mánadagur 28. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2008
13
Politisk analysa
Kári Mikkelsen
redaktiónsleiðari
Tekning: Óli Petersen
Tað kom ivaleyst sum ein hvøkkur á
mong, at Jóannes Eidesgaard
blakaði bæði Fólkaflokkin og
Sambandsflokkin á dyr fríggja
dagin. Men við at hugsa eitt sindur
nærri um hetta, var tað als ikki so
óvæntað. Orsøkin er einfaldari, enn
nógv geva sær far um. Hóast
Javnaðarflokkurin varð sligin á
nevið av veljarunum 19. januar, og
fyri fyrstu ferð í mong ár bara er
fjórðstørsti flokkur á løgtingi, so
stendur løgmaður betri enn nakar
annar til at halda fram í landsins
hægsta embæti. Orsøkin er einføld:
Jóannes Eidesgaard hevur ongan
kappingarneyta. Á pappírinum eru
alternativ, men í veruleikanum er als
ikki talan um nøkur alternativ.
Bert fá duga at ímynda sær
Jørgen Niclasen og Kaj Leo
Johannesen sum avloysara fyri
Jóannes Eidesgaard í Tinganesi.
Hetta vísa bæði veljarakanningar og
úrslitið av sjálvum valinum. Ikki
eingong teirra egnu veljarar hava
nóg stórt álit á sínum floksformonn
um; tí annars høvdu teir atkvøtt
hesar í løgtingið við størri undir
tøku. Bæði Niclasen og Johannesen
vóru ruddiliga settir til viks av
ávikavist Vestergaard og Laksáfoss.
Topskorararnir eru heldur ikki
nøkur alternativ. Jacob Vestergaard
hevði møguliga verið tað, um ikki
málið við skiparunum á Smyrli enn
var so nýtt. Og kortini ikki, tí sum
floksformaður hevði Jørgen
Niclasen als ikki góðtikið at verðið
skúgvaður til viks av suðuroyar
tingmanninum. Hetta hevur Jørgen
sjálvur verið inni á. Møguliga hevði
Kaj Leo góðtikið Magna Laksáfoss
sum løgmansevni, men tað høvdu
hinir flokkarnir ikki. Frá fyrsta degi
í landsstýrinum gjørdi Laksáfoss
seg sera illa umtóktan við at seta
spurnartekin við fíggjarpolitikkin
hjá samgonguni. Við mótstøðu síni
móti skattalætta, sjómannafrádrátti
og íløguni í ein Sandoyartunnil
brendi hann allar brýr upp á fáar
vikur. Óbeinleiðis var hetta orsøkin
til samgonguskilsmissuna í novem
ber og tískil valúskriving 14 dagar
áðrenn ætlað.
Heldur ikki í aðrar mátar, er
Laksáfoss nakað alternativ sum
løgmaður, tí hann er alt ov grønur í
politikki. Fáur man ivast í hansara
fakliga førleika, men politiskt
handverk og snildi er ikki hansara
sterka síða. Í hvussu er ikki enn.
Tveir aðrir í Sambandsflokkinum
hava løgmansambitiónir; Edmund
Joensen og Jóhan Dahl, men hvørg
in teirra hevur nakran møguleika.
Fyrrnevndi hevur royndir, men
stevið undir honum í Tinganesi var
ikki nógv at reypa av. Ikki fyrr enn
hann gjørdist løgtingsformaður,
traðkaði hann veruliga í karakter.
Jóhan Dahl hevur heldur ikki
nakran møguleika, tí skal Sambands
flokkurin aftur í Tinganes, so gerst
tað valla uttan við luttøku av Javn
aðarflokkinum. Og Jóhan Dahl
kemur ikki aftur í Tinganes, so
leingi formaðurin eitur Jóannes
Eidesgaard, tí hesin gav honum dura
fjørðingin sum fiskimálaráðharra
eftir bert 20 døgum. Orsøkin var, at
ivi varð sáddur um trúvirðið hjá
núverandi næstformanninum í
Sambandsflokkinum.
Fara vit til andstøðuna, so er
heldur onki alternativ. Einasti, ið
kundi komið upp á tal, er Høgni
Hoydal. Saman við Jóannesi Eides
gaard var hann einasti floksformað
ur, ið fekk flest atkvøður í egnum
flokki. Men líka so væl, sum Høgni
sjálvur er greiður yvir tað, so veit
Eidesgaard eisini, at Høgni ikki fer
eftir løgmannsessinum. Gott nokk
er hann sera vælumtøktur millum
egnar veljarar, men sum løgmanns
evni hevur hann absolutt onga undir
tøku í hinum flokkunum. Fakliga er
hann dugnaligur, eins og Laksáfoss,
men hevur tann fyrimun, at hann
bæði kennir og dugir tað politiska
spælið til fingraspíssarnar ígjøgnum
10 ára royndir í politikki. Men sum
løgmansevni er hann ikki aktuellur.
Summa sumarum: Jóannes
Eidesgaard man ongantíð hava kent
seg so tryggan sum nú á løgmans
postinum. Millum annað av hesi
orsøk hevur hann tikið tað so róligt
við samráðingunum við hinar báðar
flokkarnar. Hann skuldi bara hava
eina umbering fyri at stinga í sekk
in, og hon kom við kravinum frá
Sambandsflokkinum um ein búskap
ar ella vælferðargrunn. Eitt krav, ið
helst koma væl við hjá løgmanni og
gav honum møguleikan at reisa seg
frá samráðingarborðinum.
Ein onnur orsøk til at hann ikki
tordi at gera tað beinanvegin, er, at
innanhýsis í Javnaðarflokkinum eru
nógvir innetnir tjóðveldishatarar. Tí
var tað ein stórur fyrimunur, at helst
tann allarstørsti av teimum, Hendrik
Old, ikki stillaði uppaftur. Ongin ivi
er um, at tað hevur hevur gjørt frígg
ingina til Tjóðveldi munandi lættari.
Hóast onkur mutaði ímóti, tá bak
landið savnaðist til floksfund í Losj
uni á Tinghúsvegnum leygardagin,
var ongin verulig mótstøða at síggja.
Fundurin var ikki almennur, og tí
kundi Eidesgaard tosa rímuliga frítt
úr posanum. Tað frættist, at hann
samanbar verandi samgongu við eitt
vánaligt hjúnarband, meðan fundur
in við Tjóðveldi og Miðflokkin
upplivdist sum eitt samfelagsmøti.
Hvussu íðin møtigangari møtigang
ari, løgmaður er, man vera ivasamt.
Kanska var hetta bert ein argandi
viðmerking til Miðflokkin, men
ongin ivi er um, at løgmaður meinti
nakað við eina slíka samanbering.
Aftan á tað, sum hendi fríggja
dagin, har Eidesgaard sleit samráð
ingarnar við Fólkaflokkin og Sam
bandsflokkin, er lætt at síggja, at
hann ongantíð veruliga meinti
nakað við tær, ti í bakhøvdinum
liggur óttin fyri, at Javnaðarflokk
urin verður skotin í senk á næsta
vali, um hann heldur fram við
marionettleiklutinum í Tinganesi
undir Fólkaflokkinum fýra ár
afturat. Og síggja vit burtur frá
fullveldisspurninginum liggur
flokkurin hjá løgmanni munandi
tættari Tjóðveldinum enn Fólka
flokkinum, og helst eisini Sambands
flokkinum. Og tá Høgni Hoydal
longu hevur lovað løgmanni, at
fullveldisspurningurin ikki skal
koma at standa í vegin fyri
samstarvinum, ja, so kemur Jóannes
Eidesgaard ivaleyst at standa mun
andi sterkari sum samgonguleiðari,
enn hann hevur gjørt í verandi
samgongu og ikki minst við at halda
fram í henni.
Høgni Hoydal er sjálvandi full
greiður yvir, at fullveldisspurning
urin skal viðgerast við størsta var
semi, tí sum nú er og helst fleiri ár
framyvir, er ikki meiriluti millum
Føroya fólk fyri fullveldi. Annars
hevði Tjóðveldi fingið uppaftur
størri undirtøku á valinum.
Sostatt skal nógv henda, ja ótrú
liga nógv, um ikki hesir tríggir
nýforlovaðu flokkarnir eru at finna
saman í samgonguni, tá tingið
kemur saman leygardagin at vejla
nevndir.
Spurningurin er so, hvat við
Sjálvstýrisflokkinum? Verður hann
við í eini komandi samgongu?
Okkurt kundi bent á hetta, tí løg
maðuri hevur boðið Kára P. Høj
gaard, floksformanni, á fund í dag.
Ein forðing fyri, at Sjálvstýris
flokkurin kann sleppa upp í part,
kann vera, at nýggi atkvøðuslúkurin
hjá Javnaðarflokkinum, Gerhard
Lognberg, niðurleggur veto, tí
Sjálvstýrisflokkurin sum einasti
flokkur førdi valstríð ímóti Sand
oyartunlinum. Og fyri Gerhard
Lognberg hevur onki mál hægri
raðfesting enn hesin tunnilin. Hann
hevur longu boðað frá, at hann
krevur at fáa tunnilin beinleiðis í
samgonguskjalið. Lognberg kann
sostatt gerast akilleshælurin hjá
nýggju samgonguni, um tað bert
vera tríggir flokkar, tí hann so
verður 17. maðurin. Hann fer heldur
ikki at fýra fyri at seta samgonguna
upp á spæl, um hon ikki makkar
rætt og setir nóg stóra fígging av til
Sandoyartunnilin. Spurningurin er
so, um Eidesgaard og Hoydal tora
eina so smala samgonu, har Gerhard
Lognberg er tungan á vágskálini?
Hinvegin er tað ongantíð hent, at
ein heilur flokkur hevur verið til
avlops í eini samgongu ella telir
yvir 17. tingmannin.
Eisini Heini O. Heinesen úr
Tjóðveldi hevur gjørt púra greitt, at
hann er ímóti eini tilfeingisbúð við
fiskidøgum, sum bæði Tjóðveldi og
Javnaðarflokkurin í valstríðnum
hava sagt seg vilja arbeiða fyri.
Onkur vil kanska spyrja; hvat við
Miðflokkinum, sum er so ósamdur
við Tjóðveldi um teir etisku og
moralsku spurningarnar? Til hetta er
bara at siga; at 266 B er samtykt, og
at tíðin langt frá er búgvin til at
koma við einum uppskoti um skrá
sett parlag. Hesum fara tjóðveldis
tingfólk at halda seg langt frá at gera
í komandi valskeiði, tí tey vita, at
hetta fer at merkja tann vissa deyðan
fyri samgonguna. Við øðrum orðum
er ongin stórvegis ósemja millum
hesar báðar flokkarnar.
Og so skilir man væl, at Hoydal
og restin av manningini í Tjóðveldi
hava sæð so rólig út á Gamla
Apoteki, har tey í frið og náðum
hava fyrreikað seg við krøvum og
ynskjum til eina nýggja samgongu.
Alt meðan samgonguflokkarnir
hava tikið sær av løttum og »bert«
arbeitt átta tímars dag. Fyrst á
Gamla Apoteki og síðani upp í
Løgtingshúsinum. Løgmaður hevur
rætt og slætt ikki trúð uppá – ella
rættari – ikki ynskt eina nýggja
samgongu millum somu flokkar.
Eitt annað tekin um at løgmaður
hesaferð meinar tað í álvara, er, at
hann eftir slitið við Fólkaflokkin og
Sambandsflokkin boðaði frá, at tal
an helst fór at vera um langar dagar,
kvøld og kanska nætur at samráðast
í. Hvør skal siga? Higartil hava vit
tikið okkum av løttum; nú fer tað
veruliga arbeiðið í gongd.
Ein fluga á vegginum valkvøldið
í Norðurlandahúsinum, eftir at val
úrslitið var greitt, sjónvarpstólini
sløkt og salurin næstan tómur, hevur
helst hoyrt eina sera týdningarmikla
samtalu millum Høgna Hoydal og
Jóannes Eidesgaard handan bláa
palltjaldið hjá Kringvarpinum. Har
stóðu teir báðir og tutlaðu sínamill
um í eina góða løtu, og ongin var
um, hvat tann samtalan snúði seg
um. Eitt komandi samgongusam
starv millum teir báðar, sjálvandi.
Ein partur av samtaluni er
ivaleyst farin fram nøkunlunda
soleiðis:
»Jóannes, nú hava vit ein fantast
iskan møguleika at sleppa av við
Fólkaflokkin, sum hvørgin okkara
higartil er komin uttan um. Lat
okkum finna saman. Tú heldur ikki
til fýra ár longri undir teimum, tað
veitst tú væl. Tí mást tú koma
saman við okkum.«
»Jamen, Høgni góði, je er noydd
ur at geva teimum ein møguleika.
Vit eru jú framvegis í samgongu
saman. Tí má je fyrst tosa við teir.«
»Ja, ja, ger tað, Jóannes, men lova
mær, at tú so kemur til okkum.«
»Tað er í lagi, Høgni, men minst
til...tað verður onki fullveldi saman
við mær og Javnaðarflokkinum.«
»Nei, tað veit eg væl, Jóannes.
Men vit eru samdir um so mong
onnur tung og grundleggjandi mál,
ið vit báðir vita, ikki fer at bera til
at fáa ígjøgnum saman við
Fólkaflokkinum.«
»Ja, tað veit je, Høgni, ogur
hoyrast.«
Sum áður nevnt er høvuðsorsøkin
til, at Høgni og hansara fylgi hava
sæð so avslappaði út og ikki hava
lagt seg syndarliga út í, hvat er farið
fram millum verandi samgongu
flokkar. Tey hava alla tíðina trúð
uppá, at løgmaður fór at venda sær
til teirra. Tað gjørdi hann fríggja
dagin, og munurin á samráðing
unum teir fyrstu seks dagarnar og
hesum, er, at hesaferð meinar
Jóannes Eidesgaard tað í álvara.
Og sæð í ljósinum av, at Høgni og
Tjóðveldi fáa meiri enn torført við
at halda dampinum uppi eitt heilt
valskeið afturat í andstøðu, er tað
næstan so víst sum amen í kirkjuni,
at samgonguskjal spyrst burtur úr
millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi,
Miðflokkin og kanska eisini Sjálv
stýrisflokkin. Men sum áður nevnt,
er hetta við Sjálvstýrisflokkinum
sera ivasamt, tí tað ongantíð fyrr er
hent í føroyskum politikk, at ein
heilur flokkur er til avlops. Ein sam
gonga við 17 tinglimum hevur teir
fyrimunir, at hon leggur sera stórt
trýst á allar samgongulimir um ikki
at koyra fríspæl, tí tað kann seta
lívið hjá samgonguni upp á spæl
hvørja ferð.
Kortini er spurningurin, hvussu
gott arbeiðslagið verður í eini møgu
ligari samgongu millum hesar flokk
arnar. Útsagnirnar hjá Gerhardi Logn
berg og Heina O. Heinesen kundu
týtt uppá, at tað ikki altíð verður so
lætt at stýra millum skerini.
Tí Høgni og Jenis, og ikki Jørgen og Kaj Leo