týsdagur 29. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2008
13
»Hvat skal eg gera?« sigur
lærarin ráðaleysur. »Tey
eru sekstan ára gomul,
vita alt um internetið,
men duga ikki at halda
einum blýanti. Hvat skal
eg gera? « tekur lærarin
uppaftur og suffar
Orðini fella í einari modernað
ari skúlastovu fyri jól. Ein
heilan fyrrapart hevur flokkurin
við sjáldsamari fynd skift orð
um teldutøkar miðlar, spøl og
film. Næmingarnir eru sjáld
sama væl fyri og duga at venda
og snara hvørjum smáluti í
filminum um »Borat« og teldu
spælinum »World of Warcraft«.
Men tíðindi lurta tey ikki
eftir. Lesa ikki bløðini og lut
taka ikki í bókligu mentan
skúlans. Meðan frægari er við
gentunum, eru dreingirnir
bókliga ómælandi. Mált eftir
skúlans alin eru hesi ungu
virðisleys, outcasts. Uttan at
seta orð á støðuna, eru tey
fullgreið um teirra skúlaliga
ódugnaskap.
Ávegis til vitanarsamfelagið,
eru tey heimleys. Skúlin gevur
teim ikki innivist, tí hann dugir
ikki at máta teirra førleika.
Hann er ikki á nakrari tíma
talvu, førleikin. Kann ikki set
ast inn í ein fýrakantaðan
kassa, sum ein lærari kann
máta, meta og viga.
Innan tey hava slept tvungnu
skúlagongdini, hava tey longu
sannført seg sjálvan um, at tað
er ókul at vera klók.
Útihýstir dreingir
Hyggja vit at dreingjum og
teirra fragd at spæla ógvuslig
telduspøl, síggja harðskaps
film og lurta eftir heavy rokk,
kunnu vit staðfesta at hesin
dugnaskapur er útihýstur í
dagsins skúla. Hóast tað er ásett
við lóg, at skúlin skal taka støði
í hinum einstaka næminginum.
Svenski granskarin Keith Roe
vísir í bókini »Våld från alla
håll« (Bokforlag
Symposium1993) at eitt tætt
samband er millum at síggja
nógvan harðskapsfilm, at vera
úr arbeiðarastættini og at fáa
javnt vánalig støðumet í skúla
num. At verða við í einum
vinarskara, ið summi kalla
banda, sum javnan hyggur at
harðskapsfilmi, kann tí skiljast
sum ein sjálvsverja, tá
sjálvvirðið verða hótt ikki bara
heima, men eisini í skúla.
Roe sigur, at drengir úr
arbeiðarastættini, sum saman
við javnlíkum spæla nógv við
teldu og hyggja nógv at filmi,
sjáldan fáa høvi at vísa teirra
førleika í skúlanum. Hetta tí, at
skúlin byggir á miðalstættina
og hennara avmarkaðu hugsan
um dannilsi, har spæl og leikur
ikki tænir persónliga mennandi
endamálum og tí eru útihýst,
sigur hann.
Lykilin til framtíðar
samfelagið
Undanfarna ár teknaðu PISA
fólkini eina vangamynd av
føroyska skúlanum. Myndin
avdúkaði so vánaligar førleikar,
at vit kendu okkum sum sligin
á nevið. Lukkutíð fór Skúla
blaðið straks undir miðvísa
tíðindatænastu og eydnaðist at
seta skúlamál ovast á breddan í
øllum miðlum.
Skúlin, har øll hava gingið og
tískil altíð hava eina lógliga
meining um, er sum aldri áður
vorðin kjakevni. Rætt sum
valutatíðindi, ið komu til, tá
Sparikassin setti ein journalist í
starv, so blivu skúlatíðindi ein
natúrligur partur av almenna
kjakinum, tá fólk varð sett at
røkja hesa uppgávu. Men so
hendi lítið meir. Uttan onkur
smávegis játtan her og har, mest
sum bara fyri at bøta um ringu
samvitskuna hjá teim
tinglimum, ið eisini eru lærarar
og nú skulu hyggja foreldur í
eyguni.
Tí børnini eru framtíðar
politikkur og – kunnu vit illa
vorðin leggja afturat – púra
opin fyri manipulasjón og
inndoktrinering. Soleiðis eru
korini fyri innlæring. Og ikki
var tað uttan orsøk, at russar
sum tað fyrsta eftir kollvelting
ina, løgdu seg eftir at hava ein
góðan og væl skipaðan skúla.
Tað var alt um at gera, tí har
var lykilin til framtíðar sam
felagið. Tilætlaðar samfelags
broytingar eru bestar at fremja í
uppælingini.
Gott er, sum er
Nú er væl fráliðið síðani undan
kanning og hin veruliga PISA
kanningin komu fram. Men
hvar eru politikaranir? Hví er
eingin ætlan komin fram,
hvussu vit bjarga okkum úr hesi
óunnuligu støðu, har eingin bati
hómast, men bara eitt illa
útborðið barna og ungdómslið?
Hvør skal laga framtíðarsam
felagið, og leggja lunnar undir
Visjón 2015? Her hómast
eingin ætlan, bert innantóm
herðróp.
Grundandi yvir hesar spurn
ingar, gerist eg meir og meir
sannførdur um, at júst hetta er
støðan, okkara fólkavaldu
politikarar, har av nógvir eru
lærarar, vilja hava okkum at
støðast í og vera fegin um.
Eftir sum fólkavaldu løg
tingslimirnir ikki vilja játta
skúlanum tað, sum hann skjal
pógvað hevur brúk fyri, so
mugu vit ásanna at støðan,
politiskt betraktað, er í fínasta
lagi. Politiski viljin er at halda
skúlan, har sum hann er. Ikki
eitt vet betri, annarleiðis ella
hægri. Men júst so sum hann
er.
Tí skúlin staðfestir stætta
samfelagið. Tann førleika hevur
eingin annar stovnur ella intriv,
alment ella privat, í okkara
samfelagi. Og við PISAkann
ingini hevur Mentamálaráðið
givið politisku skipanini ein
leist at skera skúlan eftir.
Í øllum einfeldni, og sum um
tað var ein vinnulig fyritøka,
verður úrslitið í PISA sett sum
nýtt ýti hjá politikarum. Boð
skapurin skal vera einfaldur.
Men teir gloyma, at tað er skúli
ongantíð. Og við síni einfaldu
hugsan um skúla, verður stætta
býti meitlað í forniskan stein.
Soleiðis skal skúlin virka. Hann
skal verða eitt amboð at
varðveita stættarsamfelagið til
ævigar tíðir.
Og so kunnu politikarar
kropp á kroppi siga, at skúlin er
sum ein supertankari, ið tekur
drúgva tíð at venda. Drúgvari
enn eitt valskeið. Tann tankin
kostar so einki. Men ímeðan
gongur tíðin. Og valskeið dettur
av valskeiði.
Klók børn klók foreldur
Øll varnaðust vit stóru yvir
skriftina, at klók børn hava klók
foreldur. Hetta er ein av stóru
staðfestingunum í aktuellu
PISAkanningini. Restin av
kanningini eru smámunir.
Felagsskapurin Heim og
Skúli staðfesti longu á heysti
2006, at foreldur hava ein
avgerandi leiklut fyri læringina
hjá barninum. Men samstundis
vísti felagsskapurin á nýggja
gransking, sum staðfestir, at
foreldranna týdningur sum
lærarar fyri børnini, hvørvur
ikki, tá tey byrja í skúla.
Umframt at samanhangur er
millum dugnaligar næmingar
og vælútbúgvin foreldur, vísir
felagsskapurin eisini á ein størri
samanhang, ið er millum dugna
semi hjá næminginum og møgu
leikarnar hjá barninum at
samrøða við áhugað vaksin í
heiminum.
Foreldrini – sum áður hava
verið gjøgnum skúlaskipanina –
hava altso størri týdning fyri
læringina enn sjálvur skúlin.
Og her er týdningarmikið at
gera sær greitt, at næminga
avrik og dugnaskapur ganga
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Heimleys vitan
Næstu ferð: Lisbeth Nebelong,
Føroyingar á nýggjari kós
tíðargreinin
Birgir Kruse,
journalist og ritstjóri
Framhald á næstu síðu
Mált eftir skúlans
alin eru hesi ungu
virðisleys, outcasts.
Uttan at seta orð
á støðuna, eru tey
fullgreið um teirra
skúlaliga ódugnaskap.
Ávegis til vitanarsam
felagið, eru tey heim
leys. Skúlin gevur
teim ikki innivist, tí
hann dugir ikki at
máta teirra førleika
Tíðargreinin