fríggjadagur 25. januar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 18 - 25. januar 2008
Nýggjan skúlastjóra
Strendur: Í lýsing í bløðunum lýsir Mentamálaráðið við at
starvið sum skúlastjóri við Stranda skúla er leyst at søkja
frá 1. mars í ár. Høvuðsuppgávan hjá nýggja stjóranum
verður at standa á odda fyri eini framhaldandi menning á
námsfrøðiliga og fyrisitingarliga økinum. Hann skal eisini
seta í verk eina menningarætlan fyri skúlan og seta í verk
ítøkiligar broytingar samsvarandi visjónini hjá Mentamála
ráðnum. Í Stranda skúla eru um 200 næmingar í 1. til 10.
flokk. 22 lærarar starvast við skúlan.
Ársins fyrstuhjálpari finnast
Reyði Krossur: Felagsskapurin sóknast nú eftir uppskotum til, hvør skal
tilnevnast heitið sum ársins fyrstuhjálpari í 2007. Tann, sum verður settur
í uppskot, skal í farna ári á ein serligan hátt hava givið kropsliga ella sálar
liga fyrstuhjálp, og á tann hátt virka sum ein fyrimynd hjá øðrum. Enda
málið er ikki bert at tilnevna Ársins fyrstuhjálpara. Endamálið er somu
leiðis at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, soleiðis at fleiri mannalív
kunnu verða bjargað, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi. Bæði
einstaklingar, feløg, løgregla og aðrir stovnar kunnu senda inn uppskot,
og eiga hesi at vera Reyða Krossi í hendi í seinasta lagi tann 31. januar.
Í samgongusamráðing
unum í Løgtingshús
inum í hesum døgum,
eru ongar ætlanir um
at avtaka skattalættan
í ár, hóast fakfeløg
mótmæla
Skattalættin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Teir tríggir flokkarnir, sum
nú samráðast um at skipa
nýggja samgongu, hava
ongar ætlanir um at avtaka
skattalættan fyri í ár.
Tað skilst á teimum polit
ikarum, vit hava tosað við.
Vit fingu ikki orðið á sam
gonguleiðaran,
Jóannes
Eidesgaard, løgmann, men
Hans Pauli Strøm, landsstýr
ismaður í almanna og heilsu
málum, sigur, at ivingarsamt
um tað ber til at røra ein
skattalætta, sum er komin í
gildi og tað hevur heldur ikki
verið í valskránni hjá Javnað
arflokkinum at strika ein
skattalætta við afturvirkandi
kraft og sum langt síðani er
samtyktur.
Kortini leggur hann stór
an dent á, at Javnaðarflokk
urin góðtekur undir ongum
umstøðum, at fleiri nýggir
skattalættar verða lætnir í
hesum valskeiðnum, tí pen
ingurin skal brúkast til væl
ferðartænastur.
Skattalættin fyri í ár er
ikki nýggjur, tí hann varð
samtyktur longu í 2006.
Jørgen Niclasen, formað
ur
fólkafloksins,
hevur
samstundis gjørt púra greitt,
at tað kemur ikki upp á tal
at hækka skattin í hesum
valskeiðnum.
Magni Laksáfoss, lands
stýrismaður í fíggjarmálum,
hevur bara eina viðmerking
og hon er, at í samgongu
samráðingunum
higartil,
eru tey als ikki komin til at
tosa um skattalætta.
Hinvegin kann viðmerkj
ast, at tá ið hann tók við sum
landsstýrismaður í fíggjarmál
um í fjør summar, varð hann
ímóti skattalættanum og tá ið
samgongan legði uppskot um
fíggjarlóg fyri 2008 fram, var
skattalættin fyri í ár munandi
skerdur afturímóti uppruna
liga ætlanini, sum varð sam
tykt nakað eftir, at hendan
samgongan tók við.
Men so varð løgtingsval
útskrivað og harvið datt
skerjingin burtur og sostatt
er tað upprunaliga skattalætt
in, sum er í gildið og tað er
hesum,
fakfeløgini
mót
mæla.
Ólógligt og tvørligt
Sakførarar, vit hava tosað
við, staðfesta, at tað er ólóg
ligt at broyta ein skattalætta,
sum er komin í gildið.
Stýrisskipanarlógin bein
leiðis forðar fyri at lóggeva
við afturvirkandi kraft og
skattalættin kom í gildi 1. jan
uar, sigur Eyðfinnur Jacob
sen.
Tað er bara loyvt at lóg
geva við afturvirkandi kraft,
tá ið tað er til fyrimuns fyri
borgaran og at hækka skatt
in kann valla sigast at vera
til fyrimuns fyri borgaran.
Hinvegin er tað onki, ið
forðar Løgtinginum í broyta
skattalógina aftur mitt í ein
um ári og sostatt ber væl til
at leggja uppskot fyri løg
tingið, sum avtekur skatta
lættan frá 1. mars, fyri at
nevna eitt dømi.
Men tekniskt er tað tor
ført og skapar stórar, umsit
ingarligar trupulleikar, sig
ur Sofus Johannesen á Tolli
og skatti.
Hann sigur, at í grundregl
uni fylgir skattaárið álma
nakkaárinum og skal skatt
urin broytast mitt í einum
ári, skulu tvær uppgerðir –
ella í veruleikanum tvey
skattaár gerast, og tað elvir
til stórar trupulleikar.
Aftur í ár er ætlanin,
at lata ein skattalætta,
men tað verða tey
vælbjargaðu, sum
fáa tann størsta
skattalættan meðan
verkafólkið fær lítið
og onki og tað átala
arbeiðarafeløgini
Skattalætti
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Aftur í ár er ætlanin at lata
tey vælbjargaðu fáa ein stór
an skattalætta.
Hinvegin er ikki ætlanin
at verkafólk og onnur lág
lønt skulu hava nakran ser
ligan skattalætta.
Arbeiðarafeløgini halda,
at skattalættin er so órætt
vísur, at tey átala politisku
avgerðina og heita á politik
ararnar um at strika ætlaða
skattalættan fyri í ár.
Vit hava spurt Hans Joen
sen,
formann
í
Havnar
Arbeiðsmannafelag, hvørjar
vónir hann setir til tað nýggju
samgonguna, sum skal skip
ast eftir løgtingsvalið leygar
dagin.
Hann sigur, at hann vón
ar, at tað nýggja samgongan
fer at strika ætlaða skatta
lættan fyri í ár, tí hann er so
órættvísur, at hann er mest
fyri tey vælbjargaðu.
Seinastu tíðina er kikar
in settur á tey bleytu virðini
og tað hevði kanska verið
rættari at brúkt skattalættan
til at fíggja vælferðartænast
ur við, sigur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafelag.
Eisini Samtak, sum er sam
skipanin ímillum Havnar
Arbeiðsmannafelag, Føroya
Arbeiðarafelag
og
Fiski
mannafelagið, hevur beinleið
is heitt á politikararnar um at
strika skattalættan í ár.
Stuðla føroyingum
Eitt annað mál, sum hevur
verið nógv umrøtt, er trotið
á arbeiðsmegi og har hevur
politiski myndugleikin start
seg blindan upp á eina ein
astu loysn og tað er at fáa
útlendska
arbeiðsmegi
hendavegin.
Samstundis vita vit, at
tað er ein rættiligur hópur av
føroyskum
handverkarum
uttanlands og arbeiðir og tað
tykist eitt sindur øvugt, at
vit so skulu fáa útlendingar
higar í staðin – sum haraftur
at skulu hava trygd fyri full
ari arbeiðsviku, samstundis
sum føroyingar onga trygd
hava fyri einum tí einasta
tíma. Sostatt eru tað kreftir
sum vilja hava, at útlendsk
arbeiðsmegi skal hava størri
rættindi í Føroyum enn okk
ara egna arbeiðsmegi.
Hans Joensen heldur hin
vegin, at politiski myndug
leikin
kundi
umhugsa,
hvussu føroyingarnir, sum
arbeiða uttanlands, kunnu
stuðlast at koma heimaftur
at arbeiða.
Undir øllum umstøðum
er tað ein avgjørd fortreyt
fyri at fáa útlendingar henda
vegin at arbeiða, at tað er
undir
heilt
nágreiniliga
skipaðum viðurskiftum.
Hann heldur eisini, at
virkisleiðslur kundi umhugsa
at skipa fyri, so at skúlaung
dómur í størri mun slapp at
arbeiða eftir skúlatíð.
Aftur í ár fáa teir føroyingar, sum hava góða løn, ein stóran skattalætta ímeðan tey límaløntu fáa
nakrar fáar krónur
Tey vælbjargaðu
fáa enn meiri
í skattalætta
Ongar ætlanir at avtaka skattalættan
Skattalættin 2008
Soleiðis verður skattalættin í ár býttur ímillum teir
ymsu lønarbólkarnar. Tað sæst týðiliga, at tað eru tær
høgu inntøkurnar, sum eisini fáa nógv mest í skattalætta
ímeðan tey lágløntu fáa nakrar hundraðkrónuseðlar í
skattalætta í alt ár.
Fakfeløg halda, at skattalættin er so órættvísur, at tey
átala politisku avgerðina
Ársinntøka
Skattalætti í 2008
120.000 kr.
240 kr.
180.000 kr.
680 kr.
200.000 kr.
690 kr.
230.000 kr.
765 kr.
500.000 kr.
6.240 kr.
1.000.000 kr.
7.490 kr.