týsdagur 29. januar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2008
27
tíðindi
Nú Edward Kennedy
hevur boðað frá, at
hann styðjar Barrack
Obama, er dysturin
um uppstillingina
hjá demokratiska
flokkinum vorðin ein
hólmgonga millum
tvey kend nøvn í
flokkinum - Clinton
og Kennedy
Edward Kennedy kunngjør
di í gjár, at hann stendur
undir liðini hjá Barrack
Obama í kappingini við
Hillary Clinton um uppstill
ingina til forsetavalið í
heyst.
Tann 75 ára gamli sena
torurin er tann einasti av
Kennedybrøðrunum, sum
er eftir á lívi. John F. Kenne
dy gjørdist forseti og boðaði
frá einum nýggjum tíðar
skeiði í amerikonskum poli
tikki. Tann næsti bróðurin,
Robert Kennedy, var á veg
ímóti Hvítu Húsunum, men
báðir gjørdust offur fyri
drápsmannakúlum.
Edward Kennedy hevur
serstøðu í demokratiska
flokkinum, sum hann hevur
umboðað í Senatinum í sam
full 45 ár. Hann og Clinton
hjúnini eru vinfólk, og upp
runaliga ætlaði hann at hal
da seg uttan fyri valstríðið.
Men tá Bill Clinton legði
eftir Barrack Obama fyri
stuttum,
gjørdi
Edward
Kennedy av at hjálpa O
bama. Hann var ikki tann
einasti í teirri máttmiklu
ættini, sum tók ta støðu.
Caroline Kennedy, sum er
dóttir John F. Kennedy,
hevði skrivað í New York
Times, at "sum forseti fer
Obama at líkjast pápa mín
um".
Broyting í luftini
Tað var aftan á uppstilling
arvalið í South Carolina um
vikuskiftið,
at
Edward
Kennedy gjørdi av at styðja
Barrack Obama. Obama
vann stórsigur í South Caro
lina, men Kennedy gjørdist
í øðini, tá Bill Clinton sam
anbar sigurin hjá Obama
við sigurin hjá Jesse Jack
son í sama stati í 1984 og í
1988. Samanberingin var
ikki røtt, tí Jackson vann
tepurt báðar ferðir, meðan
Obama vann stórsigur.
Tann 46 ára gamli Barr
ack Obama hevur verið sen
atorur síðani 2004, og boð
skapur hansara um av savna
amerikanska fólkið til eina
nýggja byrjan uttan mun til
flokslit ella húðalit hevur
gjørt, at fleiri samanbera
hann við John F. Kennedy.
Eg kenni á mær, at tað
eru broytingar í luftini,
segði Edward Kennedy, tá
hann í gjár kunngjørdi, at
hann styðjar Obama.
Dagin fyri hevði hann
ringt til Bill Clinton og
greitt honum frá avgerð
síni, og sambært amerikon
skum fjølmiðlum var orða
lagið ikki so vinarligt, tá
samrøðan endaði, sum tá
hon byrjaði. Edward Kenn
edy og Clintonhjúnini vóru
ofta saman, tá Bill Clinton
var forseti, og tað hendi
meiri enn so, at forsetahjún
ini hildu frí heima hjá
Edward Kennedy í Massa
chusetts.
Stutt Sagt
Arbeiði
bleiv til
fongsul
Herfyri vórðu seks fronsk
neyðhjálparfólk
dømd
átta ár í arbeiðslegu í
afrikanska landinum Tjad,
tí tey høvdu roynt at
smugla meiri enn hundrað
børn úr Afrika til Evropa.
Við
samráðingum
eydnaðist
tað
fronsku
myndugleikunum at fáa
myndugleikarnar í Tjad at
senda seks av teimum
dømdu til Fraklands, so
tey kunnu sita dómin har
ístaðin fyri. Trupulleikin
er bara, at eftir franskari
lóg er tað bannað at hava
fólk í arbeiðslegu, og tí
noyðast tey dømdu nú í
fongsul ístaðin fyri.
Smittaði
dóttir
sína
Løgreglan í norska býnum
Drammen hevur skuldsett
ein 40 ára gamlan mann
fyri at hava smittað sína
egnu dóttir við HIV. Tað
skrivar blaðið Drammens
Tidende. Ein talsmaður
hjá løgregluni sigur við
blaðið, at enn leggur
løgreglan ikki so stóran
dent á at fáa at vita,
hvussu
pápin
hevur
smittað gentuna, og um
tað møguliga kann verða
hent
við
kynsligari
misnýtslu.
Tað
týdningarmesta
er,
at
maðurin nú er skuldsettur
fyri
at
hava
smittað
gentuna,
sigur
talsmaðurin.
Kvinnur
bukaðu
gentur
Í seinastuni hevur danska
løgreglan staðfest nakrar
tilburðir, har ungar gentur
hava gjørt seg inn á
javngamlar gentur, men
um
vikuskiftið
fekk
løgreglan í Køge boð um,
at tvær vaksnar kvinnur
høvdu
bukað
tríggjar
ungar gentur. Harafturat
tóku
kvinnurnar
fartelefonir, bankakort og
lyklar
frá
gentunum.
Løgreglan í Køge tók stutt
eftir tær báðar kvinnurnar,
sum vístu seg at vera 20
ára gamlar. Genturnar
vóru 15 og 16, sigur
løgreglan.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Obama er tann rætti at taka upp
arvin eftir John F. Eg kenni á mær, at
broytingar eru í luftini
(Edward Kennedy)
útlond
Tann royndi bretski
diplomaturin var
sjálvskrivaður sum
ST-sendimaður í Afg-
hanistan. Nú tekur
hann seg aftur, tí afgh-
anski forsetin vil ikki
hava hann til Kabul
Amerikanska stjórnin ivað
ist ikki, tá hon fekk eitt upp
skot um at góðkenna Paddy
Ashdown sum STumboðs
mann í Afghanistan. Tann
royndi bretski diplomaturin
var júst tann rætti maðurin
at senda til Kabul.
Men afghanska stjórnin
vil ikki hava Paddy Ash
down til Kabul. Sambært
blaðnum The Times stúrdi
afghanska stjórnin fyri, at
Ashdown fór at fáa ov nógv
vald og ov stóra ávirkan
sum STumboð.
The Times veit at siga, at
nógvir vesturlendskir diplo
matar í Kabul høvdu glett
seg til at fáa Paddy Ashdown
hagar. Hann hevur fyrr ver
ið STumboð í Bosnia og
fekk sera góð skoðsmál.
Í gjár segði Paddy Ash
down við BBC, at hann
hevði tikið seg aftur sum
STumboð í Kabul fyri ikki
at órógva viðurskiftini mill
um London og Kabul. Bret
land hevur næstan 8.000
hermenn í Afghanistan, og
Hamid Karzai, forseti, hev
ur funnist at teimum bretsku
og teimum amerikonsku
hermonnunum í seinastuni.
Forsetin vil vera við, at teir
fremmandu
hermenninir
hava skyldina av, at Taliban
er komið fyri seg aftur.
Nú stendur valstríðið millum
Clinton og Kennedy
Barrack Obama og Edward Kennedy avmyndaðir í Senatinum
(Mynd: AP)
Karzai vil ikki hava Ashdown
Paddy Ashdown var sjálvskrivaður sum ST-umboð í Afghanistan, men Hamid Karzai vil ikki
hava hann hagar
(Mynd: Reuters)
Bill og Hillary Clinton á veljarafundi í South
Carolina í síðstu viku
(Mynd: AP)