Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 20 - 29. januar 2008 Oljuárið 2008 Jan Müller jan@sosialurin.fo 2008 er fyrsta heila árið hjá nýggja stjóranum í Jarð­ feingi, Petur Joensen. Her­ fyri fór Sigurð í Jákupsstovu í farlovyi og Petur Joensen tók við. Hóast lítið er hent á oljuøkinum í eina tíð, so heldur nýggi stjórin á før­ oysku oljufyrisitingi, at vit ganga eini spennandi tíð á møti. 3. úbjóðing – Størsta málið hjá okkum í nýggja árinum er útbjóðing­ in á landgrunninum, sum vónandi verður tikin fram aftur so skjótt tingið kemur saman sigur stjórin á Jarð­ feingi, Petur Joensen við Portalin. Men boringin hjá BP á Williamleiðini, sum fer fram í løtuni, er eisini eitt av teimum mest spenn­ andi málunum, sum upp­ tekur fólkini á Jarðfeingi. – Vit fáa allar upplýsingar frá BP, men her er talan um ein brunn, har eingir upp­ lýsingar skulu fara út til almenningin, fyrr enn fyri­ støðufelagið gevur grønt ljós sigur Petur Joensen. Aðrir brunnar Tá vit spyrja oljuhøvdingan, hvat annars er á skránni á oljuøkinum í næstum sigur hann, at boringin hjá ENI á Anne Marie leiðini er so eis­ ini eitt av teimum málum, sum Jarðfeingi sær fram til. Hon er sett til at verða bor­ að í ár ella í 2009. Talan er um eitt níggju ára loyvi, sum gongur út í august næsta ár. Sum skilst fer ENI helst at bora í komandi ári. Umframt ENI er eisini Faroe Petroleum partur av loyvinum, og herfyri keypti japanska felagið Cieco seg inn í hetta loyvið. Eitt annað spennandi mál, sum stendur á skránni í føroysku oljutilgongdini, er boring á Súluleiðini, sum er eitt loyvi, ið oljufeløgini Chevron, Statoil, Dong og OMV fingu tillutað í 2. Jarðfeingi sær 2008 sum Eni valdi Hammerfest Í seinastuni hevur ein ávísur spenningur verið um, hvørja norðurnorska havn oljufelagið Eni Norge fór at velja sær sum støð fyri virkseminum á Goliat­ leiðini í Barentshavinum, har Eni Norge er operatørur. Seinasta fríggjadag boðaði felagið so frá, at tað hevur valt at brúka Hammerfest sum miðstøð. Eni Norge er sum nevnt operatørur á Goliat­leiðini og eigur 65 prosent av rættindunum. Statoil/Hydro eigur 20 prosent og NOIL Energy 15 prosent. Hammerfest verður miðstøð fyri Goliat-oljuleiðina (Mynd: Hammerfest Turistkontor) Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi: -Vit royna at fáa gott samstarv við brestkar oljumyndugleikar Williamboring­ in á land­grunn­ inum er mest spennand­i málið í løtuni fyri føroysku oljufyrisit­ ingina. Men 3. útbjóðing umframt gongd­in í bretskum øki hevur eisini høga raðfesting hjá Jarðfeingi Nógv leitivirksemi verður komandi árini, bæði í føroyskum og bretskum øki