mánadagur 28. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 19 - 28. januar 2008 ]
Manchester City blivu
tey seinastu Premier
League ofrini, ið ruku
út úr glæsuligu ensku
steypakappingini.
Teir ruku út móti
Sheffield United,
tá hesir vunnu 2-1
í síðsta dystinum í
fjórða umfari
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Við
málum
frá
Luton
Shelton og Jonathan Stead
innanfyri 12 minuttir vísti
tað seg, at Shefield United
høvdu gjørt nóg mikið til at
náa til fimta umfar av FA-
Cup. Lutakastið um, hvør
skal møta hvørjum í fimta
umfari verður í dag, og bert
seks av Premier League
liðunum eru eftir í heimsins
elstu steypakapping.
Ungt talent ávegis
Manchester City liðið við
svenska Sven-Goran Eriks-
son sum venjara megnaði at
minka um munin tíðliga í
øðrum hálvleiki við máli
frá unga og evnaríka Daniel
Sturridge, men tað skuldi
vísa seg at gerast ov lítið
hjá City, ið ikki kláraðu at
fáa meira burturúr. Hesin
ungi Daniel Sturridge er
systkinabarn Dean Stur-
ridge, ið best var kendur
sum áleypari í feløgunum
Derby og Wolverhampton.
City viðhaldsfólkið
avgjørdu dystin
City
vóru
upprunaliga
avgreiddir innan 12 minutt-
ir, men tað var partvís orsak-
að av teirra egnu viðhalds-
fólkum, ið høvdu valt at
taka eina øðiliga rúgvu av
luftballónum í bláum og
hvítum litum til á tann hátt
at seta lit á dystin. Men tey
høvdu kanska ynskt at tey
ikki tóku so nógvar við, tí
ein av hesum ballónunum
hevði beinleiðis ávirkan í
fyrsta málinum hjá “The
Blades”. Innlegg kom úr
vinstra borði, har bólturin
so boblaði uppá ballónina
og framvið Michael Ball, ið
tessvegna ikki fekk sparka
vekk, og so var laga manni
hjá manninum av Jamaica,
Luton Shelton at leggja
heimaliðið á odda. Málið er
bert tað triðja hjá Shelton,
síðani skiftið hjá honum frá
svenska felagnum Helsing-
borg. Hann kostaði Bryan
Robson og hansara monn-
um, 18,5 milliónir krónur.
So okkurt man fyrrverandi
Manchester United miðvall-
arin hava lært hann í Shef-
field.
United og Liverpool
Øll tey ”stóru fýra” vunnu
sær atgongd til lutakastið
til fimta umfar í FA Cup,
og hetta gjørdu tey, við at
vinna á ávíkavist Tottenham,
Havant & Waterlooville,
Wigan og Newcastle.
Manchester United og
Tottenham
spældu
ein
spennandi og vælspældan
dyst, har serliga Owen Har-
greaves og Cristiano Ron-
aldo skaraðu framúr. United
vunnu dystin 3-1. Málini
skutu Tevez, Ronaldo 2, og
fyri
Tottenham
skoraði
Robbie Keane.
Liverpool hevði vitjan av
Non-League liðnum Havant
& Waterlooville, ið hava
tikið øll á bóli í FA Cup í ár
og rokkið so langt í kapp-
ingini. Liðið liggur heili
123 pláss lægri enn Liver-
pool, men hóast hesa sann-
roynd, megnaðu teir at
leggja seg á odda heili tvær
ferðir í dystinum. Móti end-
anum var tað tó ov stórur
munur á, og taptu teir 5-2.
Men dysturin vísir, at andin
á FA Cup framvegis livir
væl. Ein kapping, har mann
aldrin kann vera vísur í,
hvat úrslitið fer at verða,
hóast tað eru 123 pláss á
muni millum liðini.
»The Blades«
kutaðu City
úr FA-Cup
Málskjúttarnir báðir Jonathan Stead og Luton
Shelton, fegnast yvir fyrsta málið í dystinum, ið
kom á ein heldur undarligan hátt.
Mynd: Polfoto/AP
Úrslitini í fjórða umfari vóru:
Arsenal-Newcastle 3-0 (Adbayor2, s.m.)
Barnet-Bristol Rovers 0-1 (Lambert)
Coventry-Millwall 2-1 (Hughes, Mifsud - Simpson)
Derby-Preston 1-4 (Earnshaw - Hawley2, Whaley,
Mellor)
Hereford-Cardiff 1-2 (Robinson – McNaughton,
Thompson)
Liverpool-Havant&W. 5-2 (Lucas, Benayoun3, Crouch
– Pacquette, s.m.)
Mansfield-Middlesbrough 0-2 (Dong-Gook, Buxton)
Man. Utd.-Tottenham 3-1 (Tevez, C.Ronaldo2 - Keane)
Oldham-Huddersfield 0-1 (Beckett)
Peterborough-W.B.A. 0-3 (Bednar, Koren, Phillips)
Portsmouth-Plymouth 2-1 (Diarra, Kranjcar - Clark)
Sheffield Utd.-Man. City 2-1 (Shelton, Stead -
Sturridge)
Southampton-Bury 2-0 (Surman, Raziak)
Southend-Barnsley 0-1 (Campbell-Ryce)
Watford-Wolves 1-4 (O’Toole – Keogh2, S.Elliott,
Bothroyd)
Wigan-Chelsea 1-2 (Sibierski – Anelka, Wright-Phillips)
Lutakastið, um hvør skal møta hvørjum, í fimta
umfari, verðu seinnapartin í dag.
Atli legði upp til mál
Danska 1. deildarliðið Frem spældi um vikuskiftið sín
fyrsta venjingardyst. Dysturin var á útivølli ímóti AB. Í
fyrra hálvleiki hevði Ab vindin í ryggin, og teir skoraðu
tvey mál. Í seinna hálvleiki var sum vent í holuni, og nú
var Frem omaná. Atli Danielsen sat á beinkinum frá
byrjan, men hann kom inn, tá ið tað restaði ein hálvur
tími. Atli hevði ávirkan á úrslitið, tí hann legði upp til
útjavnandi málið hjá Frem. Dysturin endaði 2-2.
Hvidovre fegnast um
Cieslewicz
Í Hvidovre fegnast tey um, at tað hevur eydnast felagnum
at leiga álopsspælaran Lukasz Cieslewicz úr Brøndby.
Lukasz, sum búði fleiri ár í Vági og spældi við VB, er
annars sáttmálabundin í Brøndby, men har vilja teir nú
hava Lukasz at royna seg í næstbestu donsku deildini , og
tað kemur væl við hjá Hvidovre, har teir halda seg hava
góða verja, men hava brúk fyri styrki til álopið.