mánadagur 28. januar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 19 - 28. januar 2008 ]
Við tárunum renn
andi stríð niðureftir
kinnunum, tustu
danskir leikarar,
leiðarar, venjarar og
aðrir inn á vøllin, eftir
at tað var greitt, at
danir vunnu finaluna
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
13. apríl í ár verður Ulrik
Wilbæk 50-ára gamal, og
sikken ein føðingardags-
gáva, hann fekk sunnudagin.
Hann hevur verið til ótallig
endaspæl, sum landsliðs-
venjari, hjá bæði kvinnum
og monnum, og aldrin er
hann komin heim aftur,
uttan eitt heiðursmerki.
Hvør annar
enn Wilbæk
Á fyrsta sinni nakrantíð,
hevur harrahondbóltur í
Danmark vunnið okkurt, og
við hvørjum øðrum enn við
Ulriki
Wilbæk
handan
róðurið.
-Eg eri ómetaliga glaður
fyri sigurin, og sera stoltur
av dreingjunum. Hetta hava
teir veruliga 100% uppi-
borið, sjálvt um tað mangan
ikki sá so pent út, sigur
Ulrik Wilbæk eftir dystin.
Danir vunnu dystin við
fýra málum, og tað var
næstan tann sami munurin,
sum var í hálvleikinum.
Danir vunnu 24-20, eftir at
hálvleikstøðan var 13-10.
Vánalig byrjan
Petar
Metlicic
skoraði
fyrsta málið í dystinum, og
eftir sjey minuttir var støðan
4-0,
áðrenn
Lasse
M.
Boesen kundi skora fyrsta
danska málið í dystinum,
hálvan minutt seinni, og so
vóru danir komnir veruliga
í gongd.
Hóast danir vóru komnir
í gongd í álopinum, tók
tann kroatiski málverjin,
Mirko
Alilovic
nærum
pippið frá dønum, tá hann
tað einu løtuna bjargaði
nærum øllum.
Hvidt í heimsflokki
Við einum sonnum orku-
máli, snaraði Lasse M.
Boesen sær á og javnaði til
støðuna 6-6, í 18. minutti.
Tá so kanska heimsins besti
hondbóltsleikari,
Ivano
Balic royndi seg í hinum
endanum,
vildi
danski
málverjin Kasper Hvidt tað
ørðvísi.
Hann
bjargaði
einum 100% møguleika, og
so var hann veruliga komin
í gongd. Hvidt hevur staðið
í málinum í øllum dystunum
hjá Danmark, hetta enda-
spælið, og bert í nýggju
minuttum í fyrsta dystinum
móti Noregi, slapp ein
annar fram at.
Donsk leiðsla
Tá seks minuttir restaðu av
fyrra hálvleiki var støðan
9-9, og tá so hálvi tvørámað-
urin Hans Lindberg skoraði
stutt eftir, kundi hann á
fyrsta sinni í dystinum legg-
ja danir á odda. Og tá so
Lars Christiansen skoraði
stutt aftaná, við enn einum
kontramáli, byrjaði at lík-
jast einum góðum donskum
hondbóltskvøldi.
Kroatar spæla vanliga
hart og kontant, og tað er
ikki altíð at teir verða revs-
aðir fyri tað, men tað blivu
teir sunnukvøldið, og nógv-
ar útvísingar komu teirra
veg. Hetta hevði við sær, at
danir kundu spæla meira
frítt, og hevði sín absolutta
leiklut í trýmáls hálvleiks-
leiðsluni hjá dønum.
Venjarin sá reytt
Í byrjanini vórðu kroatar í
tveimum støðum bríkslaðir
til at hava framt yvirtraðk í
álopstøðu,
og
kroatiski
venjarin, Ivica Udovicic var
frá sær sjálvum av øði, og
nakað inn í annan hálvleik
fekk spanski dómarin nokk
av geylandi psykopatinum á
síðulinjuni, og so fekk
kroatin burturvísing, eftir at
hann stutt áðrenn hevði
fingið sína seinastu ávaring.
Grundarlagið
fyri sigrinum
Bo
Spellerberg
fann
Michael V. Knudsen á
strikuni, tá 38 minuttir vóru
spældir, og hann skoraði til
17-11, men Balic fekk
minkað um munin stutt eftir
tað. Men stóra kroatiska
stjørnan fall fyri svingandi
sinni sínum og gjørdist
frustreraður og byrjaði at
brúka kjaft, heldur enn at
spæla hondbólt, og so gekk
av skriðuni, og onki hekk
saman longur.
Tá Kasper Hvidt so sam-
stundis byrjaði at bjarga
nærum hvørjum einasta
skoti, var grundarlagið fyri
sigrinum lagt.
Gull eftir
nervakent spæl
Sjey minuttir undan leikloki
vóru danir á odda 21-18, og
tann kroatiski venjarin fekk
reytt kort og var rikin niðan
á áskoðaraplássini, eftir at
hann hevði brúkt kjaft sum
ein svakur maður á síðu-
linjuni. Á donsku áskoðara-
plássunum var rómurin í
reinari ekstasu, meðan tað
hinvegin var heldur kvirt
hjá kroatunum.
Tá trýggir minuttir vóru
eftir av dystinum kundi
Lasse M. Boesen, við sínum
sjeynda
máli
skora
til
endaligu støðuna 24-20.
Hetta er fjórða ferðin at
danir hava staðið millum
fýra tær bestu tjóðirnar til
eitt stórt endaspæl, og
fyrstu ferð, at tað er eydnast
teimum at vinna.
Danmark er Europameistari
Johan ongan sáttmála í AB
Johan Gunnarsson, sum hevur royndarvant í danska felagnum
AB seinastu tvær vikurnar, fær ikki sáttmála við felagið.
Venjarin hjá AB, Flemming Christensen, sigur heimasíðuna
bold.dk, at Johan hevur klárað seg væl undir venjingunum. -
Johan er ein góður spælari og sera ambitiøsur, men vit gera
ikki nakra avtalu við hann. Hann er ikki munandi betur enn
teir spælararnir, sum vit hava til plássið frammanundan, og tí
vil eg heldur geva teimum møgleikan, sigur Flemming
Christiensen við bold.dk
Conteh skoraði fyri Brønshøj
32 ára gamli Denni Conteh, sum í fjør spældi við KÍ, leitar í løtuni
eftir nýggjum felag. Og fyri at halda formin við líka venur hann í
Brønshøj, har ein fyrrverandi liðfelagi í Herfølge, Bo Henriksen, er
venjari. Leygardagin spældi Conteh við í venjingardysti hjá
Brønshøj ímóti Herlev, og Conteh skoraði eitt av málunum í 3-1
sigrinum hjá Brønshøj. Sambært heimasíðuni bold.dk er ætlanin
hjá Denni Conteh at finna eitt nýtt felag í útlandinum, so hann
kann halda fram sum yrkisspælari.
Danskt hondbóltsgull
Hans Lindberg hevur skorað
Kasper Hvidt, danski landsliðsverjin
Kroatiski landsliðsvenjarin fær reytt kort
Kroatiskir áskoðarar