Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 20 - 29. januar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg vil gjarna gera púrasta greitt, at tað er eingin í B36 ella FC Tórshavn, sum hevur kontakað spælaran uttan um B71 Per Hansen, formaður í B36 Formaðurin í B36, Per Hansen, sigur, at hann persónliga tosaði við formannin í B71, áðrenn felagið tosaði við Magnus Olsen Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Vit hava hildið okkum til reglurnar. Eg tosaði sjálvur við formannin hjá B71, áðrenn nøkur ítøkilig stig vórðu tikin. Somikið stutt er tann støðan. Somikið avgjørdur er formaðurin í B36 um ákæruna, sum B71 hevur reist móti B36, sum teir siga hevur dyrgt eftir Magnusi Olsen, uttan at B71 hevur verið partur av málinum. Nakað sum er ólógligt, tá spælarin hevur sáttmála við B71. - Í fyrsta umfar játtaði B71-formaðurin eisini, at vit kundu tosa við spælaran. Men at hann seinni kúvendir í hesum, er so ein annar partur av søguni. Men eg vil gjarna gera púrasta greitt, at tað er eingin í B36 ella FC Tórshavn (felagið, ið rekur Formula-hópin, blðm.), sum hevur kontakað spælaran uttan um B71. - Vit hava havt onkur dømi um, at misskiljingar eru komnar fyri í slíkum málum. Tað vilja vit sjálvandi sleppa undan, og júst tí ringdi eg fyrst av øllum til formannin hjá B71. Vit hava so onga orsøk til ikki at halda reglurnar í slíkum málum, og tað havi eg greitt bæði formanninum og øðrum ábyrgdarpersón- um í B71 frá, sigur Per Hansen. Vit tosaðu við B71 fyrst Eingin í B36 ella FC Tórshavn hevur tosað við Magnus Olsen, uttan at B71 visti av hesum, slær B36-formaðurin fast Chelsea og Liverpool fingu dystir á heima­ vølli, meðan Man­ chester United og Arsenal bresta saman á Old Trafford Fótbóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Huddersfield frá triðbestu ensku deildini, League One skulu á eina heldur torføra uppgávu á Stamford Bridge, har teir møta Chelsea, men størsti dysturin í fimta umfari skerst ikki burtur. Tað er sjálvandi dysturin millum nummar eitt og tvey í Premier League. Huddersfield hava drigið vinnararnar frá í fjør, Chelsea á Stamford Bridge, men tað er eittans dystur, ið skínur framum allar aðrar í fimta umfari, og tað er á Old Trafford leikvøllinum, har Manchester United taka móti Arsenal. Lægst í metum Huddersfield er saman við Bristol Rovers, lægst á styrkislistanum, av teimum liðum, ið eru eftir í fimta umfari. Teir eru ovur- hondsfegnir um at sleppa at møta Chelsea, tí hetta gevur ein ávísan prosentpart av áskoðarainntøkunum. Og dysturin verður sum kunnugt spældur í London á glæsuliga Stamford Bridge leikvøllinum, har ein øðilig rúgva av fólki sleppur inn til dystin, so tað fer at verða ein kærkomin peningainnspræning, ið Huddersfield fær. Rovers trúgva uppá sín møguleika Í Bristol Rovers hava teir hinvegin trúnna uppá, kanska at náa fjórðings- finalurnar, eftir at teir drógu Southampton. Hesin dyst- urin kann gerast sera javnur, og tað er ilt at taka dagar millum hesi bæði liðini. Serliga í FA Cup er ikki altíð, at favorittarnar vinna. Tað eru hvørt einasta ár fleiri dømir um ”Giant killings” t.e. tá eitt lægri styrkismett lið vinnur seg langt fram í kappingini og vinnur móti einum liði, ið liggur væl hægri á styrkislistanum. Bert seks eru eftir Nú Arsenal skal spæla móti United, er tað heilt víst at minst eitt Premier League lið rýkur út í fimta umfari. Liverpool vóru hepnir í teirra lutakasti, tí eftir at hava skúgvað Havant & Waterlooville til viks, fingu teir enn ein dyst á heima- vølli, hesaferð móti Barns- ley úr The Championship. Tey írestandi Premier League liðini, Middles- brough og Portsmouth, skulu bæði á truplar upp- gávur, tá tey bæði skulu møta liðum úr The Champ- ionship, á útivølli. Tey skulu møta ávíkavist Sheffield United og Preston. Tvey Championship lið tryggjað Í minsta lagi tvey lið úr The Championship eru tryggjað luttøku í fjórðingsfinal- unum. Hetta varð greitt, tá Cardiff dróg Wolves, meðan arvafíggindarnar úr The Midlands, Coventry og West Bromwich fara at dystast á The Ricoh Arena í Coventry. Arsenal til Old Trafford Lutakastið: Bristol Rovers v Southampton Cardiff v Wolves Sheff Utd v Middlesbrough Liverpool v Barnsley Manchester United v Arsenal Preston v Portsmouth Coventry v West Brom Chelsea v Huddersfield Dystirni verða spældir 16. og 17. februar FAKTA