mánadagur 28. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 19 - 28. januar 2008 ]
Fríggjadagin varð
Jens Martin settur
í starv sum hjálpar
venjari hjá Alands
liðnum. Og sjálvur
ivast hann ikki í, at
úrslitini hjá liðnum
fara at betrast, nú
ein fastur bulur
hevur tikið skap
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
A-landsliðið hevur fingið
nýggjan hjálparvenjara.
Tað er gamli landsliðs-
málmaðurin, Jens Martin
Knudsen, ið hevur verið
málmansvenjari, sum nú
verður bæði málmans- og
hjálparvenjari.
Avtalan varð undir-
skrivað fríggjadaginog er
galdandi fyri HM-undan-
kappingina,
ið
verður
spæld í 2008 og 2009,
sigur FSF í tíðindaskrivi.
Jens Martin avloysir
John Petersen. Tað bar
ikki til hjá John at halda
fram sum hjálparvenjari,
deils tí hann er upptikin
av at venja Formulaliðið
hjá Skála, men eisini tí,
at hann er í holt við at
taka A-venjaraútbúgving-
ina, og at fleiri av sam-
lingunum í sambandi við
hesa útbúgvingina eru
samstundis sum lands-
liðið spælir.
Úrslitini koma
Nýggi hjálparvenjarin hjá
landsliðnum er ikki í iva
um, at føroyska landsliðið
fer at fáa betri úrslit í
komandi
HM-undan-
kapping.
- Vit hava brúkt seinastu
árini at finna ein nýggjan
bul, og eg eri sannførdur
um, at vit nú eru við at
hava funnið liðið, ið fer
at klára seg betur. Vit
mugu ásanna, at vit ikki
hava
somu
talent
at
arbeiða við, sum tey stóru
londini hava. Hjá okkum
ræður um at finna stríðs-
andan fram, og brúka
hann.
Jens Martin Knudsen
dylur ikki fyri, at tað
verður eitt upplivilsi at
vera við á síðulinjuni, tá
Føroyar aftur skulu spæla
móti Eysturríki.
- Ja, men fyri meg
persónliga er tað meira
týdningarmikið at fáa
høvi til at geva burturav
aftur av teimum royndum,
sum eg havi fingið sum
spælari, frá tí at føroyska
kósin í altjóða fótbólti
varð sett út í kortið fyrst í
nítiárunum, og vit millum
annað
vunnu
móti
Eysturríki,
sigur
Jens
Martin Knudsen.
Hann sær fram móti at
arbeiða tættari saman við
Jógvan Martin Olsen.
- Vit kennast. Eg var
hjálparvenjari, tá Jógvan
Martin vandi NSÍ, og eg
havi stóra virðing fyri
venjaranum og royndun-
um og vitanini hann
hevur.
Hvussu
leiklutirnir
verða býttir, hava vit ikki
tosað um, men eg veit, at
Jógvan Martin er opin
fyri nýhugsanum, og eg
havi ætlanir um at seta
mítt
fingramerki
á
landsliðið.
- Tilfarið er til staðar til
góð úrslit. Um eg ikki
trúði upp á at landsliðið
kann klára seg betur, enn
vit hava gjørt í seinastu
undankapping, hevði eg
ikki skrivað undir avtal-
una. Eg verði stórliga
bilsin, um vit ikki um
tvey ár kunnu vera mun-
andi meira nøgd við
úrslitið, enn vit vóru, tá
seinasta kapping var av,
sigur Jens Martin Knud-
sen við football.fo.
Tað var ein vónbrotin
Daniel Rapa, sum eftir
dystin hjá VÍF mátti ásanna,
at lið hansara nú er heilt
nær niðurflyting.
Ein av frágreiðingunum
er helst vantandi royndirnar
hjá liðnum, sum fyri tað
nógva
er
í
eini
endurbyggingarstøðu. Men
hetta einsamalt er ikki allur
sannleikin, heldur Daniel.
- Tað er rætt, at okkara
ikki hava so nógvar royndir.
Men tú kanst ikki alla tíðina
umbera við, at spælararnir
eru somikið ungar. Í dag
halda vit ikki avtalurnar í
álopinum, og vit halda ikki
avtalurnar í verjuni. Og so
er tað serstakliga trupult at
vinna ein hondbóltsdyst,
heldur Daniel.
Enn vil hann tó ikki geva
skarvin yvir.
- Tað verður trupult –
eingin ivi um tað. Tað er
kanska ikki eingongd nóg
mikið, um vit vinna seinastu
dystirnar móti StÍF og
Kyndli, tí helst skulu vit
hava okkurt stigið afturat.
Men
so
leingi,
sum
møguleikin er til staðar,
fara vit sjálvandi at stríðast
fyri hesum, sigur Daniel.
-mørk
Mugu halda avtalurnar
Úrslitini fara
at betrast
VÍF stendur nú av
álvara við rygginum
móti múrinum.
Verjuparturin varð
gloymdur móti StÍF,
sum nú er fýra stig
leyst av botninum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Treytirnar hjá VÍF vóru
greiðar undan dystinum
móti StIF sunnudagin. Bert
ein sigur taldi nóg mikið,
og fyrstu løtuna av dystinum
tóktist eisini, sum tók VÍF
blunkandi ávaringarlamp-
urnar til eftirtektar.
Væl tendraða heimaliðið
legði nevnliga bragdliga
fyri, og eftir fyrstu 10 min-
uttirnar tóktust tær vera á
sigurskós.
Knekkaðar
Men sálarliga tóktist liðið
tó ikki vera til reiðar eftir
mongu tapini á rað, sum
tær hava verið fyri. Trúgvin
upp á sigurin var í øllum
førum sera trupul at fáa
eyga á næstu longu løtuna,
tá StÍF vendi gongdini frá
hóttandi tapi til alt meira
sannførandi sigur.
Serliga var tað í verju-
partinum, at tað haltaði hjá
VÍF. Fleiri ferðir rópti Dan-
iel Rapa til genturnar hjá
sær, at tær vóru ov fittar í
verjuni.
Og fittar vóru tær. StÍF
fekk í nógvum løtum gott
pláss at spæla á, og tí kundu
serstakliga Rebekka Justin-
ussen, Johanna í Króki og
Ninna K. Johansen gera sær
dælt av. Ikki minst var tað
hugkvekjandi
at
síggja
sjálvsálitið, sum Ninna fylti
í bæði seg sjálva og viðspæl-
ararnar, sum hon støðugt
lyfti upp við góðum spæli,
flottum skotum og einum
framúr stríðsvilja, sum væl
og virðiliga var meira enn
tað, sum VÍF megnaði at
taka. Og so munaði tað lít-
ið, at VÍF í málinum hevur
ein málverja, sum verður
roknað millum tær bestu í
landinum.
Ikki fyrr enn seinastu løt-
una av dystinum tóktust tær
á heimaliðnum aftur tora at
spæla. Tá var dysturin tó
kortini taptur, og spenning
megnaðu tær als ikki at
skapa aftur.
Ikki avgjørt enn
Heilt niðri er VÍF tó ikki
enn. Men við fýra stigum
upp til StÍF og Kyndil skal
tað nú vilja serstakliga væl
til hjá teimum gulu, um tær
ikki aftur noyðast eina deild
niður komandi kappingarár.
Gaman í hava tær enn dystir
til góðar móti bæði StÍF og
Kyndli, men málmunurin er
hjá liðnum er lítið at reypa
av, og tí er helst neyðugt at
fáa okkurt stigið afturat
teimum fýra, sum kunnu
vinnast móti nummar fimm
og seks.
Og so er heldur ikki víst,
at tað er nóg mikið, tí bæði
StÍF og Kyndil hava áður
tikið stig frá Neistanum og
VB, og tað er jú eingin, sum
sigur, at tað ikki kann henda
eina ferð afturat.
VÍF-StÍF 23-29 (11-14):
VÍF helt ikki botninum
Viljin hjá StÍF at vinna var
størri enn hjá VÍF. Og tað var
fyrst og fremst hesin, sum var
avgerandi í botnuppgerðini í
Vestmanna sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-StÍF 23-29 (11-14)
10 min: 6-3
20 min: 7-10
40 min: 15-20
50 min: 18-26
Málskjúttar
VÍF: Liljan Durhuus 7(2), Ioana Rapa 6, Rannvá á Rógvu 4, Fríða
Marjunardóttir 2, Tomma Petersen 1, Katrin Christophersen 1,
Heidi Joensen 1, Torgunn Johannesen 1
StÍF: Ninna K. Johansen 7, Jóhanna í Króki 6, Rebekka Justinun-
ssen 6(2), Signhild Petersen 4, Rósa Johansen 2, Ata Gregersen 1,
Sólfríð Christiansen 1, Bára B. Danielsen 1, Oddrún Danielsen 1
Brotskøst: VÍF 2, StÍF 2
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA
Sonur Sheringham venur hjá Toda
19 ára gamli sonurin hjá ensku fótbóltslegenduni Teddy Sheringham skal
hesa vikuna royndarvenja í FC Amager, har fleiri føroyskir spælarar eisini
eru sáttmálabundnir. Charlie Sheringham hevur seinast spælt fyri Crystal
Palace, men nú hevur hann hug at royna eydnuna í Danmark. Hann skal
vandi á Amager fyrstu ferð leygardagin, í gjár spældi hann við í venjingar-
dysti, og hann verður á Amager til komandi vikuskifti.
Tey kallaðu okkum FC Tórshavn
- Í byrjanini vóru tað fleiri, sum kallaðu okkum FC Tórhsavn, men
vit hava ongar føroyingar á liðnum, sigur Todi Jónsson, nevndarfor-
maður í FC Amager, í stórari samrøðu við danska Tipsblaðið fríggja-
dagin. Todi Jónsson greiðir í blaðnum frá nýggja felagnum á Amag-
er, og hvør ætlanin er við felagnum. Todi leggur dent á, at FC Amag-
er skal ikki verða nakað føroyskt felag burtur av, men at ungir før-
oyskir fótbóltsspælarar fara at fáa møguleika at menna seg í
felagnum.