Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 20 - 29. januar 2008 Funnu gamla mynt Tá menn nú um dagarnar fóru undir at umvæla tey gomlu handilshúsini í Djúpavogi í Íslandi, funnu teir eina gamla mynt millum gólvbrettini. Tað vísti seg, at myntin er norsk, og at hon er gjørd í Kongsberg í árinum 1653. Handilshúsini í Djúpavogi vórðu ikki bygd fyrr enn í 1840, so hendan myntin hevur verið leingi í umferð. Íslendingar fingu egnar myntir í 1922. Framman undan brúktu teir danskar, norskar ov svenskar myntir. Kavarar stevnt statinum Í gjár byrjaði eitt rættarmál, har 24 fyrrverandi norskir oljukavarar hava lagt sak ímóti statinum. Kavararnir vilja hava rættin í Oslo at staðfesta, at myndugleikarnir vóru vitandi um, at tað kundi fáa stórar avleiðingar fyri heilsuna hjá kavarunum at senda teir niður á 400 metra dýpi. Kavararnir halda uppá, at staturin breyt altjóða mannarættindi við at senda kavarar niður í dýpi, tá norska oljuvinnan byrjaði í seksti- og sjeytiárunum. Norska myntin er 355 ára gomul (Mynd: Morgunblaðið) Keypararnir fingu sum vátan frammaná, tá tey í gjárkvøldi fingu at vita, at teirra íbúðir Undir Gráasteini brádliga gerast munandi dýrari. Tey kenna seg snýtt og krevja betri treytir frá byggiharranum og í síðsta enda Føroya Banka. Einki er at koma eftir, sigur advokaturin og nevndarformaðurin fyri projektið, Christian Andreasen BYGGING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo - Hetta er heilt ófatuligt. Okkara íbúð dýrkar 255.000 krónur. Sjálvt um vit hava eina greiða avtalu, sum sigur at vit skulu rinda stívliga 1,7 millión krónur fyri okkara íbúð, so fáa vit brádliga at vita, at kostnað- urin nú er 1,95 millión. Hetta er sera keðiligt fyri okkum, tí tá vit í síni tíð skrivaðu undir, ivaðust vit í, um vit kláraðu at bera kost- naðin, sum longu tá gjørdist hægri enn upprunaliga mett. Nú kemur so enn ein stór eykarokning, staðfestir Brynhild Guttesen, sum saman við familjuni skal flyta inn í eina av íbúðunum Undir Gráasteini. Eins og hinir keypararnir fekk hon døpru boðini á kunnandi fundi á Hotel Føroyum í gjárkvøldi. - Júst nú havi eg bestan hug at tveita alt frá mær, at bakka út. Tí sum tað sær út nú, so vita vit faktiskt ikki, um aðrar príshækkingar fara at koma seinni, sigur Brynhild Guttesen. Somu áskoðan hava flestu aðrir keypararnir, sum vóru á kunnandi fundinum. Niels Petur Jacobsen fekk eina eykarokning uppá 75.000 krónur hongda um herðarnar í gjárkvøldi. - Hetta er nakað lort. Eg havi jú skrivað undir eina kontrakt, sum nú uttan varskó verður brotin. Eisini haldi eg, at byggiharrin og bankin við at áseta ymsar príshækkingar roynir at spæla keyparar út móti hvørjum øðrum, sigur Niels Petur Jacobsen, sum kennir seg snýttan av viðferðini. Hann hevur enn ikki tikið støðu til, um hann góðtekur príshækkingina, ella sigur íbúðina frá sær. Rakar hart Fyri Súsannu í Stórhúsi var tað ein bumba, sum brast á Hotel Føroyum í gjárkvøldi. Umframt at hon og maðurin sjálvi hava keypt eina íbúð, so hava trý av børnum teirra somuleiðis keypt íbúðir í nýggja býlinginum Undir Gráasteini. - Fyri okkum og okkara børn er talan um eina samlaða eykarokning uppá 675.000 krónur, sum vit til- samans skulu gjalda meira. Tað kemur sera illa við, tí íbúðirnar eru nóg dýrar frammanundan, sigur Sús- anna í Stórhúsi. Eisini fyri hana komu boðini óvart á. Súsanna í Stórhúsi veit ikki, hvat tey og teirra børn nú fara at gera. - Men hetta er ikki nóg gott. Niðurstøðan av fund- inum í kvøld er eisini, at vit keyparar eru ikki nøgd við støðuna og fara at krevja eina betri loysn, sigur Sús- anna í Stórhúsi, sum kennir seg snýtta. - Tá byggileiðslan varð umskipað síðsta summar søgdu bæði advokaturin og bankin í samrøðu við Dimmalætting, at vit keyp- arar skuldu kenna okkum trygg, og at vit ikki fóru at fáa nakra eykarokning, sigur Súsanna í Stórhúsi. Mótmæla Eftir kunnandi fundin í gjár- kvøldi skipaðu keypararnir seg í eina trýmannanevnd, sum skal umboða teirra sjónarmið. Eitt av umboð- unum er Anna Larsen: - Vit fara at boða Føroya Banka frá, at vit góðtaka ikki príshækkingina, sum vit hava fingið fráboðað her í kvøld. Greiður meiriluti er fyri hesum millum keypar- arnar, sigur Anna Larsen. - Vit vistu einki framm- anundan. Vórðu bara boð- send á fund, har vit síðani fáa at vita um príshækk- ingarnar, sum fyri summi av okkum eru heili 255.000 krónur. Hetta er órímiligt og tað góðtaka vit ikki, sig- ur Anna Larsen. Einki at gera Christian Andreasen, advo- katur, hevur síðani í fjør- summar verið nevndarfor- maður í umskipaða KJ Con- tractors, og nú hetta felag verður avtikið heldur hann fram í dóttirfelagnum Íbúð- ir Undir Gráasteini. Hann royndi at verja sjónarmiðini hjá byggiharranum og Føroya Banka í gjárkvøldi: - Støðan er tann, at byggjaríið gevur eitt stórt hall, og felagið er ikki ført fyri at gjøgnumføra ætlan- ina fyri teir prísir, sum ann- ars vórðu avtalaðir. Tí hava vit bara ein møguleika, nevniliga at fara til peninga- stovnin og fáa nýggja fígg- ing til at gera projektið lið- ugt. Og ein treyt fyri hesum er, at ein meirkostnaður verður lagdur á upprunaligu prísirnar, sigur Christian Andreasen. Advokaturin og nevndar- formaðurin staðfestir, at KJ Contractors er hildið uppat við sínum virksemi og verð- ur avtikið. - Hetta felag verður mest sannlíkt avtikið í skiftirætt- inum. Síðani verður alt gjørt upp, og byggjaríið hel- dur fram í einum dóttirfelag hjá KJ Contractors, sigur Christian Andreaen, sum váttar at tapið í øllum føri er omanfyri 10 milliónir krónur. - Alternativið til henda leistin hevði verið, at byggja- ríið varð steðgað, og so vildi tapið bara verið upp- aftur størri, sigur Christian Andreasen. Orsøkin Christian Andreasen vísir á príshækkingar í byggivinn- una sum eina orsøk til íkomnu støðuna. - Tað eru farnar fram øgi- ligar príshækkingar í byggi- vinnuni síðstu tíðina. Eisini hevur verið talan um seink- ingar, orsakað av vánaligum veðri. Og eisini hava fleiri av avtalunum, sum byggi- harrin frá fyrstan tíð hevur gjørt, verið ógreiðar. Christian Andreasen ásannar tó, at slíkt eigur ein byggiharri at taka atlit fyri. - Jú, tað er rætt. Men ein byggiharri og eitt byggjarí er altíð fevnt av eini ávísari risiko. Og jú størri virk- semið í samfelagnum er, jú størri risiko. Advokaturin og nevndar- formaðurin vil tó ikki við- ganga, at talan er um vána- liga stýring og vánaliga leiðslu í KJ Contractors. - Tað vildi í hvussu so er verið vánalig stýring at hildi fram við felagnum, sum útlitini vóru. Leiðslan hevur tikið neyðugu stigini, tá felagið nú er komið í slíka støðu, sigur Christian Andreasen. Keyparar mótmæla viðferðini Eini 300 fólk, sum hava sett sína framtíð í eina íbúð Undir Gráasteini, fingu í gjárkvøldi sum vátan frammaná á kunnandi fundi á Hotel Føroyum. Uttan ávaring fingu tey eykarokningar frá byggiharranum og Føroya Banka, harav tær størstu eru heili 255.000 krónur Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt