mánadagur 28. januar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2008
tíðindi
eina ferð ringir meklaravirkið
aftur, hóast tey hvørja ferð lova,
at tey skulu ringja aftur.
– Vit hildu nú, at tað heila tykist
rættiliga óprofessionellt og óálít
andi. Men vit bitu alt í okkum, tí
um vit hildu út, endaði tað helst
gott tað heila. Kanska fóru vit at
sleppa inn til jóla..
Váti veturin
Desember 2006: Tríggir mánaðir
eru lidnir síðani fyribilsskeytið
varð undirskrivað. Leigararnir
flyta út, og ein oljumaður ringir
og spyr, um hann skal fylla olju á
tangan. Annar av seljarunum hev
ur upplýst honum, at Unn og
Rógvi nú eru eigarar av húsunum.
Men tey svara honum sum er, at
tey eiga ikki húsini hava hvørki
lykil ella atgongd til tey. Onki er
klárt enn, hvørki matrikulering,
tinglýsing, skeytið ella gjald.
– Vit ganga ofta framvið húsu
num, sum standa myrk og tóm.
Tað sker í hjartað at síggja tað
regna nærum óavbrotið hesar 45
mánaðirnar húsini standa køld.
Ummatrikuleringin verður ikki
góðtikin í býráðnum, tí eitt av
teimum trimum stykkunum lýkur
ikki krøvini.
– Vit ganga í støðugum ótta
fyri, um vit nú fáa húsini ella ikki.
Hvat nú um fyribilsskeytið gongur
út, og seljararnir knappliga fáa
eitt betri tilboð? hugleiðir Unn.
So hvørt sum tíðin líðir, sær alt
púra vónleyst út, og tey umhugsa
fleiri ferðir at sleppa sær burtur úr
hesum, tí tað gongur alt ov long
tíð.
– Hetta var ómetaliga særandi,
tí vit høvdu skrivað undir eitt fyri
bilsskeyti, sum gav okkum for
keypsrætt upp á húsini. Og vit
vóru nakað so spent at fara undir
at innrætta okkara egna heim.
Føldu at vit áttu tað, men kendu
okkum máttleys, tí vit sluppu ikki
inn.
Mars 2007: Kommunan góðkennir
ummatrikuleringina, og húsini fáa
nýtt matrikulnummar. Hetta eru 7
mánaðir eftir, at fyribilsskeytið er
undirskrivað. Hini bæði stykkini
eru nú 500 fermetrar í part, meðan
tað hjá Unn og Rógva er minkað
niður í 432 fermetrar. Unn spyr
meklaran, um tey kunnu fáa end
urgjald fyri at hava mist nærum
70 fermetrar av teimum 500 fer
metrunum, sum virkið lýsti við
upprunaliga, umframt at bíðitíðin
hevur verið so long.
Svarið frá meklaranum er, at
ein annar keypari er áhugaður. So
um vit eru ónøgd, kunnu vit bara
hoppa frá. Men nú hava vit bíðað
í meiri enn 7 mánaðar og orka
ist ein aspest-marra
Framhald á næstu síðu
19
Tað hevur regnað nærum óavbrotið síðstu 4
mánaðirnar, og tveir stórir vatnskaðar eru í
húsunum, sum hava staðið køld allan veturin. So tað
fyrsta tey gera, er at fylla oljutangan.
Hiti kemur spakuliga í húsini, og tey fara undir
arbeiðið.
Fyrst taka tey tveir veggir niður.
Síðani fylla tey eina heila byngju av skrambli úr
húsunum.
Tá tey skræða eitt skáp niður undir trappuni í
gongini, so hon verður størri og ljósari, varnast ein
vinmaður sum hjálpir til, eitthvørt løgið. Tilfarið
minnir um aspest.
Um somu tíð koma tey eisini fram á svamp á ovasta
lofti. Hesin hevur breitt seg innanfyri tapetið og
niður eftir kaminuni, sum gongur niður ígjøgnum
húsið og niður í køkin.
Tey halda fram við at ríva køk og baðiverilsi niður.
Nógv tapet í gongini er vátt og dettur líkasum av
sjálvt.