Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 20 - 29. januar 2008 Nýggi sáttmálin gagnar millum annað íslendskum vørum á kanadiska marknaðinum Samhandil Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Fríggjadagin var ein há­­tíðar­ løta í sveisiska býnum Davos, har umboð fyri EFTA og Kanada skrivaðu undir ein fríhandilssá­­ttmá­­la. Í fyrsta umfari umfatar sá­­ttmá­­lin handil við vørum, men partarnir hava avtalað, at innan trý á­­r skulu teir fara undir samrá­­ðingar um at víðka sá­­ttmá­­lan, so hann eisini kemur at umfata tæn­ astur. Saman við fríhandilssá­­tt­ má­­lanum hava EFTA og Kanada tingast um ein serligan sá­­ttmá­­la um land­ búnaðarvørur. Eisini her komu partarnir á­­ má­­l við sá­­ttmá­­la, sum varð undir­ skrivaður fríggjadagin. Bá­­ð­ ir sá­­ttmá­­larnir koma í gildi, so skjótt teir eru góðkendir í Kanada og teimum fýra EFTA­londunum, sum eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Fyrimunur fyri Ísland Íslendsku fjølmiðlarnir siga, at nýggi fríhandilssá­­tt­ má­­lin er ein fyrimunur fyri Ísland. Millum annað hvørv­ ur tollurin á­­ øllum fiska­ vørum, landbúnaðarvørum, klædnavørum, fiskakørum og øðrum vørum úr plasti, sum íslendingar framleiða og útflyta. Tað sama er við maskinum og tøkni. Aftur­ fyri fá­­a kanadiskar ídnaðar­ vørur og á­­vísar landbúnaðar­ vørur tollfría atgongd á­­ íslendska marknaðinum. Íslendingar vænta eisini, at íslendskar fyritøkur fara at fá­­a sær virksemi í Kana­ da. Í fjør skrivaðu Ísland og Kanada undir ein sá­­ttmá­­la um loftflutning, sum mill­ um annað gevur íslendskum flogfeløgum møguleikar at flyta fólk, farm og post í Kanada. Á fundinum í Davos samdust EFTA­londini um at fara undir samrá­­ðingar við India um fríhandil. Partarnir hava havt innleið­ andi tingingar, sum endaðu í fjør, og londini eru samd um at gera ein fríhandils­ sá­­ttmá­­la, sum skal umfata bæði vørur og tænastur. Kvotuskerjingin bjargar íslendska toskastovninum Avgerðin hjá íslendsku stjórnini at skerja toskakvotuna var neyðug og fer at bjarga stovninum FiSkivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo - Tað er eingin ivi um, at toskastovnurin undir Íslandi er viknaður tey seinastu árini, og at støðan er sera álvarssom. Kortini haldi eg ikki, at vit fara at koma í somu støðu sum kanadiumenn við toskinum við Ný­­funnaland. Stjórin á íslendska havrannsóknarstovninum, Jóhann Sigurðjónsson, viðgongur, at stovnurin mælti stjórnini til at skerja toskakvotuna munandi fyri at forða fyri, at íslendingar skuldu koma í eina støðu, sum minti um tað, sum hendi við Ný­­funna- land. Har gekk heimsins størsti toskastovnur til grundar av ovurveiði og broytingum í umhvørvinum fyri smáum tjúgu árum síðani, og 15 ára veiðibann hevur ikki fingið stovnin aftur á føtur. - Vit eiga at hyggja at tí, sum hendi í Kanada tá og teirri sannroynd, at toskastovnurin har hevur ikki fótað sær aftur. Tá vit sóu, at toskastovnurin undir Íslandi byrjaði at vikna, mæltu vit til munandi niðurskurð í kvotuni fyri at forða fyri, at nakað tilsvarandi skuldi henda her. Vit vænta eisini, at stovnurin fer at veksa aftur, sigur Jóhann Sigurð- jónsson við Vísir. Stjórin íslendska havrannsóknarstovninum ásannar, at viðurskiftini undir Íslandi eru ikki heilt lík teimum í Kanada, tí har hava broytingar í vistfrøðini havt munandi størri ávirkan á gongdina enn undir Íslandi. Íslendski toskurin kundi fingið somu lagnu sum toskurin við Nýfunnaland, bleiv einki gjørt (Mynd: Vísir) EFTA fingið fríhandil við Kanada Nú sleppa íslendskar fiskavørur tollfrítt á kanadiska marknaðin (Mynd: Vísir) Arbeiddu svart Kanningar hjá­­ skattaveldinum í Norðurnoregi í fjør avdúkaðu, at umleið 80 prosent av útlendingunum, sum arbeiddu í byggivinnuni, rindaðu ikki skatt í Noregi. Somu kanningar vístu, at útlendingarnir høvdu fingið umleið 600 mió. krónur í løn, sum teirra norsku arbeiðsgevarar høvdu hildið uttan fyri skattaskipanina. Skattavaldið sigur, at 36 má­­l eru latin á­­kæruvaldinum. Onkur arbeiðsgevari hevur fingið forboð fyri at hava fólk í arbeiði næstu fýra á­­rini. Nógvir útlendingar arbeiddu svart í Noregi í fjør (Mynd: Nordlys)