týsdagur 29. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 20 - 29. januar 2008
Hjá formanninum
í Tjóðveldi, Høgna
Hoydal, er eingin ivi.
– Stóð tað til okkum,
hevði Sjálvstýris
flokkurin verið partur
av samgongusamráð
ingunum, sigur hann
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Samgongusamráðingarnar
ganga væl. Tað eru allir trígg
ir floksformenninir samdir
um.
Í sjónvarpinum í gjárkvøld
ið lótu bæði løgmaður og
samráðingarleiðarin, Jóann
es Eidesgaard, og formaður
Miðfloksins, Jenis av Rana,
sera væl at, og tá vit høvdu
formannin
í
Tjóðveldi,
Høgna Hoydal, á tráðnum í
morgun, helt hann eisini, at
samráðingarnar síggja spenn
andi út.
Eg haldi, at tað gekk
væl framá í samráðingunum
í gjár, sigur hann, men vísir
samstundis á, at einki er
liðugt í einum samráðingum,
fyrr enn alt er liðugt.
Hann heldur ikki, at tað
ber til at meta nakað serligt
um, hvussu líkindini eru,
fyrr enn tað er fingið eitt
fullfíggjað grundarlag at
meta út frá.
Tað gevur onga meining
at umrøða tey einstøku mál
ini, tí tað er neyðugt at hava
samlaða úrslitið at meta út
frá, sigur Høgni Hoydal.
Hann er annars sera varin
í sínum úttalilsum, men sig
ur kortini, at teir hava havt
nakrar góðar fundir í gjár.
Nógv mál eru umrødd, eis
ini spurningurin um ríkis
rættarligu støðuna, men enn
er ikki komið á mál í hesum
spurningi.
Vildu hava
Sjálvstýrið
Í einum máli eru flokkarnir
tó ikki samdir, og tað er í
spurninginum um breiddina
av samgonguni. Tí meðan
formenninir í Javnaðarflokk
inum og Miðflokkinum
síggja fyrimunir í einari so
smalari
samgongu
sum
yvirhøvur gjørligt, var tað
ikki eftir ynski frá Tjóðveldi,
at Sjálvstýrisflokkurin í gjár
fekk krakk frá løgmanni.
Hatta var ein avgerð hjá
samráðingarleiðaranum, og
hon var ikki eftir okkara
tykki. Vit vildu fegin hava
Sjálvstýrisflokkin við í sam
ráðingarnar, men soleiðis
endaði altso ikki, sigur
Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldis sær
tað við øðrum orðum ikki
sum nakra styrki, at ætlaða
samgongan bert hevur 17
tinglimir aftan fyri seg, og
hevði fegin vilja havt stuðul
frá Kárunum báðum í Sjálv
stýrisflokkinum.
Men framvegis heldur
Høgni Hoydal, at samráðing
arnar síggja spennandi út.
Vildu hava Sjálvstýrið við
Høgni Hoydal sigur, at tað ikki var við hansara vilja, at
Sjálvstýrið ikki slapp upp í samgongusamráðingarnar
Rennur fyri lívinum
Seinasta fríggjadag kom walisiska kvinnan Rosie Swale
Pope við leiguflofari úr Kanada til Grønlands. Tann 61
ára gamla Rosie hevur krabbamein og hevur sett sær fyri
at renna runt Jørðina fyri at gera vart við sjúkuna og
kanska bjarga mannalívum. Hon sigur við grønlendska
útvarpið, at hon hevur altíð droymt um at sleppa til
Grønlands. Haðani ætlar hon sær við til Íslands, og har
skal hon renna tvørtur um alt landið, sigur hon.
Grønland verður broytt
Grønland hevur í dag nakrar heilt aðrar møguleikar á
vinnuøkinum, men hetta fer eisini at geva avbjóðingar. Tað
segði Siverth K. Heilmann, landsstýrismaður í vinnu og
arbeiðsmarknaðarmálum, á einari ráðstevnu í Nuuk í síðstu
viku. Hann segði, at grønlendingar mugu fyrireika seg upp á
nógvar og stórar broytingar í gerandisdegnum, og at tær
gomlu vinnugreinarnar fara at fáa minni týdning, so hvørt
sum tær nýggju vinna fram.
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur broytt
treytirnar í serliga
akfarstryggingini, so
hesar nú eru greiðari
og lættari skilligar.
Hetta verður gjørt
sum ein liður í einum
opnari samskifti við
kundarnar
TRYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í hesum døgum sendir
Tryggingarfelagið Føroyar
út 19.000 brøv til kundar
sínar, har greitt verður frá
broytingum í tryggingar
treytunum serliga innan
akfarstryggingna.
90% av hesum brøvum
eru til okkara privatkundar,
sigur Helgi L. Petersen,
sum er deildarstjóri fyri
privatkundaøkið.
Edvard Heen, stjóri, greið
ir frá, at tað eru nógv ár
síðani, at akfarstryggingin
varð dagførd seinast, og
mann nú hevur ynskt at til
laga tryggingina soleiðis, at
hon er meiri greitt orðað,
samstundis sum hon eisini
fylgir rákinum í samfelagn
um, serliga tá hugsað verður
um ferðslutrygdina.
Men eisini á einum øðr
um øki eru treytirnar mun
andi linkaðar, og tað er inn
an uppsøgn av einari trygg
ing, sum nú í allarflsetu før
um er sett niður úr 12 mán
aðum til 30 dagar
Umframt hetta, so hava
vit nú eisini innført ein angr
ingarrætt, so tú upp til 14
dagar eftir at hava teknað
eina trygging, kanst angra
og verða loystur frá henni
aftur uttan trupulleikar, sig
ur Edvard Heen.
Men tær mest umfatandi
broytingarnar eru framdar
innan akfarstryggingina.
Greiðari orðað
Broytingarnar eru framdar
fyri at gera treytirnar greið
ari. Men eisini – sum longu
nevnt – fyri at fylgja rákin
um serliga innan ferðslu
trygd.
Ein av broytingunum er,
at Tryggingin nú krevur, at
persónur skal hava koyri
kort, fyri at fáa endurgjald
fyri skaða á akfarið. Hetta
ljóðar púra náttúrligt, men
hevur verið orðað á ein illa
skiljandi hátt og eisini
soleiðis, at tað hevur áligið
Tryggingini at prógva ella
mótprógva
koyrikynstrið
hjá fólki.
Ein onnur broyting er def
ineringin av einum van
lukkutilburði. Fyrr æt tað
»Ein óvart áberandi, brádlig
ávirkan á kroppin uttanífrá,
sum hevur við sær sjónligan
skaða, hetta uttan vilja hins
tryggjaða«
Ein sera tungur og illa skilj
andi setningur, sum nú eitur
»Við vanlukkutilburð er at
skilja ein brádlig hending, ið
elvir til likamsskaða«.
Ein onnur broyting, sum
hevur við ferðslutrygdina
at gera, er, at tað nú verður
skila til, at dekkini eru í
rímiligum standi. Trygging
in tekur nevniliga ikki við
nú, um dekkini eru niður
slitin.
Sum nakað nýtt eru nú
húsfólkini
javnsett
við
tryggingartakaran.
Eisini hevur tað verið ein
ævig kelda til kjak, nær fult
endurgjald eigur at latast fyri
skaðar á lakk. Nú er uppsett
ein tabell, sum greitt vísir
hetta endurgjaldið.
Ongar fartelefonir
At enda eru nú greiðari
treytir fyri, hvussu nógv
verður goldið í bilsakni, tá
bilurin er til umvælingar.
Sum nevnt eru hetta mest
dagføringar í tryggingar
treytunum, men Tryggingar
felagið Føroyar hevur tó
gjørt eina aðra broyting í
innbúgvstryggingini, og tað
er, at fartelefonir ikki long
ur verða tryggjaðar. Hendan
broytingin kemur í gildi frá
1. mars 2008, meðan akfars
tryggingarnar koma í gildi,
tá gjaldast skal næstu ferð.
Viðvíkjandi fartelefonum
sigur Edvard Heen, at hag
tølini fyri Føroyar vísa, at
skaðar á fartelefonir eru
munandi fleiri her hjá okk
um, enn í londunum uttan
um okkum. Endurgjald fyri
fartelefonir er komið upp á
eina sjeysifraða upphædd,
og tí hevur Tryggingarfelag
ið Føroyar metta seg noytt
at gera nakað við hendan
trupulleikan.
Broytingarnar fevna ikki
um prísbroytingar.
Helgi L. Petersen, deildarstjóri, og Edvard Heen, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar
Mynd: Jens Kristian Vang
Lættari at skilja
tryggingar