Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2008 23 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Hjá okkum ræður um at finna stríðsandan fram, og brúka hann Jens Martin Knudsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum B71 hevur kært B36 til FSF fyri sonevnd player-poaching. Aðalnevndin hjá FSF hevur enn ikki tikið støðu til, um Aganevndin verður biðin um at taka málið upp Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á yvirlitinum hjá FSF yvir sáttmálar, stendur um Magnus Olsen, at hesin hevur sáttmála við B71 fram til 1. november 2008. Kortini sást Magnus fyri stuttum venja við B36, uttan at sandoyingar vóru vitandi um hetta. Sambært heimasíðuni hjá B71 hevur Magnus eisini boðað felagnum frá, at hann ynskir at skifta árstalsfelag, men tað verður tó ikki víðari, at B71 fer at sleppa spælaranum. Snigskjóting Altjóða reglurnar á sátt­ málaøkinum eru nevnliga púrasta greiðar. Tað er ikki fyrr enn seinasta hálva árið av einum sáttmálaskeiði, at feløg kunnu venda sær beinleiðis til ein spælara. Gera tey tað – og um hetta kann prógvast – kann talan væl verða um stóra bót. Sjálvt orðið er avleitt av enska orðinum fyri snig­ skjúttar, og er eitt tað kend­ asta dømið helst, tá José Mourinho fyri tveimum árum síðani royndi at fáa Ashley Cole at koma úr Arsenal til Chelsea. Úrslitið varð, at Chelsea­venjarin, Chelsea sum felag og spæl­ arin sjálvur vórðu dømd at rinda metstórar bøtur til enska fótbóltssambandið. FSF kannar málið Ragnar Fossdalsá, formaður í B71, váttar fyri Sosialin­ um, at B71 hevur sent málið til FSF. Men aðrar við­ merkingar vil hann ikki gera í løtuni. Og tað er sum so heldur ikki tað stóra, sum fæst av viðmerkingum frá FSF, har málið varð viðgjørt í farnu viku. ­ Áðrenn starvsnevndin tekur endaliga støðu, hava vit biðið um eina løgfrøði­ liga meting av málinum. Ikki fyrr enn hendan fyri­ liggur, ger Starvsnevndin av, um vit biðja Aganevndina taka málið upp, sigur Óli Holm, forseti í FSF. Hvussu er og ikki, so er talan um eitt rættiliga prin­ sipielt mál. Verður niður­ støðan, at B36 eru sekir í poaching­ákæruni, er talan um fyrsta mál av sínum slag í Føroyum. Og tí fer ein møgulig revsing at skapa førdømi fyri líknandi málum í framtíðini. Prinsipp-mál á FSF-borðinum B71 ákærir B36 fyri spælarastuldur. Hetta tí sandoyingar meta, at B36 er farið eftir sáttmálabundnum spælara uttan um B71 Savnsmynd Kúrrur B36-formaður Vit hava roynt at fingið viðmerking um kæruna hjá B71 frá Per Hansen, sum er for­ maður í B36. Sum skilst, so er uppáhaldið hjá B36 í málinum, at teir hava verið í samband við B71, áðrenn nøkur stig vórðu tikin í royndini at fáa Magnus Olsen til B36. Tað hevur tó ikki eydnast okkum at fáa fatur á Per Hansen, hóast vit fleiri ferðir hava lagt boð til hansara. Og tí ber í løtuni ikki til at siga, hvørjar almennar viðmerkingar B36 hevur til ákæruna um spælarastuldur. -mørk