týsdagur 29. januar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 20 - 29. januar 2008
Dynamikkur,
nýhugsan, servitan
og vøkstur. Fyritøkur
úti í heimi fáa
stórt gagn av at fáa
uttanhýsis ráðgevarar
(konsulentar) til
at loysa krevjandi
uppgávur. Hvussu er
støðan í Føroyum?
RÁÐGEVING
Finnur Sivertsen,
búskaparfrøðingur
Business-line.fo
Teir rykkja inn tá tørvurin
er har, og fara so avstað aft
ur tá uppgávan er loyst. Teir
hava nomið sær hægstu út
búgvingar, og seinni vunn
ið sær servitan innan nøkur
øki og hava góðar royndir
frá øðrum verkætlanum.
Teir hugsa øðrvísi og eru
púra leysir at hugtakinum
“soleiðis hava vit altíð
gjørt”.
Hóast uttanhýsis ráðgev
arar stundum verða lagdir
undir at kosta nógv, so er
tað ein royndur lutur, at teir
verða nógv brúktir í Dan
mark og úti í heimi við sín
um serkunnleika, dynamikki
og nýhugsan og hetta gevur
fyritøkum og stovnum spar
ingar, marknaðarfyrimunir,
og størri drívmegi.
Servitan og nýhugsan
gevur størri vøkstur
Soleiðis ljóða nakrar av nið
urstøðunum í kanningini
“Viden der virker”, sum
stóra danska ráðgevingarfe
lagið Rambøll Management
hevur latið úr hondum fyri
fakfelagið hjá donskum
verkfrøðingum, IDA, og
felagið hjá donskum búskap
arfrøðingum og løgfrøðing
um DJØF.
– Tað at tú kanst fáa ein
uttanhýsis ráðgeva at kanna
alla organisatiónina, gevur
fyritøkuni eina stóra virðis
øking. Fyritøkan verður
skoðað við nýggjum brillum
og leiðslan fær settan spurn
ingin – Hví gera tit soleiðis
sum tit gera?
Liva seg inn í
fyritøkuna
Fleiri av spurdu fyritøkunum
– serliga millum tær smáu
– undirstrika, at tað sum er
avgerandi er, um ráðgevin
evnar at liva seg inn í fyri
tøkuna.
Sambært
formannin
í
DJØF, Rune Greger Meyer,
økir hetta um møguleikarnar
fyri, at ráðgevin eisini kem
ur við góðum ráðum og vit
an innan aðrar verkætlanir.
– Ein uttanhýsis ráðgevi
sær ofta nýggjar møguleikar
sum vit, ið starvast dagliga
í fyritøkuni ikki síggja.
Hetta kann føra til, at hann
gerst ein týðandi partur í
eini menningartilgongd, ser
liga tá talan er um nýggjar
framleiðslur, nýggir markn
aðir, osv. sigur Rune Greger
Meyer.
Mest at gera í
góðum tíðum
Stóra trotið á arbeiðsmegi í
Danmark ger at uttanhýsis
ráðgevarar eru sera nógv
eftirspurdir.
Tað sigur seg sjálvt, at
støðan sum nú er í Danmark
ger tað lætt hjá serfrøðingum
at byrja egið virksemi sum
ráðgevarar. Tað merkja vit
sera væl, sigur deildarleið
arin hjá IDA, Lise Dam
kjær.
Hjá Dansk Management
Råd vísir Susanne Ander
sen, deildarleiðari á, at tey
seinastu árini hava verið ser
liga gylt fyri donsku ráð
gevaravinnuna. Hon vísir á
somu orsøk til vøksturin,
nevniliga trot á arbeiðsmegi
í Danmark og eitt óvanliga
stórt virksemi í donsku
vinnuni.
Hon vísir eisini á, at ráð
gevararnir nú í størri mun
knýta seg at eini størri ráð
gevingarfyritøku,
fyri
á
tann hátt at fáa møguleika
at taka lut í størri verkætlan
um.
– Sum sjálvstøðugur ráð
gevi skalt tú verða ógvuliga
stinnur innan títt egna av
markaða vitanarøki. Fert tú
inn í eitt størri ráðgevingar
hús, fært tú atgongd til eitt
netverk av samstarvsfeløg
um og tú fært møguleika at
starvast við størri verkætl
anum saman við fólki við
bestu førleikum, sigur Su
sanne Andersen, deildarleið
ari hjá IDA.
Føroyar og
konsulentar
Tað hevur ikki ligið í før
oysku vinnumentanini at
leita sær uttanhýsis ráðgev
ing, men tó verður tað gjørt
í ávísan mun, t.d. í kt
vinnuni. Ein fortreyt fyri at
leita sær servitan er, at tú
skalt ásanna tørvin og so
finna fram til, hvar konsu
lentarnir er at finna.
Tørvur á konsulentum
ger seg kanska serliga gald
andi hjá nýstovnaðum fyri
tøkum, har torført kann
verða hjá íverksetara at
halda skil á framleiðslu,
sølu,
marknaðarføring,
roknskapi, leiðslu, osv.
Tað er ongin ivi um, at
føroyska samfelagið hevði
verið munandi betri fyri,
um vit høvdu eina vælvirk
andi konsulentvinnu í Før
oyum, har føroyskir og út
lendskir ráðgevarar tóku
sær av krevjandi verkætla
num.
Men hetta krevur ta hug
burðsbroyting, at vinnan –
og ikki minst land og
kommunur gerast meira
afturhaldandi við føstum
starvssetanum, og kenna
tað sum sína skyldu at
kanna, um uttanhýsis ráð
gevarar eru til taks til tær
krevjandi, tíðarbundnu upp
gávurnar,
sigur
Finnur
Sivertsen, búskaparfrøðing
ur og stjóri á Business-line.
fo í stuttari viðmerking.
Uttanhýsis vinnuráðgeving
til serligar uppgávur
Selja Grønland í felag
Á einum leiðarafundi í síðstu viku samdust partarnir í grønlendsku
ferðavinnuni um at samskipa marknaðarføringina, soleiðis at meiri kann
fásst burtur úr pengunum, sum verða brúktir til marknaðarføra Grønland
sum ferðamannaland. Thomas Rosenkrands í grønlendska ferðavinnuráðnum
sigur við KNR, at í fyrsta umfari er ætlanin at leggja dent á at fáa
ferðafólkini til Grønlands. Tey einstøku tilboðini koma so í aðru røð, sigur
hann.
Grønlendska ferðavinnan samskipar marknaðarføringina (Mynd: Sermitsiaq)
Uppsagnir í Íslandi
Avgerðin hjá íslendsku stjórnini at skerja toskakvotuna
hevur kostað nógv arbeiðspláss teir seinastu mánaðarnar.
Í síðstu viku boðaði felagið Petursey í Vestmanna
oyggjunum frá, at tað hevði sagt sínum 36 starvsfólkum
upp, tí grundarlag er ikki fyri at halda fram við
virkseminum. Virkið hevur egið skip, men noyddist at
leggja tað við bryggju í heyst, tí toskakvotan var so nógv
skerd. Harafturat er minni fiskur komin upp á land í
Oyggjunum í vetur.