mánadagur 28. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2008
- Tað er løgið og
óheppið og at
Gerhard Lognberg
setir krøv fram í
fjølmiðlunum, áðrenn
samráðingarnar um
nýggja samgongu
yvirhøvur eru
byrjaðar
Samgongu
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var skeivt av Gerhardi
Lognberg, løgtingsmanni,
at seta fram eitt ófrávíkiligt
krav til eina nýggja samgon
gu um Sandoyartunnilin.
Tað heldur Jóannes Eides
gaard, løgmaður og samráð
ingarleiðari.
Samráðingar um nýggja
CHE samgongu byrjaðu í
morgun og seinnapartin
skuldi eisini fundur verðar
við Sjálvstýrisflokkin um
at knýta hann upp í samstar
vi, antin sum beinleiðis part
í samgonguni, ella at fáa
hann í valbólk við samgong
una afturfyri at fáa onkrar
nevndarsessir.
Men longu tá ið ABC
samráðingarnar vóru fyri
uppi í Løgtinginum í síðstu
viku,
staðfesti
Gerhard
Lognberg, at skuldi hann
vera við í eini samgongu,
fór hann at seta krøv til, at
Sandoyartunnilin
verður
gjørdur.
Og nú farið verður undir
samráðingarnar um eina
CHE samgongu, endurtekur
hann kravið. Men nú er
kravið munandi styrkt, tí í
hesi samgonguni eru bara
17 tinglimir, so hon tolir
ikki at missa eina tað einas
tu atkvøðu.
Løgið og óheppið
Men tað hóvar avgjørt ikki
Jóannesi Eidsesgaard, for
manni Javnaðarfloksins og
samráðingarleiðara, at Ger
hard Lognberg hevur sett
samgonguni knívin á bark
an, longu áðrenn samráðing
arnar eru byrjaðar.
Tað er ikki rætt at seta
fram krøv í fjølmiðlum.
Rætta mannagongdin er
sjálvandi at føra síni sjónar
mið fram við samráðingar
borðið.
Útgangsstøðið fyri sam
ráðingunum verður ongan
tíð betri av, at ófrávíkilg
krøv verða sett fram í fjøl
miðlunum ístaðin ´fyri á
rætta stað og tað er við sam
ráðingarborðið.
Hann væntar kortini ikki,
at hetta er eitt skot fyri
bógvin í samráðingunum.
Hann sigur, at í hesum
málinum er so Gerhard
Lognberg tann tiltikni 17.
og avgerðandi limurin í
samgonguni.
Men tað eru so nógv
mál, sum eru prinsipiell hjá
ymsum tinglimum og í onkr
um øðrum førum er tað so
onkur annar, sum verður
17. tinglimur. Men tað er so
í slíkum støðum, at tað polit
iska handverkið skal standa
sína roynd.
Men hann heldur, at vit
skulu royna at viðgera hesi
málini í sjálvum samráðing
unum og ikki í fjølmiðlu
num, tí tað er óheppið.
Hann dugir heldur ikki at
síggja, at Sandoyartunnilin
skal verða ein trupulleiki, tí
bæði Tjóðveldið og Javnað
arflokkurin hava týðiliga
ført fram, at tunnilin skal
fíggjast yvir eitt áramál, so
at hann ikki blokerar fyri
øðrum, neyðugum útbygg
ingum.
Gerhard Lognberg verður
hartaður av floksformanni
sínum, tí hann er farin at
seta krøv, longu áðrenn
samráðingarnar um eina
nýggja samgongu eru
byrjaðar
Ferðafólk í bussin-
um hjá Bygdaleiðum
úr Havnini vestur í
Vágar leygarmorgun-
in, høvdu eitt drama-
tiskt upplivilsi, tá
ið bussurin fór útav
vegnum og vandi var
fyri, at hann koppaði
FerðSluóhapp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tíðliga
leygarmorgunin
fekk løgreglan boð um, at
ein bussur hjá Bygdaleiðum
var farin útav vegnum
ímillum Kollafjarðartunnil
in og rundkoyringina í Koll
fjarðardali.
Bussurin var á veg vestur
á flogvøllin við ferðafólki,
tá ið hann gleið út av vegn
um.
Bussurin helti so nógv at
hann stóð og riðaði, so at
vandi var fyri at hann skuldi
koppa í tí nógva vindinum.
Tí vildu tey ikki lata tey
1012 ferðafólkini sleppa
úr bussinum, tí vandi var
fyri, at skaði kundi staðist
av, skuldi bussurin koppa
útyvir tey.
Boð vórðu send eftir
sløkkiliðnum og fólki frá
Landsverki og tað eydnaðist
teimum at tryggja bussin
við endum, so at hann ikki
skuldi koppa og tá eydnaðist
at fáa ferðafólkini úr honum
í øllum góðum.
Tað var eitt arbeiðið, sum
tók ímillum ein og tveir tím
ar og hesa tíðina høvdu
ferðafólkini onki val, uttan
at verða sitandi í bussinum.
Ferðafólkini fingu so ann
an fart vestur í Vágar og síð
ani var roynt at fáa bussin
uppaftur, men hann er bæði
stórur og tungur, so tað tók
sína tíð.
25 oyrað er komið á
gravarbakkan og ong-
in fer at sakna tað
Tað er ikki so øgiliga langt
síðani, at tað fekst ein lítil
posi av gummidropsum fyri
eitt 25 oyra.
Men tann tíðin er farin og
nú er okkara minsta mynt
so lítið verd at ongin tímir
at hava hana longur.
Í Danmark verður av álva
ra tosað um at avtaka 25
oyrað og hóast ongin enda
lig støða er tikin, bendir alt
á tað borðið, at okkara mins
ta mynt skjótt er farin í søg
una, skrivar tað nýggjasta
Samvirke
Um stutta tíð er tað sostatt
bert
myntsavnarar,
sum
hava gleði av at eiga brún
littu myntina.
Tað 25 oyra, sum vit nú
hava, kom fyrst í nítárunum,
tá ið hitt gamla 25 oyra við
holi í mittuni, fór í søguna.
Men nú er 25 oyrað so lít
ið at nyttan, sum fæst úr tí,
svarar ikki til tað, sum tað
kostar at gera.
Tí hevur ”Kgl Mønt” spu
rt handlar og bankar um teir
høvdu saknað 25 oyrað,
verður tað avtikið, men tað
eigur ongan góðan, tí tað er
ongin, sum hevði saknað
tað.
Tað er danski ráðharrin í
búskapar og vinnumálum,
sum hevur endaligu avgerð
ina um 25 oyrað skal avtak
ast ella ikki og tann avgerðin
er ikki tikin enn.
Bæði í Noregi og í Svøríki
er 25 oyrað farið í søguna.
-aki-
Dramatiskt ferðsluóhapp:
Sluppu ikki úr bussinum í tveir tímar
Tey 10-12 ferðafólkini, sum
vóru í bussinum, tá ið hann
gleið útav, máttu brynja seg
við toli, tí vandi var fyri, at
hann skuldi koppa útyvir tey
Løgmaður hartar partamann
Meiri til fortreð enn
til gagns
Fyrst var tað eitt oyrað og
tvey oyrað. So fór fimmoyrað
og tíggjuoyrað og nú syngur
eisini fimmogtjúguoyra sín
svanason
Húsvognar til Klaksvíkar
Fyrsti býráðsfundurin hjá Klaksvíkar býráði í ár verður í
annaðkvøld. Millum málini er eitt um at nýta útfyllingina
í miðstaðarøkinum til húsvognaøki í summar. Fleiri og
fleiri kampistar koma til Føroya á hvørjum ári, eins og
mong tiltøk verða í Klaksvík í summar, so sum
Summarfestivalurin, Sjómannadagurin og Norðoyastevn
an, eins og at býurin fyllir 100 ár. Tí mælir Tekniska
Umsiting til, at útfyllingin við Sandin verður gjørd til hús
vognaøki summarmánaðirnar í ár sum eina roynd.
Nýggj standmynd í Klaksvík
Í samband við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar Kommunu hevur
spurningurin verið frammi um at seta upp eina standmynd á
økinum við Gamla Kirkjugarð. Á fíggjarætlanini 2008 eru
500.000 krónur játtaðar til endamálið, men seinastu tølini vísa
ein væntaðan kostnað uppá umleið 1 mió. kr. Mentanarnevndin
mælir til, at standmyndin verður reist, samstundis sum
umsitingin kannar hvar møgulig fígging kann útvegast
aðrastaðni frá.