Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Ein langur arbeiðs- dagur er eingin trupulleiki, tá ið tú gert tað, sum tær dámar. At tú eisini hevur eina forstáiliga konu, og vit eru samd um, hvussu vit deilast um uppgávurnar, ger, at hetta ber til, sigur “Ársins Leiðari 2008”, Christian Nagata Ársins Leiðari Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hæddarpunktið á “Ársins Leiðaradegi”, sum Synergi hevur skipað fyri seinastu árini, er valið av “Ársins Leiðara”. Teir, ið framman­ undan hava fingið hendan heiður, eru Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka og Andras Róin, sum tá var stjóri í Føroya Tele. Valið á leiðaradegnum seinasta fríggjadag stóð ímillum Johannes Jensen, stjóra á Hotel Føroyum, Jóhonnu á Bergi, stjóra í Faroe Ship og Christian Nagata, stjóra fyri Nema­ samtakinum. Tá ið dómsnevndin við Gloriu Kalsø, Maritu Ras­ mussen og Óla á Deild Olsen var komin til sína nið­ urstøðu, stóð Christian Nagata eftir sum “Ársins Leiðari 2008”. Eitt herðaklapp ­ Eg eri ógvuliga errin av, at eg sum stjóri og leiðari fyri okkara fyritøku havi fingið hendan heiður. Hetta er eitt herðaklapp til okkum øll í fyritøkuni fyri okkara mið­ vísa arbeiði og alla ta orku, sum vit hava lagt í at byggja upp og samansjóða hetta virksemi. Christian sigur seg fegn­ ast um, at eisini onnur virð­ ismeta tað arbeiði, sum er gjørt í samtakinum. ­ At starvsfólkini í Nema­ samtakinum innstillaðu meg til henda heiður, taki eg eisini sum eina váttan um, at okkara fólk halda tað vera spennandi og men­ nandi at vera partur av sam­ takinum. Ársins leiðari sigur, at út­ nevningin fær onga persón­ liga ávirkan á seg sum leið­ ara, men hann heldur, at heiðurin er ein staðfesting av, at mátin, hann hevur valt at reka samtakið og gera tingini upp á er í lagi. ­ Eg føli, at hetta í veru­ leikanum er eitt herðaklapp fyri tað, sum vit øll í felag hava gjørt, tí tað er neyvur samanhangur millum tað, sum leiðsla og starvsfólk gera. Ein leiðari skal hava visjónir, strategi og málsetn­ ingar, og hann skal duga at samskipa arbeiði í fyritøk­ uni. Men uttan dugnalig starvsfólk er alt hetta nyttu­ leyst, sigur hann. Christian vísir á, at tað eru nógvar fyritøkur, sum hava dugnaligar leiðarar við góðum eginleikum, men hann leggur aftrat, at tað eisini eru leiðarar, sum eru minni væl egnaðir at leiða fyritøkur. Eingin trupulleiki Ársins leiðari ásannar, at arbeiðsdagurin hjá honum mangan hevur verið langur. ­ Men ein langur arbeiðs­ dagur er eingin trupulleiki, tá ið tú gert tað, sum tær dámar. Eg føli, at hvør dag­ ur í mínum starvi er bæði spennandi og mennandi. At tú eisini hevur eina forstái­ liga konu, og vit eru samd um, hvussu vit deilast um uppgávurnar, ger, at hetta ber til, sigur hann. Christian, sum er upp­ vaksin hjá Agnari og Evy á Dul í Klaksvík, er giftur Elini Winther Poulsen. Tey búgva í Hoyvík og eiga fýra børn, sum eru 2, 8, 10 og 17 ára gomul. ­ Pápi mín, sum ikki er á lívi longur, er japanesari og mamman, sum býr í USA, er donsk. Vit spurdu eisini Christ­ ian, um hann hevur stundir til nakað frítíðarítrív í ein­ um so krevjandi leiðara­ starvi. ­ Okkara frítíðarítriv er at vera kring um í ítróttarhall­ unum at kalla hvørt viku­ skifti saman við børnum okkara, sum íðka ítrótt og taka lut í kappingum í eitt nú hondbólti, flogbólti og fimleiki. Í aðrar mátar brúka vit frítíðina til at vera saman í familjuni og saman við vinum og kenningum, sigur hann. Drúgvar royndir Christian Nagata hevur drúgvar altjóða royndir inn­ an marknaðarføring og sølu. Áðrenn hann í 2004 flutti til Føroya við familju síni at røkja starvið sum fíggjarstjóri hjá Føroya Shell, stóð hann á odda fyri at byggja upp og branda ur­ fyritøkuna Chase Durer í Los Angeles. Hetta er ein altjóða fyritøka við deildum kring allan knøttin. Ársins leiðari hevur eisini starvast sum leiðari KT­ menningardeild hjá Nordea Bank, og eitt skifti undirvísti hann á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Christian Nagata, sum eisini situr í ymiskum álitis­ størvum, er útbúgvin teldu­ frøðingur og búskaparfrøð­ ingur umframt Cand Merc Aud. Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Leiðari skal hava visjónir, strategi og málsetningar - Ein leiðari skal hava visjónir, strategi og málsetningar, og hann skal duga at samskipa arbeiði í fyritøkuni. Men uttan dugnalig starvsfólk er alt hetta nyttuleyst, sigur Christian Nagata, “Ársins Leiðari 2008” Mynd: Jens Kr. Vang