mánadagur 28. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 19 - 28. januar 2008
Kistan við Niels Bro
gård fer úr kapellinum
á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin klokkan 17.
Jarðarferðin
verður
mánadagin klokkan 14
úr Vestmanna kirkju.
Sungið verður sálma
bókini
Oliver Hansen Vest
manna andaðist 24. jan
uar í heiminum, 46 ára
gamal.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
Í Sandvíkar bygd hann vaks til mans,
Vinurin hann vit í dag munnu minnast
Altíð so var tað stavnhaldið hans:
Millum teir fremstu støðugt at finnast
Á Tvøroyri hann í realskúlan fór
At nema tað besta, tey kundu hann læra.
Men tá kendist verðin alt ov stór,
So best var fyrst til skips at fara.
Tí hann hevur eisini verið við slupp,
og sum rættur maður við vaðbeini staðið.
Tó tíðliga mundi hann leggjast upp,
Vildi heldur fáast við almannafæið.
Á Gjaldstovuna norð hann mundi fara,
har landsins ognir og skuld at hagreiða.
Har mundi hann eisini tað kynstrið læra,
Bæði tollarar og syndarar at avgreiða.
Til Keypmannahavnar brátt leiðin gekk,
Tó fyrst á Købmandshvile eitt skeið at fáa.
Síðani tú tann mikla lærdóm fekk,
Tey virki og stovnar rætt at grannskoða.
Hjá Aage Dahl tit fingu tykkum búð,
Og har mundu støðugt ætt og vinfólk finnast.
Tí inni hjá tær og tíni vøkru frú,
Vit mangar, góðar, ríkar løtur minnast.
Og Ballerupfelagið tit skjótt komu í,
Okkum øllum til alstóra gleði.
Tí aldrin tit firnaðust nakað stríð,
Men skipaðu dans og veitslur so fegið.
Tú sjómannsvísur fyri okkum kvað,
Og Torbjørn harmoniku spældi.
Til Singapor´og Adelaid´ vit fóru av stað,
Og seglini á “Taifununi” vit taldu.
Og bleivst tú ei sjómaður burtur av
Við gyltum snórum og gullknøppum.
Tú hevur tó ført oss um tað kvæðahav
Fylt við vøkrum moyggjum og avrekskøppum.
Á mangari veitslu hava vit Ormin tikið,
Og skotið Harra Hermann fyri bróstið,
Og teir danir og sviar av bunka rikið,
Og funnið Jákup djúpt í einum køsti.
Og vit hava verið við i Runsival
Og barst við risar við høvdum so ljótum.
Men altíð so gekk tað líka væl,
Tí tú - tú hevði dansin undir fótum.
At takka fyri alt, tú okkum hevur givið,
Tað megna vit ei av sonnum.
Tí her hevði als eingin dansur blivið
Hevði tú ikki lagt lag á hjá monnum.
Nú ert tú ei longur blant oss á foldum,
Í himnaskara tú lítur teg í kring.
Og hóast eingin treður dansin undir moldum,
Vit vænta tó, at tú skjótt slær ein ring.
Og har mannst tú hitta teir kappar reystu
Ja, Viljormur Kornus og Gudbrand við.
Í himnasali nú kvøða teir treystu
Og einglarnir dansa lið um lið.
Føroyskt Felag í Ballerup
Tórálvi Stenberg
til áminnis
Tøkk
Takkað verður øllum tykkum, sum gleddu
meg og gjørdu 90 ára dagin hugnaligan og
minnisríkan.
Hilma
Dagurin
Valerius. Var síðst í 3. øld biskupur í Trier í Týsk
landi.
Mynd frá ”realskúlaframsýningini 1916-
66” sum Jórunn Dánjalsdóttir skipaði fyri í
Kommunuskúlanum í Havn í summar. Her er
ein mynd av 2. millumskúlaflokki í 1925
Aftasta rað f.v.: Olaf Magnussen (Saksun), Jens Pauli í Dali,
Heini Johansen (á Trøðni), Hendrik Jacobsen (hjá Mikk í
Dávastovu), Óli Elingsgaard (Egilstrøð) (Eiði) og Adler Olsen
(hjá Onnu Sam)
Miðraðið f.v.: Kári Evensen, Niclas Andreasen, Theodor við
Keldu, Erling Skarðhamar, Alif ?, Janus Kamban og Sigmund
Hoydal
Fremsta rað f.v.: Gunnar Isholm, Johan Mortensen, Svend
Skarðhamar, Eliesar Johansen (Illeba), Jørgensen, lærari (hann
var dani), ókendur, Ludvig Mohr, Viggo Andreasen og Jacob
Højgaard, Toftir (bleiv seinni kommunulækni í Havn)
Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi
vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon:
226024.
Myndaeigari: Fornminnissavnið
Millumskúlaflokkur í 1925
nýggjur lýsingarmiðil
Tel 34 18 00 s-lysingar@sosialurin.fo