týsdagur 29. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 20 - 29. januar 2008
Rætting
Á hesi myndini í blaðnum í gjár av einum millumskúlaflokki
í 1925 kom at standa, at ein av næmingunum á myndini,
Óli Ellingsgaard av Eiði, (nr. 5 á aftasta rað) seinni fekk
eftirnavnið Egilstrøð. Tað er ikki rætt. Tað var Óli Øster á
Eiði, sum fekk sær eftirnavnið Egilstrøð.
Við biðja orsaka mistakið.
-red.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Hera Simon
sen Østerø fer úr Lands-
sjúkrahúskapellinum
týsdagin klokkan 17.
Jarðarferðin
verður
mikudagin klokkan 13
úr Havnar Kirkju. Tey,
ið vilja minnast Hera
kunnu lata eina peninga-
gáva til Føroya Felag
Móti
Krabbameini.
Konta í peningastovnu-
num.
Brynhild Irena Joen
sen, ættað av Hvítanesi,
andaðist 26. januar, 46
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Magleby kirke
á Møn leygardagin 2.
februar.
Esther Petersen, fødd
Christiansen, Klaksvík,
búsitandi í Keypmanna-
havn andaðist á Hvid-
ovre Hospital fríggja-
dagin, 79 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Kathrin Haraldsen úr Fugla-
firði verður 70 ár hósdagin
31. januar. Uppi í Hálagerði
standa eini reyð hús. Tey
vórðu reist á hesum stað í
fimmti árunum, tá ið Kathr-
in og Oddfríður settu føtur
undir egið borð. Vakurt er
her uppi. Fyri eygum tínum
liggur tann breiði, djúpi
fjørðurin og úr hesum vatni
reisa fjøllini seg. Í ein sunn-
an standa Lorvíksfjall og
Tyrlarnir. Borgin, Kambur
og Gjógvarafjall, Blábjørg,
Slætnatindur og Húsafelli
taka alt til sín sum rørist og
nørist í lofti og vatni. Hetta
er sjónin, sum tær verður
opinberað hvønn tann ein-
asta dag úr gluggunum hjá
Kathrini.
Mangt og mikið er ljóst
og lætt, tá ið kærleiksylurin
kókar í innastu sálarkrókum
okkara. Alt, tað sum vit
síggja og hoyra, nemur
hjartað, og er tað serliga, tá
ið ástin er ung og kvom.
Mangur mundi ásanna, tá
ið farið varð í sítt egna, at
alt var sára gott. Her hava
Oddfríður og Kathrin búleik-
að í ár so mong og í fjør 5.
mai kundu tey hildið gull-
brúdleyp, men fall Oddfríð-
ur frá fyri 10 árum síðani.
Hann andaðist 28. februar
1998, 68 ára gamal. Korini
vóru trong í fimmti árunum.
Mangt eitt reiðaravirkið fór
av knóranum, og var Harald-
sen eitt av teimum, sum
kendi snertin frá hesi sváru
tíð. Við skygni og ágrýtni
tóku Oddfríður og bróðirin
Kristian (Bassi) um endan
og mentu virksemið aftur.
Kathrin
og
Oddfríður
vóru tignarlig hjún, arbeiðs-
som, fyrikomandi og blíð.
Bæði musikalsk og dámdu
væl at syngja. Í eini 50 ár
vóru tey góðir stuðlar í
sangkórinum. Kathrin hev-
ur gott minni. Hon visti
nógv at greiða frá, tá ið
sangkórið helt heiðurskon-
sertina fyri Herluffi 1993.
Dugdi fleiri sangir uttanat,
sum kórið hevði sungið, og
sum Herluf hevði yrkt ella
umyrkt. Einki var sum jóla-
kvøld í Fuglafjarðar kirkju,
tá ið kórið sang undir guðs-
tænastuni. Síggi fyri mær
enn hesi vældæmdu fólk
fara í høgtíðsklødd inn eftir
kirkjugólvinum. Seinastur í
hesum vælafylgi kom sjálv-
ur sangstjórin, Herluf. Kon-
sertin jólakvøld 1954 stend-
ur ljóslivandi fyri mær, tá ið
Kathrin sang solo: Tey boð
nú ljóða, og Poul Jakku,
elektrikarin, sang sálm Dá-
vids nr. 24. Esman Jacobsen,
Esman í Lon, tráddi urguna.
Fleiri jól eftir hetta sang
Kathrin hetta fagra jólalag
jólakvøld undir bleiktrandi
kertum á livandi mannavarr-
um. Her hevur kórsangurin
átt sítt hjartarúm hjá mong-
um fuglfirðingi síðani fyrra
helming av fyrru øld.
Sum ung plagdi Kathrin
rætta vermóðir eina hond,
og minnist Alexandra væl,
tá ið tey plagdu at fara í
Halgadal í torv. Ikki hissini
skaldskapur, sum her kom
undan kavi. Djúpini, Kalls-
oyggin, Róvin, Kirkjugjógv,
Leirvíksfjørður, Høgibakki
og Blankskáli. Ein sjón fyri
eygað, sum tú hevur í tínum
huga frá eini tíð, har tað
mangan var tógvið at fáa
torvið turt og til høldar,
men hugtakandi var at vera
her, og síggja eldarnar
neista, síggja roykin fara
upp í loft ella fram eftir
hónum, og børnini spæla í
Halgadalsá. Primus høvdu
tey við sær og minnist Alex-
andra, at Kathrin bakaði
pannukøkur á hesum snilda
tóli undir fríum lofti.
Til seinast og síðst verður
alt til søgn og søgu. Hetta
er tað, sum ger lívið dýra-
bart. Eg má siga til Kathrin-
sa tign, at trúføst hava hon
og Oddfríður verið ímóti
okkum. Tá ið eg fór undir
at mála, vóru tey tey fyrstu
at keypa málningar frá mær.
Hetta er eisini ein søga,
sum nú talar sína stillu søgn
uppi í Hálagerði í teimum
reyðu húsunum, sum vórðu
reist í fimmti árunum. Tey
fingu trý børn – Bjørg,
Anni og Heidi. Allar búgva
í Danmark.
Hjartaliga til lukku við
teimum sjeyti árunum.
Alexandra og Frits
Kathrin Haraldsen 70 ár
Dagurin
30. januar. Aðalgunn, deyð umleið ár 684. Fyri at
sleppa undan giftu, sum foreldrini vildu hava hana at
ganga inn í, flýddi tann unga Aðalgunn og fór í
Kleystur. Hon grundlegði seinni kleystrið Maubeuge
í Norðurfraklandi og var har tann fyrsta abbadissan.
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Í sambandi við at Beinta
Dam í Havn varð tilnevnd
landsgrannskoðari frá 1.
januar 2008, varð almenn
móttøka í hølunum hjá
Landsgrannskoðanini
á
Argjum fríggjadagin 25.
januar.
Eftir at Leivur Harryson
herfyri segði seg frá sum
landsgrannskoðari,
til-
nevndi formansskapurin í
løgtinginum Beintu Dam,
sum nýggjan landsgrann-
skoðara.
Móttøk
Kathrin og Oddfríður Haraldsen
nýggjur lýsingarmiðil í Føroyum
40” lýsingarskíggjar
kring landið
Tel 34 18 00 s-lysingar@sosialurin.fo
Skíggjarnir hanga á hesum støðum:
• Kiosk Vár í Klaksvík
• Postverkinum í Klaksvík
• Kiosk Vár í Saltangará
• Haraldsen í Fuglafirði
• Mylluni í Miðvági
• FK í miðbýnum í Tórshavn
• 2 skíggjar í Handilskjarnanum í Tórshavn
• 2 skíggjar í Statoil á Argjum
Beinta Dam er tilnevnd nýggjur landsgrannskoðari