mánadagur 28. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2008
Brúkaramál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Saman við lítlu didduni, situr hon
við køksborðið undir loftsvindeyg
anum og blaðar í einari tjúkkari
pappírsrúgvu. Ovast liggur ein
stevning, og higartil síðsta kapitlið
í ræðusøguni um húsakeypið hjá
Unn og Rógva.
– Eg skilji bara yvirhøvur ikki,
hvussu tað kundi koma so vítt. Vit
hava sitið føst í hesum húsakeypi
num síðani september í 2006, og
nú eru vit í januar 2008, sigur 32
ára gamla Unn Paturson, sum er
sett at eiga um eina viku ella so.
Hóast hon og maðurin 38 ára
gamli Rógvi á Rógvi á pappírinum
eru húsaeigarar, so búgva tey enn
í lítlu loftsíbúðini hjá foreldrum
hennara. Har hava tey nú í meiri
enn eitt ár sitið og spurt seg sjálvi,
hvussu tey so dyggiliga kundu
blíva bóndafangað í einari skipan,
har húsakeyparar onga trygd
hava, meklaravirkini onga ábyrgd
og seljarar ongan moral.
Samstundis standa húsini enn
og spøkja úti í Vesturbýnum í
Havn: Bølamyrk, dýggjvát og ísa
køld, full av aspesti og fýri, ógjør
lig at búgva í seld teimum fyri 2
milliónir krónur.
– Vit siga ikki, at øll meklara
virki eru líka óálítandi sum hetta.
Vit siga heldur ikki, at allir seljar
ar eru líka ágangandi sum hesir.
Og vit siga heldur ikki at øll hús,
ið eru bygt beint aftaná kríggið
eru full í aspest. Men hetta er
fyrstu ferð vit keypa hús, og tey
fýra árini, vit hava leitað eftir
onkrum at búgva í, er húsaprísurin
hækkaður umleið eina millión.
Og vit hava kent okkum alt meira
desperat, greiðir Unn Paturson
frá. Og hon nevnir eitt nú, hvussu
tað kendist, tá hon var millum
onnur, og fólk sótu og prátaðu um
støðuna á húsamarknaðinum.
– Tað skar í hjartað, tá fólk sótu
og reypaðu av, at tey høvdu keypt
hús fyri 400.000 krónur undir
kreppuni, sum nú vóru 2,5 millión
ir verd. Og har sat eg og panikkaði
og føldi tað, sum vóru vit komin
ov seint til lívið, og at tað bara
vóru vit í øllum landinum, sum
vóru í hesari støðuni, sigur Unn
og vísir stevningina uppá 250.000
kr. frá teimum báðum monnunum,
sum seldu teimum aspesthúsini.
Men hvussu kundi tað koma so
vítt?
Vit mugu aftur til summarið
2006, tá Unn Paturson og Rógvi á
Rógvi, sangarinna/bókavørður og
trummuspælari/lærari, settu sær
fyri at finna eitt reiður til lítlu
familjuna at búleikast í. Og
áðrenn Unn fer undir drúgvu frá
greiðingina, leiðir hon dóttrina
Eyð Lín inn í lítlu loftsstovuna at
hyggja í sjónvarp.
Lygnin
Áhugin fyri húsunum verður
kveiktur av einari lýsing á heima
síðuni
hjá
meklaravirkinum
Húsamekling á sumri í 2006: Hús
í Havn í tveimum hæddum frá
umleið 1945. Grundstykkið 500
fermetrar. Verða seld, um nøktandi
boð verður givið.
Longu fáar dagar seinni vísir
eitt umboð fyri meklaravirkið
teimum runt í húsinum. Av tí, at
ongin støðulýsing er, seta tey eina
rúgvu av spurningum.
– Vit hava tá hugt eftir fleiri hús
um, og ongantíð hevur borið til at
fáa
eina
óhefta
støðulýsing.
Marknaðurin er jú soleiðis inn
rættaður, at húsini verða seld óan
sæð, sigur Unn, og hon greiðir
frá, at tey millum annað spyrja
umboðið
fyri
meklaravirkið,
hvørjum tilfari húsini eru av, og
um aspest er í teimum.
Og hann svarar, at tey eru úr
sement og at veggirnir ikki eru
tær eldfimu “bleytu” pláturnar,
sum hann tekur til, sigur Unn.
Sæð í bakspeglinum er tað
longu her, gølan tekur skap, tí,
sum hon sigur:
Eg haldi veruliga ikki, vit
vóru meira naiv enn onnur fólk.
Vit ganga út frá at meklarin er
kompetentur og hevur sett seg eitt
sindur inn í, hvørja vøru hann
selir. Nú dugi eg væl at síggja, at
tað alla tíðina bara hevur snúð seg
um at fáa lortið selt, sigur Unn.
Og hon heldur, at tey hava ikki
verið býttari enn aðrir keyparar,
tí, sum hon sigur, í flestu førum er
alt í lagi. Men tað er bara ikki nóg
mikið, tá alt ikki er í lagi. Tá eru
vit brúkarar prísgivnir.
– Mann gongur líkasum útfrá,
at ein, sum slær seg niður sum
húsameklari, eisini hevur ávísar
førleikar og ein ávísan fakligan
stoltleika, og at tey upplýsa rætt
um vøruna, tey selja.
Fleiri lygnir
Eini 56 fólk leiga kømur í húsi
num. Tí er beinanvegin greitt, at
nakað av arbeiði skal til, áðrenn
tey verða búgvandi í. Tríggir vegg
ir mugu takast burtur, annar so
tey fáa eina stovu. Køkurin er
gamal og slitin og má, eins og
baðiverilsið, skiftast út.
– Men okkum dámar væl húsini,
halda tey vera sjarmerandi. Og so
hóska tey væl til okkara tørv, mill
um annað tí har er ein tilbygningur,
sum vit kunnu innrætta til tón
leikahøli, greiðir Unn frá.
Tvær ferðir vitja tey húsini sam
an við umboði frá meklaravirki
num, og tá verður eisini greitt frá,
at nakrar serligar umstøður eru í
mun til matrikuleringina av stykki
num. At seljararnir, sum hava
keypt ognina við víðarisølu fyri
eyga, ætla at sundurmatrikulera
stykkið í trý, so teir kunnu selja
tvey grundstykkir við vinningi,
umframt húsini við stykkinum á
til Unn og Rógva. Tey spyrja mekl
aran, um teirra grundøkið so fram
vegis verður 500 fermetrar, sum
upplýst í sølutilfarinum. Hesum
játtar meklarin, sum tó leggur aft
urat, at alt stykkið líka skal
matrikulerast liðugt, so skapið
verður kanska eitt lítið sindur øðr
vísi.
Um hetta mundið verður eisini
upplýst, at seljararnir ynskja 1,9
milliónir fyri húsini.
Bakka út
Onki boð er komið uppá húsini,
sum longu hava staðið leingi til
sølu. So Unn og Rógvi leggja fyri
við at bjóða 1,6 milliónir kr. Hes
um taka seljarnir tó ikki av, tí tað
er ov lítið. Teir vilja hava 1,9 milli
ón. Tey meta nú, at umvælingarnar
fara at kosta einar 200.000 kr.,
bjóða tí 1,9 millión, sum seljarin
vil hava. Tvær vikur ganga, og
boðið gongur út. Onki annað boð
er komið. So Unn og Rógvi vænta
sær játtandi svar. Men enn eina
ferð er svarið noktandi. Seljarnir
taka ikki av boðnum. Hetta er
fyrst í september 2006. Meklarin
sigur nú, at bjóða tey 2,1 milliónir
kr., so fáa tey húsini – heilt sikk
urt.
– Hetta ganga vit ikki við til.
Kenna okkum hildin fyri gjøldur,
tí ongin annar hevði jú bjóðað
upp á húsini, sum hava staðið á
sølulistanum so leingi. So vit gera
av at droppa tað, greiðir Unn frá.
Venda við aftur
Húsaprísirnir eru um hetta mund
ið støðugt vaksandi um alt landið,
serliga í Havnini, har teir síggja út
til at hækka fyri hvønn dag.
Eftir at hava hugt og bjóðað
upp á hús og grundøkir í mið
staðarøkinum í meira enn trý ár,
kenna vit okkum rættiliga desperat
eftir at fáa eini hús, sigur Unn.
Aftaná eina tíð er enn onki nýtt
boð komið upp á húsini.
Vit síggja nú hetta sum okkara
einasta møguleika at fáa nakað at
búgva í í Havn, og velja tí at geva
okkara seinasta boð upp á húsini:
2 milliónir. Hetta er tað, vit kunnu
klára av lánsútreiðslum um mán
aðin.
Vit eru enn í september 2006,
og umvegis meklaran taka seljar
arnir nú av.
– Okkara fyrsti spurningur er
sjálvandi, nær vit sleppa inn. Og
meklarin svarar, at tá ið grundøkið
er liðugt matrikulerað um einar
tríggjar vikur.
Fyrireika flyting
Leigarar eru enn í húsinum, og
skulu út áðrenn Unn og Rógvi
sleppa inn. Men meklarin spyr nú
vegna seljaran, um hesin kann
halda fram við at leiga út fram til
jóla og sjálvur fáa leiguinntøkur
nar. Hetta góðtaka Unn og Rógvi,
og saman við tríára gomlu Eyð
Lín, fara tey undir fyrireikingarnar,
at flyta inn í egin hús, eftir fimm
ár heima hjá foreldrunum.
Eitt fyribilskeyti verður undir
skrivað, tí matrikuleringin av
grundstykkinum er ikki liðug, og
málið er enn til viðgerðar á
matrikulstovuni og hjá kommun
uni.
– Vit vildu sleppa inn at gera
nakrar broytingar, sum vit ætlaðu
okkum. Men hetta bar ikki til, tí
matrikuleringin var ikki liðug,
sigur Unn.
Hvørja ferð tey tosa við meklar
arnar, eru boðini, at tað verður
klárt um eina viku. Og tey ringja
eina ferð um vikuna at frætta,
men hvørja ferð eru boðini, at
endaliga skeytið verður klárt at
skriva undir í næstu viku. Ikki
Saman við aspesti, fýri, svampi,
vatnskaðum og fukti fekk vónríka
barnafamiljan ekstremt drál,
bóndafangarí og til endans eina
stevning uppá nakkan, tá tey fóru
út á villa húsamarknaðin
Húsadreymurin gjørd
18 tíðindi
Vit mugu aftur til summarið 2006, tá Unn Paturson og Rógvi á Rógvi, sangarinna/bókavørður og trummuspælari/
lærari, settu sær fyri at finna eitt reiður til lítlu familjuna at búleikast í