týsdagur 29. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 20 - 29. januar 2008
dir Gráasteini
Partabrøv upp og niður
Dagurin í gjár royndist misjavnt hjá føroysku
feløgunum á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi. Vísir
skrivar, at partabrøvini í Atlantic Petroleum vóru tey,
sum fullu mest í virði av øllum teimum skrásettu
feløgunum. Fallið var 8,93 prosent. Hjá Atlantic
Airways var øvugt. Virðið á felagsins partabrøvum vaks
3,10 prosent. Verri gekst teimum báðum bankunum.
Virðið á partabrøvunum í Føroya Banka fall 2,78
prosent og hjá Eik Banka 2,97 prosent.
Hevði ikki loðs
Tey seinastu árini er tað hent við jøvnum millumbilum, at
skip eru strandað á sandrivinum Hatter Barn, sum er
millum Samsø og Sæland. Tað seinasta var tað 74.000
tons stóra farmaskipið »Trans Pacific«, sum strandaði á
rivinum sunnunáttina. Danska bjargingartænastan sigur,
at farmaskipið hevði ikki loðs umborð, hóast tað er
tilmælt. Skiparin hevur greitt frá, at hann snaraði undan
einum øðrum skipið og endaði á rivinum.
Virðisbrævamarknaðurin í Reykjavík
(Mynd: Vísir)
ikki koma at kosta keypar
unum nakað, ljóðaði lyftið
frá Føroya Banka, sum
fíggjar alt projektið. Í sam
røðu við Dimmalætting í
august í fjør lovaðu bæði
Christian Andreasen, advo
katur, og Súni Schwartz
Jacobsen, stjóri í Føroya
Banka,
at
keypararnir
høvdu einki at óttast. Prís
urin fór at halda, og eingin
vandi var fyri, at byggi
fyritøkan fór av knóranum.
Stóri
fundarsalurin
á
Hotel Føroyum er stúgvandi
fullur av fólki, øll eru tey
komin við hvør sínum
brævi í hondini.
Christian Andreasen skal
koyra showið hetta regn
tunga mánakvøld. Álvar
samur vísir hann fjølmiðl
unum durafjórðingin. Hetta
er ein afturlatin fundur,
bara fyri keyparar. Undir
ritaði má tí taka til takkar
við einar dyr, ið standa á
glopp.
Ger so væl
Advokaturin, sum síðani í
fjørsummar eisini hevur
verið nevndarformaður í
umskipaðu fyritøkuni KJ
Contractors, byrjar at greiða
frá vánaligu fíggjarstøðuni
í fyritøkuni. At talan er um
eitt stórt projekt, sum ikki
er eydnast, og sum tí fær
ógvusligar avleiðingar fyri
keypararnar. At KJ Contrac
tors er ikki ført fyri at lyfta
uppgávuna og má steðga
sínum virksemi, men at
felagið tó hevur stovnað eitt
dóttirfelag, smápartafelagið
Íbúðir Undir Gráasteini,
sum hevur yvirtikið alla
íbúðarbyggingina. Tað vil
siga alt uttan skyldurnar hjá
smápartafelagnum KJ Con
tractors mótvegis keyparun
um. Hetta nýggja smá
partafelagið
við
Føroya
Banka í rygginum skal, við
hjálp frá Articon, gera
íbúðirnar lidnar. So fellir
bumban.
Hetta ber ikki til uttan
ávísar príshækkingar, stað
festir álvarsama og djúpa
røddin
hjá
Christiani
Andreasen.
Tølini, hann síðani nevn
ir, elva til tøgn eina løtu.
Summi, sum hava keypt
sær íbúðir á fimtu hædd,
sleppa
við
meirkostnað
uppá 25.000 krónur. Aðrar
íbúðir, somuleiðis á fimtu
hædd, dýrka 75.000 krónur.
Onnur skulu av við 200.000
krónur afturat. Uppaftur
onnur fáa eina eykarokning
uppá
255.000
krónur
slongda í høvdið hetta mána
kvøld.
Tit hava nú tveir møgu
leikar. Antin at góðtaka prís
hækkingina ella at bakka út
og fáa forskotsgjøldini, tit
longu hava rindað, aftur
goldin, sigur advokaturin.
Keypararnir, sum júst í
hesi løtu fyri fyrstu ferð
hoyra um príshækkingina,
fáa fimm vikur at taka
støðu. Freistin at undirskriva
nýggjan og dýrari keyps
sáttmála er úti mánadagin
3. mars.
Muta ímóti
Eftir fyrsta hvøkkin reisa
spurningarnir seg. Fólk vísa
á, at tey jú longu hava ein
sáttmála, sum sigur hvussu
nógv teirra íbúð skal kosta.
Tí meta tey seg kunna reisa
endurgjald móti byggiharr
anum.
Man kann halda fast
um avtaluna og reisa endur
gjald móti KJ Contractors.
Men trupulleikin er, at har
er einki at heinta, ljóðar
drepandi aftursvarið frá
Christiani Andreasen.
Aðrir keyparar vilja hava
greitt at vita, um hetta er
síðsta og harvið einasta prís
hækking, ella roknast kann
við øðrum príshækkingum
seinni. Alt meira kroysti
advokaturin fær eingi lyfti
givið teimum.
Onkur vil hava at vita,
hvat Føroya Banki ger, um
allir keypararnir siga nei
takk til íbúðirnar. Um tað
ikki av sær sjálvum hevði
noytt bankan, sum hevur
fíggjað alt projektið, at selt
íbúðirnar fyri ein lægri
kostnað.
Um tit ikki taka av
tilboðnum verða íbúðirnar
lýstar til sølu. Eg skilji væl
spurningin, men eg fái ikki
svarað honum, sigur Chris
tian Andreasen sipandi til
seinna spurningin.
Ónøgdin breiðir seg í
stóra fundarsalinum. Fleiri
siga seg kenna tað sum um
at projektið við byggiharr
anum á odda er kollsiglt av
kleyvarskapi og at bankin
nú sendir rokningina víðari
til keyparan. Tey vilja hava
at vita, hvussu nógvir
pengar eru í klemmu og
hvussu nógv bankin missir.
Hallið av byggingini er
millum 10 og 20 milliónir
krónur. KJ Contractors fer
á heysin. Felagið stovnar
eitt dóttirfelag, sum ger
arbeiðið liðugt, og Føroya
Banki
veðheldur
fyri
arbeiðnum, upplýsir Chris
tian Andreasen. Hann sigur
seg ikki kunna upplýsa,
hvussu nógv bankin missir
av projektinum.
Staðfestingin hjá advoka
tinum leiðir víðari til eina
aðra staðfesting millum
keypararnar:
- Vil tað siga, at felagið
er illa stýrt frá byrjan av,
og nú skulu øll vit keyparir
bløða fyri tí, verður rópt úr
salinum.
Ja, tað kann man fyri
sovítt siga, ljóðar stutta
svarið frá Christiani Andre
asen.
Røringur kemur í salin.
Eg haldi at vit siga øll
bara kollektivt nei, ljóðar
frá einum av keyparunum.
Advokaturin mælir teim
um til at sissa seg, at fara
heim og hugsa seg væl um.
Eftir enn fleiri spurningar
er endin tann, at keypararnir
skipa sín egna fund, har
meiriluti er fyri at mótmæla
handfaringini hjá bankan
um, sum í síðsta enda tekur
allar avgerðir fyri kollsiglda
byggiharran. Tey vilja ikki
góðtaka útspælið og krevja
eina betri loysn enn hana,
ið advokaturin togaði upp
úr hattinum hetta regntunga
mánakvøld. Komandi dag
arnir fara at vísa, hvat spyrst
burturúr.
Súsanna í Stórhúsi, maðurin
og teirra trý børn við familju
hava keypt tilsamans fýra
íbúðir Undir Gráasteini.
Í gjárkvøldi gjørdist
familjudreymurin tilsamans
675.000 dýrari
Myndir: Jens Kr. Vang