mánadagur 28. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2008
22 tíðindi
Advokatar staðfesta,
at sethúsamarkn
aðurin er eitt tað
vandamiklasta
økið hjá føroyska
brúkaranum at fara
inn á. Ruðuleikin er
fullkomin á lógar
økinum, og tí skulu
keyparar lata ein
advokat umboða
seg, umframt at fólk
skulu hava sítt egna
handverkarasjakk
Brúkaramál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndi: Jens Kristian Wang
Lat tað verða sligið rimmar
fast: Húsameklarar umboða
bara seljaran og kunnu ikki
umboða báðar partar í senn.
Hetta siga advokatar, sum
vit hava tosað við í sam
bandi við gøluna um húsa
keypið hjá Unn og Rógva.
Onnur góð ráð til húsa
keyparar eru, at fólk skulu
fáa sær sítt egna handverk
arasjakk at meta um ognina,
og ein advokat at taka sær
av pappírunum.
Hóast advokatarnir ikki
vilja gera viðmerkingar til
ítøkiliga málið, eru teir
samdir um, at málið hjá
Unn og Rógvi er eitt klass
iskt dømi um, hvussu illa
føroyski
brúkarin
kann
koma fyri. Og allir nevna
teir Murpheys lóg, har tað,
sum kann ganga galið, gong
ur gali.
Men Jens Wang og Alfred
Petersen, advokatar, hava
sínar avgjørdu meiningar
um sethúsamarknaðin og
meklaravirksemið í landi
num. Og báðir hava teir
royndir og upplivingar, sum
gera, at teir millum annað
rópa økið fyri tað reina kov
boyland.
Keyparin taparin
Jens Wang sigur, at tað eru
fleiri trupulleikar við skip
anini við meklarum.
Tá meklarin tekur gjald
frá báðum pørtum, sigur
hann seg eisini umboða báð
ar partar, sigur Jens Wang,
sum javnan upplivir, at fólk
koma á gátt við onkrum iva
spurningi.
Men ofta eru tey rætti
liga óttafull, tí summir
meklarar mæla fólki frá at
lata ein advokat umboða
seg, sigur Jens Wang. Hann
vísir til ítøkiligar avtalur,
har meklaravirkið munnliga
krevur, at tey bara brúka
meklaran í sølutilgongdini.
Í veruleikanum undir
skrivar tann ókøni brúkarin
her sín egna deyðadóm utt
an at vita av tí. Hendan av
talan kortsluttar vanliga løg
frøði, tí keyparin verður
bundin, men ikki seljarin.
Tann síðsta restin av verju
fer, so keyparin stendur
nógv verri, sigur advokatur
in.
Hann nevnir sum dømi,
tá ið keyparin skal bjóða
uppá eini hús. Hann fær
kostnaðin upplýstan, sum
hann so bjóðar, men kortini
leypur seljarin frá, tá tíðar
freistin er farin.
Hetta er ímóti allari van
ligari siðvenju um keyp og
sølu, og tað at gera eina
avtalu. Í løgfrøðini siga vit,
at talan er um eina avtalu,
um tilboð og góðkenning
eru til staðar. Tá kann hvørg
in parturin leypa frá mitt í
øllum, sigur Jens Wang.
Hann vísir eisini á, at ein
annar trupulleiki er, at
flestu meklararnir verða
úrslitsløntir.
Tá kann hann ikki sam
stundis umboða keyparan,
tí hann hevur bara áhuga í,
at eg keypi so dýrt sum til
ber, sigur Jens Wang.
Eitt annað, sum fólk ofta
uppliva er, tá ið eitt mótboð
sigst vera komið.
Tá er ikki løgið, at ivin
reelt liggur í bakhøvdinum
á keypara, um hetta boðið
er veruligt ella ikki. Ein
máti at koma hesum til lívs
er, at meklarin tryggjar seg
við at biðja um eina váttan
um fígging frá bankanum.
Kann illa ábyrgdast
Nú vilja meklararnir siga,
at tit advokatar bara fýlast á
meklararnar, tí teir hava tik
ið ein stóran part av sethúsa
marknaðinum frá tykkum.
Hvat sigur Jens Wang til
tað?
Ja, tað fara teir helst at
siga. Men veruleikin er, at
trygdin er ikki nóg góð sum
er, sigur hann, og tekur upp
aftur, at tað ber ikki til at
umboða tveir partar í senn
hetta er ein deyðsynd hjá
advokatum, sum teir kunnu
missa loyvi at virka av.
Jens Wang greiðir víðari
frá, at advokatar hava eina
lógarkravda ábyrgdartrygg
ing, sum ger at kundin er
tryggjaður, um teir gera ein
feil. Onki lógarkrav er til
meklaran, sum tí kann velja
onga ábyrgdartrygging at
hava.
Tá kann hann heldur
ikki reelt ábyrgdast, um illa
vil við, sigur Jens Wang,
sum eisini sær ein vanda
við, at nógvir meklarar hava
onga útbúgving innan løg
frøði ella mekling.
Vit hava lisið í átta ár.
Tá óútbúgvin fólk so koma
inn á økið, er skjótt, at skeiv
leikar koma fyri. Og teir
grava sína egnu grøv við at
virka óálítandi á marknað
inum, staðfestir Jens Wang.
Hann sigur víðari, at óivað
er onkur álítandi meklari,
men tey hoyra javnan um
trupulleikar í sambandi við
húsakeyp.
Í øllum førum einaferð
um mánaðin ringir ein
kundi til mín, og um tann
títtleikin er galdandi fyri
allar teir umleið 30 advokat
ar í landinum, so er hetta
altso ein umfatandi trupul
leiki, sigur hann.
Vantandi lóggáva
Í mun til grannalondini er
húsamarknaðurin í Føroyum
eitt grátt øki, har stórur
mangul er á lógum og reglu
gerðum. Eitt nú er keypi
lógin ikki galdandi fyri
húsakeyp. Og lógloysið er
vorðið uppaftur sjónligari,
eftir at meklaravirkini eisini
fóru undir húsasølu, tí
lóggávan tekur ikki hædd
fyri hendan nýggja aktørin
á marknaðinum.
Alfred Petersen, formaður
í Advokatfelagnum, gjørdi
herfyri eina roynd, at fáa
eitt sindur betur skil á økið.
Felagið setti seg í samband
við Jacob Vestergaard, sum
tá var landsstýrismaður í
innlendismálum, fyri at fáa
eina fyribilsavtalu millum
partarnar á marknaðinum –
advokatar
og
meklarar.
Endamálið var at forða
meklaravirkjunum skrivliga
at binda keyparar. Lands
stýrismaðurin var positivur,
men sum vit vita, hendi so
nógv sum gjørdi, at tað kort
ini ikki bar til.
Privat hand
verkarasjakk
Jens Wang fýlist millum
annað á, at onki lógarkrav
er um eina óhefta støðumet
ing, har ein byggikønur
kannar ognina fyri møgu
ligar manglar.
Sambært Alfred Petersen
kunnu sonevndu støðumet
ingarnar, sum meklaravirk
ini bjóða, ikki nøkta tørvin
hjá einum møguligum keyp
ara.
Fá tær títt egna sjakk av
handverkarum, sum bara ar
beiðir fyri teg. Ein timbur
mann ella byggifrøðing, ein
elektrikara og ein rørleggj
ara. Meðan hvørki vit advo
katar
ella
húsameklarar
hava skil fyri húsum, eru
handverkararnir professio
nellir og hava serligar før
leikar at meta um tekjuna,
byggitilfar, elveiting og rør
legging. Teir kunnu upplýsa
nágreiniliga,
hvørjum
standi húsini eru í, og tað
loysir seg heilt vist í síðsta
enda at kanna alt væl og
virðiliga.
Spekulantar
serliga ábyrgd
Eitt annað forsømt økið,
sum fólk ofta koma illa fyri
av, er í sambandi við eigara
skifti, har føroyski seljarin
kann heftast fyri duld brek í
20 ár aftur í tíðina.
Aðrastaðni hevur mann
lóggávuverk sum gevur
møguleika fyri eigaraskiftis
trygging, sum seljarin bjóð
ar keyparanum, so hesin
reelt kann koma afturum
aftur til tryggingarfelagið,
um neyðugt. Tí er heldur
ikki stuttligt hjá seljara, at
vit hava so vánaliga lóggávu
á økinum her í Føroyum,
sigur hann.
Samstundis vísir hann á,
at um seljarin er spekulantur,
sum keypir og selur við
vinningi fyri eyga, hevur
hann eisini skyldu til at
uppføra seg professionelt
og at kanna ognina serliga
gjølla.
Nógvar kenslur
Advokatarnir halda ikki, at
tað kann sigast nóg greitt:
Keyparar skulu hava sín
egna advokat, tí teir kunnu
ikki umboða báðar partar í
senn.
Jens Wang sigur, at nógv
ar kenslur eru uppií, tá ið
fólk keypa hús.
Nógv fólk keypa bara
eitt hús í lívinum, og tað
snýr seg um alla tilveru
teirra. Ofta eru tey í einum
rúsi, tí stóri dreymurin er
um at ganga út. Og fyri
nógv teirra er alt pappírs
arbeiðið bara neyðugt onde.
Hugburðurin er ofta, at van
lukkan hendir bara fyri
grannan og ikki fyri meg.
Keyparin er ofta vanligur
løntakari, so eg skilji væl,
at hann ynskir at fáa ein
advokat at hyggja uppá
pappírini, áðrenn hann fer
víðari, sigur Jens Wang at
enda.
Meklarin umboðar bara seljaran
Málið hjá Unn og Rógva er eitt klassiskt dømi um, hvussu illa føroyski brúkarin kann koma fyri. Advokatar nevna Murpheys lóg,
har tað, sum kann ganga galið, gongur galið. Her Jens Wang og Alfred Petersen, advokatar