Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2008 kr., fyri tapið teir koma at líða, av tí tey hava skrætt niður innan­ dura. – Tá ið vit spyrja í bankanum, um vit kunnu bjóða upp á eini onnur hús, er svarið noktandi. Bankin vil ikki læna okkum pen­ ing, fyrr enn hetta málið er loyst. Nú er tað skjótt hálvtannað ár síð­ an, vit byrjaðu at bjóða uppá hús­ ini. Síðsta ár vónaðu vit, at sleppa inn áðrenn jól. Nú vóna vit at sleppa burturúr hesari marruni áðrenn næstu jól, sigur Unn. Ávara onnur Spurd, hví tey velja at fara í miðl­ arnar við málinum, greiðir Unn frá, at hon heldur tað vera neyðugt at ávara onnur, og at upplýsa um, hvussu illa staddir keyparar eru. – Onkustaðni haldi eg tað er forbiðið synd í okkum, tí vit kenna okkum virkuliga reyvrend, sigur Unn og flennir, men verður beinanvegin álvarsom aftur, tá hon heldur fram, at ongin ynskir at standa alment framm sum off­ ur. – Men hendan søgan, ella gys­ arin, má forteljast, tí hetta er so langt úti, at tað bara má ávarast harðliga. Vit eru komin so illa fyri av hesum, at vit kunnu onki missa við at fara í Sosialin, sigur hon, og skoytir ilsliga uppí, at í prinsippinum kundi hetta verið ein og hvør meklari og ein og hvør seljari. – Ein og hvør húsakeypari í Før­ oyum kann koma út fyri hesum. Tí her eru ov fáar lógir á økinum, keyparin hevur onga trygd, og meklarin – óansæð hvussu álítandi hann tykiskt – hevur eftir øllum at døma onga ábyrgd fyri keypara­ num, og kann ikki heftast fyri nak­ að, sum hann hevur sagt ella gjørt móti keyparanum, sigur hon. Og hon vísir í hesum sambandi á, at í endaliga skeytinum stendur, at bæði seljarar og keyparar skulu gjalda meklaranum hvør sítt pro­ sent av søluprísinum á 2 milliónir kr. umframt mvg. ­ Tá sigur meklarin eisini, at hann umboðar báðar partar. Droymi um ein bakaraovn Unn lyftir lítlu Eyð Lín upp á fangið, og hóast har er trongt, nú búkurin stendur á tambi, er mamman góð at verma seg hjá. Meðan vit hava prátað, hevur Eyð Lín malið runt á gráa linoliums­ gólvinum í hvítum dansikjóla, undirtroyggju og berum bibbum, millum køkin, kamarið og stovuna í lítlu loftsíbúðini. Inni í stovuni er ein krókur innrættaður til kon­ tór, ein annar til leikurnar, ein triði til sjónvarpið og tann fjórði til spísiborðið. Og inni í kvist­ kamarinum fylla fýra sengur alt gólvið: Hjúnasongin í miðjuni við tremmusong og vøggu hvørju megin við. Og í horninum stendur ein brúsikabina úr plasti. – Tað sum eg droymi um, er eitt ordiligt baðiverilsi, eina stovu og ein køk. Eitt stað til vaskimaskin­ una og ein bakarovn. Og so eitt sindur betri pláss, nú vit fáa næsta barnið, sigur Unn og lítur hugs­ anarsom út gjøgnum vindeygað, áðrenn hon skeinkir sær enn ein kopp av kaffi. Ongin viðmerking frá Húsamekling Meklaravirkið, sum seldi Unn og Rógva ognina, hevur ongar viðmerkingar til søguna Brúkaramál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Meklaravirkið Húsamekling, sum liggur á Vaglinum í Havn, hevur havt allar møguleikar at gera við­ merkingar til søguna um húsa­ keypið hjá Unn Paturson og Rógva á Rógvi. Virkið fekk grein­ ina longu hósdagin fyrrapart, við freist at koma við sínari útgávu av málinum mánamorgunin kl. 9. Eisini fekk virkið hesar spurningar sendandi, sum vit vildu seta teim­ um. Í sambandi við virksemið hjá virkinum, spurdu vit: Hvussu er mannagongdin, tá ið tit selja eina ogn? Hvønn umboða tit? Um tit ikki umboða báðar partar, hvussu ber tað so til, at tit avtala at keyparin eisini skal rinda fyri tykkum? Um tit umboða báðar partar, hvussu meta tit, at tað letur seg gera? Í hvønn mun er tykkara húsa­ lýsing bindandi? Í hvønn mun er tykkara frágreið­ ing um húsini bindandi? Hvussu høgt ganga tit uppí, at tykkara upplýsingar um ognina eru eftirfarandi (hava tit til dømis serkøn fólk at vegleiða tykkum, áðrenn tit úttala tykkum, ella eru tit sjálvi serfrøðingar á økinum)? Hava tit eina ábyrgdartrygging, sum kann taka við, tá illa vil við? Hvørja útbúgving hava starvsfólk tykkara? Hvussu verða starvsfólk tykkara lønt (fáa tey til dømis provisión av hvørjari sølu)? Í sambandi við aktuella málið um aspest­húsið hjá Unn og Rógva kundu vit hugsað okkum at virkið svaraði hesum spurningum: Hvussu leingi sømir tað seg, at fólk bíða, frá tí, at tey skriva undir fyribilsskeyti til endaliga skeytið verður undirskrivað? Hvør hevur ábyrgdina av ognini í hesum tíðarskeiðinum? Hvussu kunnu tit góðtaka, at tit lýsa við at stykkið er 500 fer­ metrar, men tá ummatrikuler­ ingin er framd, endar tað við bert at vera 432 fermetrar? Hóast tit vistu, at keyparin ynskti at ógilda keypið, fremja tit ting­ lýsingina, uttan at boða keyparu­ num frá. Tit hava tá fingið at vita frá bankanum, at sølukostnað­ urin verður goldin, tá tinglýst er. Hví gera tit tað? Hví vildu tit ikki ganga annuler­ ingina á møti? Hvat meta tit, at keyparin gjørdi skeivt? Hvat meta tit, at seljarin gjørdi skeivt? Hvat hava tit lært av hesum málinum? Hvørji ráð vilja tit geva øðrum keyparum? Hvussu hava tit upplivað hetta málið? Men sum sagt ynskir virkið ikki at gera viðmerkingar til málið. 21 tíðindi