Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 18 • 25. januar 2008 Brasilska meistaraheitið, lokala Rio-meistaraheitið, og Copa Libertadores, suðuramerikanska meistaraheitið fyri felagslið. Men í 1982 hungraði tann 20 ára gamli Dido eftir meiri spælitíð, og tí skifti hann til felagið America. America var eitt minni felag, sum var eitt miðalgott lið í bestu brasilsku deildini. Eftir eitt tørn við America or Dido at leika við Santos. Tað eydnaðist honum at verða við til at vinna Sao Paolo- meistaraheitið. Í Brasilia hava deilríkis-meistaraheitini eisini ovurstóran týdning. Dido hevur eina sprenfulla scrap-bók við avísklippum frá brasilskum bløðum. Dido var við til at spæla brasilska OL-landsliðið til OL-endaspælið í 1984. Men so blivu reglugerðirnar broyttar viðv. profesjonelum leikarum, og hann slapp ikki at umboða sítt land til OL-leikirnar í Los Angeles. Til Ísraels Men í 1985 yvirraskaði hann alt og øll. Hann valdi at fara til Ísraels at leika við høvuðs- staðarliðnum Beitar Jerusalem. Dido gjørdist søga í Ìsrael. Hann gjørdist nevnliga fyrsti útlendski leikarin í ísraelsku fótbóltsliguni. Fólk í Brasilia skiltu ikki hví hann fór til Ísraels, og ikki strembaði eftir at sleppa til lið, sum Valencia ella Sevilla. Men Dido hevur í lívinum ikki valt at fara har, sum teir flestu pengarnir eru. - Eg fari til nýggj og ókend støð, har sum eg kann sáa nakað, og seinni í lívinum síggja, at eitt vakurt træ er vaksið fram, av tí sum eg sáddi, sigur hann. Høvuðsorsøkin til, at Dido fór til Ísraels, er at Dido las væl kendu skaldsøguna hjá Leon Uris: “Exodus”. “Eg eri ikki nakar religiøsur persónur. Eg fekk onga religiøsa uppaling, vit vóru ikki doypt sum katolikkar. Men eg havi stóra og djúpa virðing fyri øllum tí, sum er bygt upp í Ísrael. Tað gekk væl í Ìsrael. Dido gjørdist ísraelskur meistari við Beitar í 1986 og í 1988. Í 1986 vunnu teir eisini steypa- kappingina. Teir leiktu ímóti Brøndby í Evropa Cup-kappingini. Teir fingu javnleik heima, men gjørdist ov stuttir í útidystinum. Hjálparvenjari Kappingarárið 1989-1990 var Dido heima aftur í Brasilia og leikti við Americano. Ì 1990 gekk leiðin aftur til Ísraels. Hesuferð fór hann at leika við einum minni felagi, sum eitur Maccabi Holon. Men her fekk Dido høvi at gerast hjálparvenjari. Maccabi Holon var eitt miðalgott lið í liguni. Dido fekk høvið at slóða fyri yrkisleið sínari, sum fótbóltsvenjari. Hann fór til ymisk seminar og venjaraskeið. Hann setti sær eisini fyri at læra at fara væl um útlendskar leikarar. - Eg var, uttan at reypa, ein tekniskur bóltsnillingur. Men alt ov ofta upplivdi eg, at venjarar hjá mótstøðuliðunum róptu: “Brót beinini hjá honum” ella “Lat hann ikki sleppa at spæla”. Tíbetur hevur FIFA lært at sláa harðari niður á slíkar ónollir. Dido leggur dent á, at hann kláraði at fylgja við hinum leikarunum á tí likamliga støðinum. Men sum blaðungur leikari fekk hann vitamins-inn- spræningar frá felagslækna- num. Sjálvur hevur hann tvær platinplátur í knænum. Hann hevur havt nakrar stórar krossbands-skurðviðgerðir. Men hann fegnast um, at dómarnir sláa hart niður á tað harða spælið í dag. Hann viðgongur, at summi ting eru betri við fótbóltinum í dag. Men hann heldur kortini, at fótbólturin var vakrari í 1970- unum og 1980-unum. Til Hollands og Vietnam Aftan á at hava tænt fyri seg í Ísrael fór Dido heim til Brasilia fyri at fáa eina certifikeraða venjaraútbúgving. Í 1996-97 arbeiddi hann hart fyri at fáa til vega hesa venjaraútbúgvingina. Í 1997 bleiv hann settur í starv hjá einum liði í triðjubestu hollendsku deildini, sum nevnist Ameide. Dido starvaðist í Hollandi til november í 1999, tá hann var settur í starv, sum landsliðsvenjari hjá Vietnam. Sum vietnamesiskur lands- liðsvenjari brúkti hann nógva tíð uppá tað mentala. Frá øðrum útlendskum landsliðsvenjarum høvdu leikarnir fingið at vita, at teir vóru ikki betur enn eitt vist, og at teir tí bara skuldu leggja seg aftur at verja. Dido fekk vietnamesiska lands- liðið at leypa á. Hann fekk lært teir, at “Álop er besta verjan”. Og væl gekst í undankappingini til HM. Í innleiðandi bólkinum vóru teir bert aftanfyri Saudi Arabia, og gjørdust akkurát ov stuttir at taka seg víðari til endabólkin. Í 2001 var hann við Vietnam til eina fótbóltskapping í París, sum tað eydnaðist teimum at vinna. Teir vunnu 1-0 á fronsku meistarunum Lens í finaluni. Í 2001 fór Dido at venja eitt hollendskt lið, sum eitur Marsa. Emiratini Í 2002 gekk leiðin til Sameindu Arabisku Emiratini. Henda tíðin gjørdist eitt vónbrot fyri Dido. Ríkir eigarar, sum blandaðu seg uppí venjingina og liðupp- stillingina, og spiltir leikarar, sum áttu hvør sín Ferrari, gjørdist ovboðið fyri Dido. - Onkuntíð upplivdi eg, at bara 4 leikarar møttu til venjingar. Og teir vóru allir útlendingar. Pengarnir vóru nógvir, men teir freistaðu ikki Dido at halda áfram við starvinum. Eftir hetta tók Dido eitt tørn, sum landsliðsvenjari hjá Taiwan, og eftir tað vandi hann kinverska liðið Taichong. Nú ræður um GÍ/LÍF Dido hevur verið víða um. Hann hevur vitjað í 96 londum. Og vitjaði í Føroyum seinast í 1980-unum, aftaná ein dyst ímóti Brøndby. Hann hevur lært at tosa bæði spanskt, hebraiiskt, hollendskt og enskt. Haraftrat dugir hann nakað av vietnamesiskum og kinesiskum. Og fær hann sín vilja kemur nýggja felagsliðið í Eysturoynni at røkka langt. Og kanska eisini víða? gin grillveitsla - Eg fari til nýggj og ókend støð, har sum eg kann sáa nakað, og seinni í lívinum síggja, at eitt vakurt træ er vaksið fram, av tí sum eg sáddi, sigur Dido, brasilskur fótbóltvenjari í Gøtu Mynd. Høgni Thomsen Dido var kommunistur Tá Dido var blaðungur hevði Brasilia eitt hermannastýrið. Hann gjørdist kommunistur, og saman við 4 vinmonnum skrivaði hann graffitti-herróp. Teir blivu handtiknir av løgregluni. Tá møtti ein av leiðarunum hjá Santos upp á løgreglustøðini, og bað hann velja ímillum politikkin og fótbóltin. Dido valdi fótbóltin, men syrgdi fyri, at teir 4 vinmennirnir eisini blivu lætnir leysir. Nøkur ár seinni vóru tveir av hesum vinmonnunum dripnir fyri sína søk.