyta, og staðfesti tí beinanvegin, at tað verður í øllum førum ikki til Suðuroynna, hagani Sørin er ættaður. Tað skuldi vera Havnin! Men meira eg hugsaði, varð eg greið yvir, at tey 12 árini vit hava verið saman, uttan børn, havi eg verið minst líka nógv í Vági, sum í Havn. - Og tað var í veruleikanum mest Suðuroynna eg setti í samband við tað at flyta heim aftur, tí Havnin, sum eg vaks upp í, var ein stór bygd. Vit búðu uppi Tað ræður um at grípa dagin - Eg livi í núinum, ræðist forútsigiligheit, elski at vakna um morgunin, og ikki vita, hvat dagurin hevur at bjóða. Hetta er eisini galdandi fyri listina, alt má ikki gerast so forútsigiligt og setast í bás. Vit listarfólk skulu kunna yvirraska, helst allatíðina, og taka pulsin á tíðini vit liva í, sigur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, sum flutti av Nørrebrúgv til Vágs at búgva fyri fýra árum síðan Samrøða Anna Mortensen - Størsta inspiratiónin er tíðin vit liva í, góðar upplivingar, undarligar upplivingar, strembanin eftir at fylgja við lívinum og forða strongdini, øll ávirkanin, sum kemur bóltandi, vit zappa og sortera allatíðina, dvølja eina løtu, og síðan víðari, sigur Aggi, sum her stendur við tveimum av myndunum hjá sær