Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 19 - 28. januar 2008 ] Obi heldur fram á Skála Álopsspælarin Obele Obi Okeke, sum í fjør skifti frá B36 til Skála, heldur fram á Skála í hesum kappingarárinum. Obi er komin aftur til Føroya, og hann skal styrkja Formulahópin hjá Skála í ár. Sambært heimasíðuni hjá Skála hevur Obi fingið arbeiði á Skála Skipasmiðju. Stóri samráðist við Køge Síðani á sumri 2006 hevur Henrik Larsen verið venjari hjá danska 1. deildarfelagnum Køge, og nú er upp á tal, at sáttmálin millum partarnar skal leingjast. Fíggjarstøðan í felagnum hevur tó verið vánalig. Felagið hevur verið hótt av húsagangi, hevur mist nógvar spælarar, hevur fingið bann ímóti at skriva sáttmálar og ein ætlað samanlegging var av ongum. Hóast hetta hevur Køge megnað at hildið seg í ovaru hálvu av 1. deild. - Tað er sjálvandi keðiligt, at vit ikki kunnu skriva sáttmálar við spælarar, men eg kenni fíggjarstøðuna og havi vitað um hetta frá byrjan av. Støðan er blivin betur, men heldur ikki hesum transfer-vindeyganum fáa vit gjørt sáttmálar, sigur Henrik Larsen við bold.dk. Hann váttar, at hann nú sam- ráðist við leiðsluna í Køge um at halda fram sum venjari í felagnum. Aftur hesa ferð var Kyndil liðið, sum dugdi at halda høvdið kalt, og so misti H71 púrasta sambandið við oddin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tykist vera ein farin tíð, tá H71 plagdi at hava takið á Kyndli. Í vetur hevur Kyndil kanska havt tað tungt, men í Hoyvík hava teir stórtrivist, og aftur sunnudagin gjørdist talan um sigur. Størsta partin av dystinum var tað eisini Kyndil, sum hevði munin, og hoyvíkingar máttu við nervum hyggja at, meðan lið teirra datt alt long- ur frá møguleikanum um ein sess í FM-finaluni. Móti dystarenda kom tó spenningur í aftur. H71 tog- aði seg alsamt nærri Kyndli, og tá ein góður minuttur var eftir at spæla, stóð á jøvn- um. Men Kyndil helt tó høvdin- um kalt. Heldur enn at fara í panikk, nú H71 hevði togað seg ájavnt, lótu teir grønu mótstøðuna um at gera mis- tøkini, og so kundu teir stað- festa sigurin við teimum báð- um seinastu málunum í dyst- inum. Og hetta var eftir øllum at døma seinasta spruttið hjá H71 í royndunum at røkka finaluni. Hjá Kyndli er tann spurningurin ikki so øgiliga aktuellur, men liðið er mest sum finaluklárt til steypafin- aluna, og tað er uttan iva ein møguleika, sum teir grønu vilja leggja alstóra orku í. Úrslitini hava verið við Neistanum, hóast leikliga gongdin hevur haltað. Sunnu­ dagin staðfestu teir tó ruddiliga, at teir ætla sær sess í FM­ finaluni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kanska var tað sigurin á H71 fyri viku síðani, sum bar við sær, at Neistin veruliga fekk glið á. Undir øllum umstøðum megnaðu kollfirðingar lít- ið, tá teir sunnudagin tóku móti teimum bláu, sum skuldu brúka tvey stig til at staðfesta sína støðu sum FM-kandidatar. Og tann staðfestingin varð longu gjørd fyrstu minuttirnar av dystinum. Við fullari ferð varð KÍF at kalla runnið umkoll, og so ráddi bara um hjá Neist- anum at halda tørn. Nakað sum teir eisini megnaðu uttan stórvegis hóvasták. Og tað gjørdi ikki lagið hjá gestunum verri, tá teir eftir dystarlok frættu, at Kyndil hevði gjørt sína skyldu í grannauppgerðini móti H71. Tað úrslitið ber við sær, at Neistin nú hev- ur sjey stig niður til triðja besta liðið, og tí skal tað nú vilja heilt, heilt illa til, um ikki Neistin skal vissa sær pláss í FM-finaluni, har StÍF verður mótstøðu- liðið. Hjá KÍF er verri statt. Ein vánalig úrtøka fyrstu dystirnar saman við skað- um tóku luftina úr liðnum, longu áðrenn kappingin veruliga var blivin stuttlig, og í løtuni er ilt at síggja stuttleikan í spælinum hjá KÍF, sum eina mest tykist bíða eftir, at nýtt kappingar- ár fer at byrja. Við greiðum sigri í Kollafirði sýndi Neistin, at teir eru til reiðar at spæla FM-finalurnar, tá hesar koma á skrá Mynd: Álvur Haraldsen KÍF-Neistin 21-32 (7-13): Neistin gjørdi bart KÍF-Neistion 21-32 (7-13) 10 min: 2-4 20 min: 4-7 40 min: 13-19 50 min: 15-27 Málskjúttar KÍF: Dean Jankovic 5, Ási Dam 4, Niklas Reginsson 4, Damir Oros 4, Jákup Trygvason 3, Tony Weihe Neistin: Bogi Berg 5, Johann Brekstein 5, Blagoje Buha 5(4), Tróndur Kragesteen 5, Ingi Olsen 3, Roar Dalsgarð 3, Jugoslav Djumic 3, Karl Herup Olsen 1, Jón Ludvík 1 Brotskøst: Neistin 4 Útvísingar: KÍF 5, Neistin 3 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA H71-Kyndil 24-26 (11-15): Liðugt hjá H71 H71-Kyndil 24-26 (11-15) 10 min: 5-7 20 min: 9-11 40 min: 16-19 50 min: 20-22 Málskjúttar H71: Halgir Dahl Olesen 7(2), Janus Sørensen 6, Dánj- al Tórgarð 5(2), Esbern Patursson 3, Niels Viggo Nicla- sen 1, Eyðun Høgjaard 1, Bárður Brimvík 1, Johnny Durhuus 1 Kyndil: Finnur Hansson 8(1), Høgni Klein 6, Hans Áki Dal Christiansen 4(2), Hjalti M. Jacobsen 3, Josef Abra- hamsen 2, Janus Einar Sørensen 2, Rani Ellingsgaard 1 Brotskøst: H71 5, Kyndil 4 Útvísíngar: H71 4, Kyndil 2 Diskvalifikatiónir: H71 1 (beinleiðis reytt), Kyndil 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Við einum sigri, sum at enda gjørdist tryggari, enn hann veruliga var, vann VB seg leyst av Neistanum í stríðnum um seinna plássið í FM­finaluni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Neistin størsta partin av kappingarárinum hevur havt munin á VB, so hava vágsgenturnar støðugt havt onkrar eyka trumfar í hond- ini. Nevnliga at tær áttu tveir heimadystir á móti Neistan- um. Men eitt er at tosa um fyri- munir. Týdningarmiklari er at prógva, at somu fyrimunir eru ítøkiligir, og tað var hetta, sum var setningurin hjá VB sunnudagin. Skrædnaði seinastu minuttirnar Og setningurin varð rokkin, kann nú staðfestast. Móti Neistanum var talan annars alla tíðina um ein sera tættan dyst. VB var tó liðið, sum hevði munin fyri tað mesta. Neistin royndi í sínum lag at ansa eftir Daivu Toumaite, og tær megnaðu so dánt at halda fast í VB, sum ikki veruliga slapp avstað. Men tað er tungt, tá støð- ugt er eitt, tvey og kanska trý mál aftanfyri. Og tað kostaði eisini hjá Neistanum at enda. Seinastu løtuna setti VB nevnliga av álvara trumf á. Neistin hevði tá ikki ráð at sýna meira tol í spælinum, og tá tær so royndu at satsa í royndini at vinna VB aftur, gav hetta baksláttur. Heimaliðið sementeraði nevnliga sigurin seinastu løt- una, og so var fagnaðurin sum vera man stórur í VB- høllini. Finaluklárar Og tað var eisini øll orsøk til tað. Tí við sigrinum hev- ur VB fingið annað beinið væl og virðiliga inn um finalugáttuna. Tvey stig eru á muni, og tey kann Neistin sjálvandi vinna aftur, um tær vinna seinna útidystin móti VB. Men málmunurin hjá VB er nú væl betri, enn hann er tað hjá teimum bláu, so megnar VB at halda tørn móti niðaru støddu liðunum á stigatalvuni, skuldu allir møguleikar verið at spælt seg í FM-finaluna annað árið á rað. VB-Neistin 22-17 (9-8): VB hevur nú munin VB-Neistin 22-17 (9-8) 10 min: 3-3 20 min: 5-6 40 min: 15-13 50 min: 18-16 Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 11(3), Laila Jespersen 3, Christina Holm 3, Svava Vestergaard 2, Gurið K. Mortensen 2, Theresa Joensen 1 Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6(1), Unn J. Kragesteen 3, Rakul Magnussen 2(1), Anja Heinadóttir 2, Rakul Aug- ustinussen 2, Elin Stakksund 1, Marjun F. Danberg 1 Brotskøst: VB 4, Neistin 4 Útvísingar: VB 2, Neistin 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA