mánadagur 28. januar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 19 - 28. januar 2008 ]
Slagið skal standa við
Margáir
Tá ið fótbólturin aftur fer á rull í vár, verður tað ikki á
navnleysum vølli í Streymnesi, at EB/Streymur fer at
dystast ímóti hinum liðunum. Vøllurin var liðugur í 2007,
men saknur hevur verið í einum navni til hann. Men nú er
gjørt av, at vøllurin skal eita Vøllurin við Margáir, sigur
Sunda Kommuna á síni heimasíðu. Staðarnavnið Margáir
hevur sín uppruna í teimum mongu áunum, sum renna
oman í Stórá, beint við vøllin.
Holst skoraði ímóti
Brøndby
Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst
dugir at gera mál. Hann skoraði mál í ársins fyrsta venj
ingardysti hjá Lyngby, og um vikuskiftið skoraði hann
eisini í tí næsta. Hesaferð spældi Lyngby ímóti Brøndby,
og úrslitið gjørdist 22. Holst javnaði til 11 beint eftir
hálvleikssteðgin. Hin føroyski landsliðsspælarin í Lyngby,
Tem Hansen, spældi eisini við hendan dystin.
Hóast verjuparturin
ikki var so sann
førandi hesaferð,
so skoraði Stjørnan
somikið væl, at
sigurin á Kyndli
ongan tíð var í vanda
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í seinastu dystunum móti
Neistanum og VB hevur
Stjørnan veruliga havt
stórspælið frammi.
Tí var ikki væntandi, at
Kyndil kundi gera nakað
sum helst við oddaliðið,
og við einum tapi upp á
10 mál var tann spádóm
urin so ikki gjørdur fyri
skommum.
Men Kyndil royndi tó at
spæla
sín
møguleika.
Stjørnan var kanska ikki
heilt so væl gearað hesa
ferð, og fyri steðgin megn
aði Kyndil so hampuliga
væl at fylgja við.
Og hóast tað alla tíðina
so tungt út hjá gestunum,
so var tað kortini ikki fyrr
enn seinastu løtuna, at tað
veruliga skrædnaði mill
um liðini. Ikki minst tí
spælararnir hjá Stjørnuni
eru somikið væl fyri krops
liga, og tí veruliga kundu
seta trumf á seinastu løt
una, tá Kyndil varð runnið
niður og norð.
Enn sum áður er Stjørn
an greitt á odda í Sunset
kappingini, og tann støðan
verður so ikki broytt í
endaspælinum.
Har
er
einasti spurningurin, hvør
verður mótstøðan í final
uni.
Kyndil tykist hinvegin
hava rokkið fremsta málin
um um at halda sær burturi
frá botninum. Og í so
máta høvdu tær væl ráð at
liva við tapinum í Klaks
vík.
Stjørnan-Kyndil 35-25 (18-15):
Stjørnan
buldrar
víðari
Stjørnan-Kyndil 35-25 (18-15)
10 min: 7-6
20 min: 12-11
40 min: 22-18
50 min: 27-23
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Christophersen 10, Simona Peter-
sen 10, Una Olsen 5, Durita Ljósstein 4, Edith Han-
sen 2, Anna Kristina Samson 2, Hann Mikkelsen 1,
Bára Skaale Klakstein 1
Kyndil: Jackiln Durhuus 8(3), Randi Wardum 6(2),
Lina Andriulyte 5, Tordis Tróndarson 2, Barbara
Egilstrøð 1, Ása Apol 1, Eyðritt Andreasen 1, Mia
Káradóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 1, Kyndil 5
Útvísingar: Stjørnan 3, Kyndil 5
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen
FAKTA
StÍF sýndi mest sum
ræðandi styrki, tá teir
í dag vundu burtur úr
VÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kanska er einasta loysnin
at mansverja samfullar seks
útispælarar hjá StÍF. Í øllum
førum sýndu strandingarnir
sunnudagin, at teir hava so
nógv flestar streingir av
øllum.
Tí hóast unga VÍFliðið
fleiri ferðir spruttaði nakað,
so megnaðu teir als ikki at
halda sama støðuga støði,
sum gestirnir gjørdu.
Breið hóttan
Snøgt sagt, so var tað alla
tíðina onkur spælari – og
oftast fleiri – sum vóru til
reiðar at taka ábyrgd á
liðnum hjá StÍF.
Í álopinum hevur stórur
partur av spælinum í ár snar
að um Danni Syhler og Dav
id Edvardsen, og hesir
sýndu sanniliga sítt virði.
Ikki minst var tað sjónligt,
tá VÍF tað einu ferðina
royndi at skerma Syhler úr
spælinum við eini offensiv
ari 51 verju. Ístaðin fingu
teir bara ein krossandi
Edvardsen, sum tríggjar
ferðir á rað bankaði bóltin í
meskarnar, og so var tað
hugskotið líkasum slept.
Men eisini hinir á liðnum
sýndu dygdir, sum saman
lagt gera StÍF til vandamest
liðið í deildini. Justinussen
beiggjarnir hava skotstyrki,
sum fáir aðrir í landinum.
Á veinginum kundi tað nær
um gera tað sama, hvørjar
spælarar StÍF nýtti, tí teir
skoraðu kortini. Og í striku
spælinum hevur liðið eisini
frægar spælarar, sum eisini
fingu pláss, tá VÍF verjan
noyddist at hugsa bæði
breitt og djúpt.
Nú stendur VÍF miðskeið
is í einum ættarliðsskifti.
Og tí er ein stórsigur í Vest
manna ikki sama valds
demonstratión, sum tað var
fyri nøkrum árum síðani.
Men kortini hava teir gulu
somikið av kvaliteti, at tað
skal eitt serstakliga gott lið
til fyri at geva ein slíkan
umgang.
Spruttaðu viðhvørt
Tað var tó ikki soleiðis, at
vestmenningar vóru full
komuliga hjálparsleysir.
Við Agnari Joensen á
odda fylgdu vertirnir væl
við fyrstu løtuna av dystin
um sunnudagin, men breidd
in hjá StÍF kom teimum í
serstakliga
stóran
mun
tilgóðar, tá vestmenningar
ikki megnaðu at halda ferð
ini uppi allan vegin.
Hetta gav at bíta mið
skeiðis í fyrra hálvleiki, tá
67 gjørdist til 613, og aftur
í seinna hálvleiki var sama
skili. Tá hevði VÍF annars
eftir málleysa undirtalsstøðu
strítt seg til trý mál á rað og
minkað munin niður í 17
20. Men lítli spenningurin,
sum nú var í, hvarv sum
døgg fyri sól, tá StÍF vann
næstu løtuna 81. Og so var
góða arbeiðið hjá teimum
gulu at kalla burturspilt.
Og so kundu strandingar
nir róliga koyra sigurin
heim, meðan áskoðararnir,
sum øktust í tali, nú EMfin
alan var av, kundu grunda
um, hvat skal til, um StÍF
skal basast. Ja. Kanska ein
seksdupult mansverja er
svarið.
VÍF-StÍF 20-30 (11-16):
Spæla sum meistarar
VÍF-StÍF 20-30 (11-16)
10 min: 4-3
20 min: 6-11
40 min: 15-20
50 min: 17-25
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 4(1), Rúni Joensen 4, Daniel Rapa
4(1), Fríðbjørn Seloy 2, Niels Andreasen 2, Bjarti Han-
sen 2, Dávur Magnussen 1, Joen P. Høgnesen 1
StÍF: David Edvardsen 6, Rúni Niclasen 4, Leivur Just-
inussen 3(1), Jón Rasmussen 3, Bárður Danielsen 3,
Danni Syhler 3, Borgar Danielsen 3, André F. Danielsen
3, Sveinur Justinussen 2(1)
Brotskøst: VÍF 3, StÍF 3
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 4
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA
André F. Danielsen og StÍF eru flúgvandi. Hesa ferð var tað VÍF, sum í egnari høll fekk av at vita
Mynd: Álvur Haraldsen