Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 20 - 29. januar 2008 ] Fimta Grand Prix kappingin í talvi varð avgreidd leygardagin í nýggja skúlanum í Kollafirði undir sera snotiligum umstøðum Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Um umstøðurnar vóru betri enn á gamla apoteki, er ilt at siga, men í Kollafirði gjørdist úrslitið greitt. Góð uppmøting Tað vóru 34 telvarar møttir upp í Kollafirði, og hetta er met fyri luttøku hetta kapp­ ingarárið. Eisini var kapping­ in munandi sterkari enn fyrru kappingarnar, har miðalratingtalið fyri tíggju teir ovastu var 2048. Hetta er sterkari enn Landsliðsbólk­ urin hevur verið onkur ár. Carl Eli sleit frá Torkili Carl E. N. Samuelsen og Torkil Nielsen løgdu best út, og teir fylgdust eisini í stig­ um til seinasta umfar. Tá høvdu teir báðir longu tryggjað sær eitt annað pláss, tí teir førdu tá við 1½ stigi. Seinasta umfar hevði Carl Eli svart móti Rana Nolsøe, og eina løtu sá út til, at Rani fór at fella Carl Eli, sum einki talv hevði tapt. Eins og í Nykurs vísu, har tað stendur: “Nykurin letur sær klæði skera, tí hann vildi ein riddari vera”, var Rani ov djarvur og ofraði nærum alt sítt fólk. Eftir rokið stóð kongurin nakin eftir í horninum, og Carl Eli kundi ogna sær tað heila stigið. Á borðinum aftanfyri hevði Torkil hvíta fólkið móti Andreasi Andreasen. Talvið var sera javnt, men í endatalvinum satsaði Torkil alt. Tá a,b og c finnurnar vóru farnar av borðinum, varð roynt hinumegin borð­ ið. Hóast Torkil hevði møguleika fyri javnleiki, royndi hann ov nógv at vinna talvið, og endin gjørd­ ist, at hann tapti talvið. Munurin í oddinum minkar Hóast Carl Eli fekk mest møguliga úrtøku, er hann enn ikki vorðin ein hóttan í oddinum, tí hann hevur bert luttikið í tveimum av teim­ um fimm kappingunum. Torkil fekk har aftur ímóti hálað fimm stig inn á fyrsta plássið. Her skal serliga bítast merki í, at Torkil enn hevur tvær kappingar til góðar at leggja afturat stigunum, tí hann luttók ikki í tveimum teimum fyrstu. Tí verða hesar kappingarnar ivaleyst strikaðar, um hann bert fær eitt hampuligt úrslit í tveimum av teimum næstu kappingunum. Tríggjar kappingar eftir áðrenn finaluna Nú eru bert tríggjar kapp­ ingar eftir, aðrenn finalan verður telvað. Hesar kapp­ ingar eru allar vikuskiftis­ kappingar, har tann fyrsta verður telvað á Oyrabakka. Í mun til fyrru kappingarnar, har hvør telvari hevði 15 minuttir til alt talvið, verða seinastu tríggjar kapping­ arnar telvaðar soleiðis, at hvør telvari hevur 1½ tímar til alt talvið, har 30 sekund verða løgd afturat hvørjum leiki. Hetta er hvør sítt slag av kappingum, men hesar kappingarnar eru lagdar inn í Grand Prix høpi, sum ein roynd at lokka sterkari telvarar við í vikuskiftis­ kappingar, sum hevur verið sera trupult seinnu árini. Grand Prix telving gekk betur enn samgongutelving Rani Nolsøe megnaði einki at gera við systirsonin, hóast Carl Eli Samuelsen var eitt sindur kroystur seinasta umfar Grand Prix 07/08 1 2 3 4 5 Samlað HT Kjølbro KTF ST KT stig Ólavur Simonsen 6,0 5,3 7,0 2,5 20,8 Finnbjørn Vang 6,0 5,3 0,3 2,5 2,0 16,2 Torkil Nielsen 4,5 4,5 5,0 14,0 Carl E. N. Samuelsen 3,0 7,0 10,0 Olaf Berg 7,0 2,0 9,0 Herluf Hansen 1,0 5,3 0,5 6,8 Rógvi Dragaberg 0,5 2,5 2,0 5,0 Martin Poulsen 4,5 4,5 Jógvan Joensen 4,5 4,5 Jón Andreasen 4,0 4,0 Bogi Hansen 2,5 0,3 2,8 Vagn Heldarskarð 2,5 0,3 2,8 Rógvi E. Nielsen 2,5 2,5 Andreas Andreasen 2,0 2,0 Jens Chr. Hansen 2,0 2,0 Terji Petersen 2,0 2,0 Jaspur T. Gaard 0,5 0,5 Jón Gregersen 0,5 0,5 Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir fimm kappingar er: Pól aftur til Vágs Pól Thorsteinsson boðaði herfyri frá, at hann ikki ynskti at halda fram í NSÍ, har hann hevur leikt tvey skifti. Nú gongur leiðin hjá sterka verjuleikarinum heim aftur til Vágs, har hann hevur skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár. Pól Thorsteinsson, sum fekk sína fótbóltsuppaling júst í Vági, hevur síðan hann skifti frá VB/Sumba í 1997 leikt við íslendska Valur, B36 og NSÍ. Rókur í Fremad Tað er ikki víst, at Rókur av Fløtum Jespersen eisini verður partur av HB­liðnum í ár. Álopssinnaði miðvallarin hevur boðað leiðsluni í HB frá, at hann ætlandi fer til Danmarkar í lestrarørindum í ár. Og tað er væl hugsandi, at verandi prógvið skal supplerast í vár, og at hann tí verður noyddur at fara av landinum longu í vár. Fótbóltinum ætlar hann tó ikki at sleppa, og Vikublaðið skrivar nú, at Rókur hesa vikuna venur við Fremad Amager.