Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2008 ikki longur. So vit góðtaka, at stykkið minkar við 70 fermetrum, uttan endurgjald. -- Apríl 2007: Unn og Rógvi skriva undir endaliga skeytið og fáa lykl- arnar til húsini. Dreymurin er um at gerast veruleiki, men tey vakna upp til eina marru!! Eru húsaeigarar Unn og Rógvi standa nú sum eig- arar av húsinum í Vesturbýnum. Prísur: 2 milliónir krónur. Stykkið, sum upprunaliga varð lýst at vera 500 fermetrar er mink- að niður í 432 fermetrar. Men kortini fáa Unn og Rógvi hvørki endurgjald fyri hetta ella fyri drúgvu bíðitíðina. Sjey mánaðir eru gingnir frá tí, at tey undirskrivaðu fyribilsskeyt- ið, til tey nú standa við lyklunum í hondini. - Tá ið vit endliga fáa lyklarnar til húsini og koma inn, eru tey køld og vát. Og nú luktar eisini av fukti. Tað vísir seg, at tveir lekar eru í takinum, sigur hon. -- Tað hevur regnað nærum óavbrot- ið síðstu 4 mánaðirnar, og tveir stórir vatnskaðar eru í húsunum, sum hava staðið køld allan veturin. So tað fyrsta tey gera, er at fylla oljutangan. Hiti kemur spakuliga í húsini, og tey fara undir arbeiðið. Fyrst taka tey tveir veggir nið- ur. Síðani fylla tey eina heila bingju av skrambli úr húsunum. Tá tey skræða eitt skáp niður undir trappuni í gongini, so hon verður størri og ljósari, varnast ein vinmaður sum hjálpir til, eitt- hvørt løgið. Tilfarið minnir um aspest. Um somu tíð koma tey eisini fram á svamp á ovasta lofti. Hesin hevur breitt seg innanfyri tapetið og niður eftir kaminuni, sum gong- ur niður ígjøgnum húsið og niður í køkin. Tey halda fram við at ríva køk og baðiverilsi niður. Nógv tapet í gongini er vátt og dettur líkasum av sjálvt. Um sama mundi ringir ein granni til Rógva, at fortelja hon- um, at fyri at koma inn við bili á teirra stykki, mugu tey koyra gjøg- num stykkið hjá einum granna. - So nú høvdu vit heldur onga innkoyring. Og hetta høvdu vit heldur onki fingið at vita um, sigur Unn. Aspest allastaðni Fyri at finna lekan í takinum, ríva tey tapetið niður í gongini, har sum vátt er. – Meðan vit arbeiða, koma vit fram á, at veggirnir í køkinum líkj- ast aspest-skápinum, sum varð rivið niður undir trappuni. So eg taki eitt petti av hesum skápinum við oman til Valdemar Lutzen, har tey vátta, at talan er um aspest, sigur Unn. Hjá Valdemar Lützen fáa tey eisini at vita, at aspest var púra vanligt tilfar eftir kríggið, tí tað var so ringt at fáa fatur á øðrum tilfari tá. Og tey fáa sum ein frammaná, tá tey uppdaga, at aspest er brúkt um øll húsini innan. Til veggirnar í neðra og í erva, loftið í gongini og uppiá, til isolering undir taki- num, í køkinum og í skápinum undir trappuni. – Her missa vit púra mótið og steðga arbeiðinum. At fjerna alt aspestið er næstan sum at ríva øll húsini niður, eftirsum aspestið er ein so umfatandi partur av húsi- num. Aftaná at hava lisið um vand- an við aspest, hava vit ikki hug til sjálvi at fara undir hetta arbeiðið, greiðir Unn frá. Á heimasíðuni hjá Arbejdstil- synet lesa tey, at bert serfrøðingar kunnu taka aspest niður, og at burturkastið skal handfarast á ein serligan hátt - millum annað skal tað vætast, tyrvast og gravast nið- ur. Harumframt er torført at fáa nakran at átaka sær slíkt arbeiði, tí tað er bæði trupult, vandamikið og - ikki minst – heilsuskaðiligt. – Vit lesa, at stórur vandi er við at anda í seg aspeststøv. Og vit hugsa tá serliga um trý ára gomlu dóttrina, sum hevur verið í húsi- num, aftaná at vit hava rivið skáp og annað niður. Vit eru í villareiði og vita ikki okkara livandi ráð. Hetta eru bert nakrir fáar dagar eftir, at vit hava undirskrivað enda- liga skeytið. So vinfólk vísa okk- um til Rættarhjálpina, sigur Unn. Sama dag ringja tey til bankan og greiða frá støðuni, og at tey vilja lata handilin ganga aftur. Tey biðja bankan um ikki at flyta tær 2 milliónirnar til seljaran. Banka- ráðgevin fortelur teimum tá, at húsameklarin hevur ringt til bank- an fleiri ferðir, og rykt eftir peng- unum. Men ráðgevin hevur biðið meklaran geva tol, tí peningurin verður fluttur, so skjótt sum húsini eru tinglýst. Og bankin steðgar flytingini av teimum 2 milliónu- num. Verða bóndafangað Men fáar dagar seinni er ognin kortini tinglýst í nøvnunum hjá Unn og Rógva. Tey standa nú sum eigarar av einum húsum, sum tey hvørki vilja eiga ella gjalda fyri. - Vit skilja púrt onki, tí vit hava hvørki biðið um, skriva undir ella goldið fyri nakra tinglýsing, sum kostar 10.200 kr. Rógvi ringir nú til tinglýsingina, har upplýst verður, at meklarin sjálvur hevur verið inni á gólvi- num og goldið tinglýsingina! – Hetta skilja vit yvirhøvir ikki. Hví hevur meklarin - stikk ímóti vanligari siðvenju - úr egnum lumma goldið fyri okkara tinglýs- ing, uttan at spyrja okkum fyrst? Um hetta mundið ringir meklar- in ringir til Unn at spyrja, hví pen- ingurin ikki er fluttur enn, nú ting- lýst er. Ógilda søluna Í Rættarhjálpini eru boðini greið: Tey hava rætt til at ganga frá keyp- inum, tí har eru so stórir manglar. Í skrivi sigur Rættarhjálpin, at talan er um vanliga culpaábyrgd, og er tað tískil nóg mikið, at selj- ari átti at vitað, at brek var við ognini. Rættarhjálpin metir, at seljarin als ikki hevur hildið sína upplýsingarskyldu. Henda upplýs- ingarskylda vigar væl meira enn caveat emptor-skyldan (kanning- arskyldan, red.) hjá keypara. Í brævinum til meklaran og selj- ararnar verður eisini boðað frá, at sølan verður ógildað. Og tey ugga seg við, at keypspeningurin á 2 milliónir er ikki goldin enn. Í fysta umfari vísir meklarin aftur at hava fingið nakað bræv frá Rættarhjálpini, har sølan verð- ur ógildað. - Hann sigur, at tey vistu ikki av, at húsini vóru full í aspesti, og at tað var da keðiligt fyri okkum. Men, at vit nú, í kraft av tinglýs- ingini, eru eigarar av ognini. Mekl- aravirkið sigur frá sær alla ábyrgd- ina av hesum, og vit verða biðin um at gera so væl at rinda keyp- speningin beinanvegin, greiðir Unn frá. Seinni játtar meklarin at hava fingið brævið frá Rættarhjálpini, men frásigur sær framvegis alla ábyrgd og vil ikki ganga ógild- ingini á møti. Tey fáa sær nú ein advokat. – Meklarin heldur fast um, at hann onga ábyrgd hevur, tí hann visti av ongum. Hann sigur tó, at málið er vorðið eitt sindur »betent« fyri tey, og at tað er øgi- liga keðiligt fyri teirra umdømi, nú tá ið vit bara soleiðis trekkja okkum aftur úr keypinum. Og ein frá meklaravirkinum spyr, hvussu kunnu vit gera hetta ímóti teimum, sigur Unn. Sølan er bindandi Meklarafyritøkan heldur fram við at rykkja eftir keypspeninginum, og alt samskiftið gongur nú um- vegis advokatin hjá Unn og Rógva beinleiðis til seljararnar, nú mekl- arin hevur sagt frá sær alla ábyrgd. – Seljarnir vilja tó ikki ganga við til at ógilda keypsavtaluna, sum eftir teirra meting er bindandi. Teir biðja okkum umgangandi um at gjalda fyri húsini. Men hetta vilja vit ikki, tí vit hava slettis ikki hug nakran tíð aftur í lívinum at fara inn í hasa aspest-buluna, og hatta var ikki tað húsið, vit keyptu frá fyrstani tíð av, staðfestir Unn. Seljarnir siga seg heldur ikki hava vitað, at aspest var í ognini. Og teir siga við Unn og Rógva, at tey hava havt fleiri mánaðir at kanna húsini væl og virðiliga, og at tað er teirra egni feilur, at tey ikki hava vitað um hesi aspestvið- urskifti. Hetta, hóast tey ikki hava havt atgongd til húsini, meðan ummatrikuleringin er farin fram. Samstundis, sum húsini hava stað- ið og tikið skaða. Fýrur staðfestur Eitt uttanrættarligt sýn verður gjørt fyri at fáa staðfest, um tilfar- ið er aspest. Hetta verður váttað, og sýnsmaðurin finnur samstundis útav, at fýrur er í húsinum. Sostatt er aspest brúkt sum byggiplátur og bjálving í øllum húsinum, sum eisini eru fongd við fýri. Og eftir at eigararnir lótu tey standa køld í fleiri mánaðir áðrenn eigaraskiftið, er vatnskaði og svampur eisini á ognini. Men hetta ger eftir øllum at døma ongan mun, tí tað, sum selj- ararnir savna seg um, er at vita, hvat tað kostar at byggja køkin, baðiverilsið, teir niðurrivnu vegg- irnar og aspestskápið í gongini uppaftur, og vilja hava Unn og Rógva at gjalda hetta. Sýnsmaðurin metir, at tað fer at kosta 136.000 kr. at byggja upp- aftur – við ella uttan aspest. Tríggjar royndir úr húsinum úr sovikamari, lofti og gangi verða sendir niður til Teknologiskt Insti- tut til kanningar. Royndirnar koma aftur, og vísa at aspest er í øllum royndunum. Seljarnir senda teimum nú eitt tilboð um avsláttur uppá 250.000 kr. - Um vit ikki taka av hesum til- boðnum innan 14 dagar, skulu vit gera so væl at gjalda tað uppruna- ligu keypsupphæddina uppá 2 milliónir til teirra beinanvegin, sigur Unn. Men tað gera tey sjálv- sagt ikki. Verða stevnd Seljararnir ætla sær nú at royna at selja húsini til onnur fólk, og hava stevnt Unn og Rógva fyri 250.000 20 tíðindi Síðani Sosialurin var og vitjaði familjuna, eru trý vorðin fýra. Her í lítlu loftstovuni, har skrivaraborðið sæst í bakgrundini