Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2008 17 nøvn Tað byrjaði á Tvør­ oyri fyri meiri enn einari øld síðani, og nú er Strandferðslan aftur á Tvøroyri. Nógv vitjaðu inn á gólvið fríggjadagin, tá tað var móttøka í stásiligu skrivstovu­ hølunum StrandferðSlan Orð og myndir: Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Fríggjadagin hevði Strand­ ferðslan móttøku í nýggju og snotuligu hølunum á Tvøroyri. Vagn Mortensen hevði smiðju í húsunum á sinni. Í dag eigur Viberg Sørensen húsini, og húsini eru ikki at kenna aftur, og standa í allar mátar mát við nútímans stovnsbygningar. Sera nógv fólk leitaði sær innar fyrrapartin fríggjadag­ in, tá almenna móttøkan var, og seinnapartin var mót­ tøka fyri innbodnum, og har vantaði luttøkan heldur ikki. Hóast samgongusamráð­ ingar, so taldust løgmaður, og aðrir politikarar, millum tey vitjandi. Virkandi strandferðslu­ stjórin, Jákup Danielsen, helt røðu, eins og Heðin Zachariassen, (nú fyrrver­ andi) landsstýrismaður, og Kristin Michelsen, borgar­ stjóri á Tvøroyri. Komin heim aftur Jákup Danielsen beyð gestu­ num vælkomnum og fegn­ aðist um stásiligu hølini og um góðu móttøkuna, sum stovnurin hevur fingið í Suðuroynni. Heðin Zachariassen hug­ leiddi um samferðslukervið fyrr og nú, bæði í Suður­ oynni øllum Føroyum sum heild, og ásannaði, at ábøt­ ur, ið gjørdar eru, hava ver­ ið neyðugar. Hørðu og bleytu virðini nevndi hann eisini. Hann fegnaðist um, at nú bundið er saman, og koyrandi er um meginpartin av landinum, so ber eisini til at koyra í bili umborð á Smyril og leggja trygt at á Tvøroyri. Kristin Michelsen byrjaði røðu sína við at siga, at øll avvarðandi áttu at taka í egnan barm, tí umstøðurnar hjá fólki við skerdum før­ leika eru ikki nóg góðar á nýggja stovninum. Hann fegnaðist um, at Strand­ ferðslan “er komin heimaft­ ur”, tí tað var á hesum stað, at menn tóku upp sigling millum oyggjarnar fyri meira enn hundrað árum síðani, segði borgarstjórin á Tvøroyri. Hann handaði síð­ ani stovninum gávu. Limir úr Tórshavnar Stór­ bandi settu, saman við sang­ solistunum Kristel Lisberg og Katrinu Petersen, dám á við tónleiki. Strandferðslan komin heim Borgarstjórin í Hvalba, Levi Niclasen, var sjálvandi millum gestirnar Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmaður, var eisini møttur til móttøkuna Tónleikaframførsla undir móttøkuni Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður, ið var oddamaður fyri at fáa Strandferðsluna til Suðuroyra, heilsar upp á virkandi stjóran, Jákup Danielsen Beinta Dam er 47 ára gomul og úr Runavík. Hon er cand. merc. aud., ella kanditatur í grannskoðan, sum tað oftast verður kallað nú á døgum. Hon hevur arbeitt hjá landsgrannskoð­ aranum seinastu 11 árini. ka fyri nýggja landsgrannskoðaranum Nýggja høvuðssætið hjá Stranfaraskipum Landsins, sum nú liggur nú á Tvøroyri, eins og strandferðslan gjørdi tey allar fyrstu árini fyri meirin enn hundrað árum síðani Beinta og maðurin Hans Christian Dam. Ímillum tey sæst dótturin Ásla F.v.: Ása Justinussen frá landsgrannskoðaranum, og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaraðnum, sum heilsar upp á nýggja landsgrannskoðaran F.v.: Olav Enomoto, fyrrverandi løgtingsmaður, Edmund Joensen, løgtingsformaður, og Beinta Dam