Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 vinnan Nr. 20 - 29. januar 2008 Ætla fleiri vindmyllur Orkufelagið í Tromsø, Troms Kraft, hevur søkt myndugleikarnar um loyvi til at seta fleiri vindmyllur á Rebbenesoynni. Sambært umsóknini ætlar felagið at fáa sær fimm vindmyllur, sum skulu veita upp í 40 GWh um árið. Tann samlaða íløgan er mett til 170 mió. norskar krónur. Troms Kraft hevur frammanundan eina ætlan um at seta fleiri vindmyllur upp á Vannoynni, men felagið bíðar eftir loyvi frá orku- og orkumálaráðnum. Selja øl til Kanada Í summar fáa kanadiumenn møguleikan at keypa sær eina grønlendska øl. Tað er greitt, eftir at grønlendska brygjjaríið Greenland Brewhouse í Narsaq hevur fingið samband við fleiri kanadiskar innflytarar. Ætlanin er lata vitjandi á einari stórari golfkapping, sum verður í Kanada í juni, sleppa at royna sløgini Mountain Ale og Iced Flower. Greenland Brewhouse væntar sær nógv av kanadiska marknaðinum, skrivar blaðið Sermitsiaq. Nú sleppa kanadiumenn at smakka grønlendskt øl (Mynd: Sermitsiaq) - Okkara faldari vísir tíverri, at danskar handilsketur, sum selja matvørur, føra ein ábyrgdarleysan politikk, tá ið tær keypa fiskavørur. Hetta er ikki í lagi, og leiðslurnar í einstøku ketunum mugu átaka sær sín part av ábyrgdini fyri einari burðardyggari nýtslu av havsins ríkidømi, sigur Greenpeace sambært donskum fjølmiðlum Fiskiríkidømi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í kuldadiskunum kring um í stórhandlunum í Danmark liggja nógv fiskasløg, sum Greenpeace metir vera hótt – ella veidd við oyðandi fiskireiðskapi. Felagsskapurin hevur tí almannakunngjørt ein fald- ara við heitinum “Alt godt fra havet”, sum raðfestir handilsfyritøkur – alt eftir, hvussu burðardyggan poli- tikk hesar føra, tá ið tær keypa fiskavørur til at selja útaftur til brúkararnar. Ábyrgdarloysi Raðfestingin hjá Green- peace vísir, at fleiri danskar handilsketur við undantaki av Lidl og Rema1000, fáa dumpikarakter. Aldi og Sup- erBest skrava botnin við ávikavist 5 og 7 stigum av 252 møguligum. Hanne Kærgaard Lyng Winter, sum er havlívfrøð- ingur hjá Greenpeace Nor- dic, heldur, at leiðslurnar í einstøku stórhandlunum mugu taka á seg ábyrgd. - Okkara faldari vísir tí- verri, at donsku handilsket- urnar, sum selja matvørur, føra ein ábyrgdarleysan politikk, tá ið tær keypa fiskavørur at selja útaftur. Hetta er ikki í lagi, og leiðsl- urnar í einstøku ketunum mugu átaka sær sín part av ábyrgdini fyri burðardyggari nýtslu av havsins ríkidømi. Keturnar mugu seta í verk ein politikk, sum tryggjar, at viðskiftafólk ikki blaka fiskavørur, sum ikki eru veiddar úr burðardyggum fiskastovnum, í innkeyps- vognin og soleiðis óvitandi eru við til at tøma havið fyri eitt nú tosk, áll og tun- fisk. Skal dagførast Umframt at vísa á, hvørjir stórhandlar ikki eru ábyrgd- arfullir við innkeypi av fiskavørum, hevur umrøddi faldari eisini ein lista yvir fiskasløg, sum Greenpeace mælir til, at handlar, brúk- arar, matstovur og aðrir keyparar ikki skulu keypa. Ætlandi verður faldarin leypandi dagførdur og al- mannakunngjørdur einaferð um hálvárið. Sosialurin fer seinni at venda aftur til hetta málið í eini aðrari grein. Greenpeace skrásetir stórhandlar: Eingin moralur við keypi av fiski Fiskur á »reyðlista« Greenpeace mælir fólki frá at keypa hesi fiskasløg: Háv og skøtu Evropeiskan áll Tosk Tunfisk Svørfisk Tropiskar rækjur Havtasku Tungu Reyðsprøku (veidda við troli) Jumfrúhummara (veiddur við troli) Kongafisk Svartkalva og kalva Atlantiskan laks Kelda: Greenpeace FAKTA Toskur er millum tey fiskasløg, sum Greenpeace Nordic mælir brúkarum frá at keypa. Við á listanum hjá felagsskapinum eru fleiri onnur fiskasløg, sum vit vanliga kenna undir Føroyum – og sum vit meta eru veidd undir burðardyggum umstøðum Mynd: Vilmund Jacobsen Noreg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Norska fiskivinnan er ovfarin av, at Nigeria í byrj- anini av hesum árinum er størsti keypari av norskari sild. Sambært norskum hagtøl- um hevur afrikanska landið keypt so nógva sild úr Noregi bara í eina viku, at einki land hevur keypt størri nøgdir enn Nigeria. Av samlaðu søluni av frystari sild úr Noregi hig- artil í ár hevur Nigeria nevniliga keypt helmingin ella tilsamans 6.213 tons. Fyri frystu sildina hevur Nigeria goldið 2,77 krónur fyri kilo, og soleiðis hevur norska útflutningsvirðið av frystari sild til afrikanska landið verið meira enn 17 miljónir krónur – bara eftir einari viku. Tað er serliga tann smáa sildin, sum Nigeria keypir úr Noregi. Norsk sild til Nigeria