týsdagur 29. januar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 20 - 29. januar 2008
eitt spennandi oljuár
Stórur ivi um aluverk
Grønlendska heimastýrið hevur fingið heilar 75 síður við viðmerkingum og
spurningum frá fólki í sambandi við, at tann risastóra amerikanska fyritøkan
Alcoa ætlar at byggja eitt stórt aluminiumsvirki í Vesturgrønlandi. Í sambandi
við ætlanina hava myndugleikarnir skipað fyri borgarafundum í Nuuk,
Sisimiut og Manitsoq, og hesir vístu, at fólk stúra serliga fyri, hvørjar
avleiðingar tað ætlaða virkið fær fyri umhvørvið á staðnum og sum heild.
Nógvir grønlendingar stúra fyri avleiðingum av aluvirki (Mynd: Vísir)
útbjóðing. Enn er einki
avgjørt um henda brunnin,
men umboð fyri Chevron
hava fleiri ferðir sagt við
Sosialin, at tey ætla at seta
bora í í 2009. So skjótt sein
astu úrslitini koma frá met
ingarboringum á Rosebank
leiðina nærhendis.
Koma og fara
Hyggja vit aftur um okkum
og spyrja, hvat kom burtur
úr í farna árinum, so heldur
Petur Joensen, at tað er ein
góð gongd, at nýggj oljufe
løg vísa áhuga fyri føroyska
økinum. – Tað vísir seg m.a.
sum at vit eru við at fáa eina
asiatiska innrás. Oljufeløg í
fjareysturi tykjast í størri og
størri mun vilja vera við í
oljuleitingini eitt nú í hesum
partinum av heiminum. Tey
vilja fáa lut í oljuni her, og
tey skulu vera vælkomin at
taka lut í leitingini á føroyska
landgrunninum sigur Petur
Joensen, sum við hesum
sipar til eitt japanskt og eitt
suðurkoreanskt
oljufelag,
sum ynskja at keypa seg inn
í loyvi á landgrunninum.
– Eg rokni við at tað fara
at henda broytingar í hesum
árinum, bæði tað at vit fara
at síggja nýggj feløg, onkur
glíða út, og tað skal ikki
undra, um tað verða onkur
umbýti, har feløg koma inn í
verandi loyvi.
Seismikkur
Í sambandi við at leggja
eina nýggja útbjóðing til
rættis, sigur Petur Joensen,
at vit vita ikki, hvat útbjóð
ingin sjálv fer at bjóða
uppá. Men onkur feløg hava
sagt seg áhugað longu. Her
fyri hevði Jarðfeingi fund
við vinnuna um komandi út
bjóðing.
Vinnan
gjørdi
greitt, at seismisku kanning
arnar órógva. – Hetta er
nakað, sum vit fara at taka
upp, har vit royna at sam
skipa virksemið betri mill
um seismikkvinnuna og
fiskivinnuna.
Føroysk luttøka
Eisini føroysk luttøka í olju
virkseminum er nakað, sum
Jarðfeingi fer at taka upp.
Har mugu vit til at finna út
av loysnum, sum virka bet
ur enn í dag og sipar hann
her m.a. til ónøgdina, sum
hevur verið frá vinnufyri
tøkum við eitt nú framferð
arháttinum hjá fyristøðufe
lagnum í Williamboringini.
Hann ætlar sær tí at tosa
við bæði føroysku vinnuna
og oljuvinnuna fyri at fáa
samstarvið at rigga betri.
Oljupengar
Núverandi stjórin á Jarð
feingi er tann, sum hevur
umsitið nógvu oljupengar
nar frá oljufeløgunum, sum
hava verið brúktir til at før
leikamenna føroyska vinnu
umframt til onnur endamál.
Her er talan um stórar upp
hæddir, sum eru farnar til
ymisk endamál men fyrst
og fremst eru latnar við tí
fyri eygað at førleikamenna
føroyska vinnu til at vera
við í oljuvinnuni.
Petur Joensen sigur, at
hetta er ein av spurningu
num,
sum
hava
verið
frammi í sambandi við
triðja útbjóðingarumfar, at
kanska er tíðin komin til at
hyggja uppá, at onkur annar
enn tey á Jarðfeingi sita og
fylgja við, hvat oljupengar
nir verða brúktir til. – Eftir
hondini er tað farið so langt
frá oljuvinnuni, at tað verð
ur næstan bara verður brúkt
til annað, og tá halda vit
ikki, at vit eru tey røttu at
sita og meta.
Bretska økið
Á Jarðfeingi eru tey eisini
sera spent um, hvat hendir
hinumegin
markið,
har
DTI, sum umsitur bretsku
leitiloyvini saman við olju
feløgunum roynir at menna
økið. – Tað verður sera
spennandi at fylgja við í tí.
Bretar eru avgjørt opnir fyri
samstarvi. Vit hava sam
band við bretsku loyvis
myndugleikarnar og sam
starvið tann vegin er nakað
vit fara at dyrka meira, so
leiðis at vit eru betri upp
lýstir um, hvat teir gera og
øvugt. Tað er tó kanska
meira vit, sum hava áhuga
í, hvat teir gera.
Nógv hendir
Tað er so eisini við at henda
nakað fyri norðan. Íslend
ingar hava boðað frá, at teir
fara at bjóða út um ikki so
langa tíð. Eisini er stórur
spenningur um leiting í
Grønlandi. So samanumtik
ið er alt økið frá Norðsjónum
til Grønlands áhugavert og
her liggja Føroyar so mið
skeiðis í hesum stóra um
ráði, sum eisini røkkur suð
ur til Írlands og norður til
Barentshavið.
Jarðfeingisstjórn
vónar
vit fáa eitt gott oljuár í
2008. Hann torir tó ikki at
spáa um, hvat úrslitið verð
ur av boringini á landgrunn
inum.
Hinvegin
fegnast
hann um, at sjálvt eftir
henda brunnin standa fleiri
spennandi
brunnar
fyri
framman, bæði í føroyskum
og bretskum øki, og hann
telist millum teirra, sum
halda, at vit eiga at síggja
útviklingin
báðumegin
markið sum part av somu
søk, nevniliga at gera Før
oyar til eina oljutjóð.
Jarðfeingi fer at leggja stóran dent á at byggja brýr millum føroyska vinnu og
oljufeløgini, tá virksemi er her.
Williambrunnurin er fremstur í huganum hjá Jarðfeingi.