mánadagur 28. januar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 19 - 28. januar 2008 ]
Við einum dysti á láni,
hava harrarnar úr Fugla
firði eitt sera gott útgangs
støði til ein endaspurt í
FM stríðnum, sum tykist
vera alt meira spennandi.
So at siga øll lið eru før
fyri at taka stig frá hvør
øðrum, og tað er nærum
finalukendur spenningur
um hvønn einstakan dyst.
Sunnudagin
vitjaðu
harrarnar úr Fuglafirði í
Havn, har Fleyr vóru vert
ir, og eisini hesin dysturin
bleiv ein sannur gysari av
einum 5 settara.
Enn ein 5-settari
Dysturin gjørdist eisini
sera spennandi og skuldu
heili 5 sett til fyri at avgera
hann. Fyrsta sett vann
Fleyr 2521 og vóru teir
eisini
frammanfyri
frá
byrjan til enda.
Næsta sett høvdu ÌF
munin, og vunnu settið 25
23.
Í triðja settið tóktist
túrurin aftur at vera komin
til Fleyr at vinna, og end
aði setti 2520 til harrarnar
úr Havn.
Nú stóð á gomlum nøgl
um, og ÍF reistist seg veru
liga og vístu meistarakent
spæl, og settu vertirnar
uppá pláss við at vinna
settið 2514.
Avgerandi settið
Í fimta og seinasta settin
um, var ÍF frammanfyri í
byrjanini, men Fleyr kom
sterkt aftur, og javnaði eitt
skifti til 88. Haðani fylgd
ust liðini nærum hond í
hond upp til støðuna 12
12, haðani ÌF síðani drógu
longra stráðið og vunnu
settið 1512, og harvið
eisini dystin 32.
Kapping um plássini
Hesin sigurin á útivølli
hevur sostatt við sær, at ÌF
liðið er komið uppá næst
fremsta pláss í bestu flog
bóltsdeildini hjá monnum,
og liggja teir bert eitt stig
aftanfyri Mjølnir, men
Fuglfirðingar hava spælt
ein dyst færri enn kapping
arneytar sínir, so kappingin
sær út til at gerast sera
spennandi, nú bert seks
dystir eru eftir at spæla.
-niels
Fleyr-ÍF 2-3 (25-21, 23-25, 25-20, 14-25,
12-15):
ÍF vil hava
gull
Fuglfirðingar hava eitt sera sterkt lið í bestu deildini hjá
monnum í flogbólti, og teir nærkast alsamt oddinum.
Spennandi verður at fylgja gongdini, restina av kappingini
Nýggjur formaður í Fram
Á aðalfundi hjá felagnum herfyri takkaði Magnus Fuglø fyri
seg eftir drúgt áramál sum formaður í Fram. Nýggjur maður í
sessinum er Tórarin Hentze úr Havn. Afturat honum eru Áki
Mortensen, Jákup Petur Eliasen, Rói Jacobsen og Fróði
Danielsen. Eitt tað fyrsta stigið, sum nýggja nevndin tók, var
at kjósa fyrrverandi formannin sum heiðurslim í felagnum.
Venjaraspurningurin hjá felagnum er eisini avgreiddur, og
verður tað John Eystberg, ið heldur fram í hesum starvi.
Afturat sær hevur hann Jón Brekku.
Claus tapti
Blackpool spældi ímóti Bristol City í næstbestu ensku
fótbóltsdeildini um vikuskiftið, og hesaferð endaði tað
við tapi hjá Blackpool. Claus Bech Jørgensen var á
liðnum frá byrjan, og hann spældi til ein hálvur tími var
eftir. Tá varð hann skiftur út. Eitt mál kom í dystinum, og
tað skoraði Bristol City eftir 20 minuttir. Fleiri enn
15.000 fólk hugdu eftir dystinum.
Kvinnuliðið hjá SÍ
endaðu næsta partin
av kappingini í
Meistaradeildini sum
oddalið, hetta aftaná
ein sannførandi sigur
móti enn einum
ungum KÍF liði
Flogbóltur
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Hesi bæði liðini eru javnt
ung sum lið í meistaradeild
ini, men í mun til KÍF má
sigast at SÍ hevur verið
heppið við at hildið uppá
teirra ungu og evnaríku leik
arar. KÍF hevur mist nógv
fólk, og hetta ávirkar teirra
spæl nógv.
Hóast fyrsta sett byrjaði
rímuliga javnt, sást stórur
munur á liðunum. SÍ leikar
arnar megnaðu at spæla á
einum væl hægri støðið,
men nakað nógvir feilir,
bæði í servum og álopi,
settu tó sín dám á dystin.
Hóast hesa sannroynd, eydn
aðist tað sørvágskvinnum
at halda munin og vunnu
tær fyrsta settið 2516.
Í øðrum setti kemur SÍ á
odda heili 100, og tá er sett
ið í roynd og vera avgreitt.
SÍ venjarin vekur síðani at
seta yngri kreftir inn, og
tær svíkja ikki givið álit, og
eru við til at avgera settið
fyri heimaliðið. Heili 2509
endar settið, og SÍ sær øði
liga sterkt út í løtuni, og
mugu teljast sum absoluttir
favorittar til FM heitið og
møguliga eisini steypafin
aluvinnarar
um
miðjan
næsta mánað.
Triðja settið byrja kvinn
urnar úr Kollafirði væl bet
ur, og í løtum vísa tær sera
gott spæl í álopinum. Tað
gevur sjálvsálit, og tá feilir
nir hjá SÍ gerast heldur
nógvir, sær tað dapurt út
hjá heimaliðnum, men við
hepnum útskiftingum, eydn
ast tað SÍ venjaranum at
venda gongdini í dystinum,
so at tær móti endanum fáa
koppa gestunum og harvið
vinna settið og dystin. Eitt
skifti í triðja setti vóru KÍF
á odda 1715, men SÍ kom
sterkt aftur og vann 2522.
SÍ-KÍF 3-0 (25-16, 25-09, 25-22):
Sannførandi SÍ sigur
Seinast damurnar úr
Fuglafirði møttu TB,
vunnu tær 3-1 suðuri
í Trongisvági, og
hetta hendi aftur
sunnudagin á
Kambsdali, tá ungu
tvørádamurnar vóru
á vitjan við einum
skerdum liði
Flogbóltur
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Í fyrsta settinum byrjaðu TB
kvinnurnar betur og vunnu
tað eisini 2325. Eftir hetta
tóktust ÍF kvinnurnar at taka
seg saman og megnaðu tær
eisini at vinna næsta sett 25
16. ÍF venjarin valdi at nýta
ungu Urd Traðará allan
dystin, og sigast má at hon
stóð seg avbera væl.
Triðja settið í dystinum
vísti seg at vera eitt sera
spennandi eitt av slagnum.
Tí við støðuni 2423 til
gestirnar av Tvøroyri, stóðu
TB kvinnurnar til at hava
settbólt, men ÍF venjarin
bað um timeout og so
vendi alt. Blaðungu tvørá
genturnar vóru sum lamm
aðar eftir timeoutið, og ÍF
skoraði trý løtt stig, og tóku
harvið eisini triðja settið.
Fjórða settið var eins og
hini frammanundan, merkt
av fjálturstungnum spæli,
og nógvum feilum, men ÍF
vann tað sikkurt, og harvið
eisini dystin, 31.
Bjørt framtíð
fyri framman
Ikki bert ÍF hevur íslett av
ungum leikarum. Nærum
alt TB liðið er blaðungt, og
hava tær ein miðalaldur
uppá 17,8. Flestar av teim
um spæla á kvinnuunglinga
liðnum hjá felagnum, so
tað sær kanska eitt sindur
dapurt út í løtuni, men fram
tíðin hevur óivað eitthvørt
spennandi at bjóða uppá.
Skerdir gestir
TB vóru tíðuliga merktar
av at nakrar av eldru leikar
unum ikki vóru við á
Kambsdali. Onkrar teirra
eru givnar í felagnum, og
Sólva Dimon var ikki tøk
heldur, men Sára Strøm var
við aftur, og hennara partur
lá ikki eftur.
Nú eru tveir triðingar av
kappingini lagdir afturum,
og stigini eru hálveraði, so
man kann næstan siga, at
tað er ein nýggj kapping, ið
nú byrjar.
ÍF-TB 3-1 (23-25, 25-16, 26-24, 25-16):
Aftur 3-1 til ÍF
Katrin Petersen sæst her í
dysti. Hon er ein av teimum
mongu ungu kreftunum á
TB liðnum, ið hevur ein
miðalaldur upp á bert 17,8 ár