Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 21 - 30. januar 2008 tíðindi Tær hava fleiri ferðir prógvað, at tað ómøguliga letur seg gera. Og nú gera Guðrun og Guðrun tað aftur. Mánadagin 04. februar fara tær at skipa fyri einum altjóða mótashowið –í Vágoynni. Leiguflogfør fáa 150 fremmandar og fínar gestir til Føroya, mótasýning verður hildin í hangarinum á flogvøllinum, tey sleppa ein biltúr til Havnar, og síðani verða gestirnir sendir av landinum aftur við leiguflogfari Mótashow Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eitt altjóða mótashow í hangarinum á flogvøllinum vesturi í Vágum. Fyri tey flestu man tað ljóða sum ein ómøguligur og órealist­ iskur ynskidreymur. Men Guðrun og Guðrun hava arbeitt við júst hesi ætlan í eitt knapt ár, og mánadagin verður tað veruleiki. Ístaðin fyri at flyta sínar vørur út um landoddarnar, flyta tær í staðin altjóða tíðindafólk, keyparar og ymisk kend fólk til Føroya. Vilja náa toppinum Guðrun Rógvadóttir tekur sær av samskiftinum við miðlarnar, og hon segði við Sosialin og Rás2 í morgun, at tíðin nú er búgvin at taka dystin upp við tey stóru merkini, sum tær kappast við. ­ Vit hava leigað eitt flog­ far við útlendskum gestum. Her er talan um útlendsk tíðindafólk, nøkur kend fólk og keyparar. Vit tosa faktiskt um eina relansering av Guðrun og Guðrun, greiðir Guðrun Rógvadóttir frá. Hon sigur, at G&G hava verið á marknaðinum í eini 5­6 ár nú, og hava verið tald­ ar ímillum tey smáu merk­ ini. Men nú vilja tær verða tiknar í álvara, og tí eru tær noyddar at lyfta seg upp á tað støðið, sum hini snið­ gevaravirkini hava. Tær hava fingið íleggjarar í fe­ lagið, og tað hevur latið upp fyri nøkrum møguleikum, sum tær ikki høvdu áðrenn. Men tað krevur eisini nakað meiri av teimum. Væl hildið loyndarmál Spurd, hvussu eitt lítið felag sum Guðrun og Guðrun kann fáa eitt so stórt og slóðbrótandi tiltak upp á beinini, svarar Guðrun Rógvadóttir, at tær báðar Guðrun’ar hava arbeitt leingi og málrættað við hes­ um. ­ Tað, sum vit ikki hava mett okkum klára sjálvar, hava vit keypt okkum til. Vit hava nýtt professionell fólk. Harumframt hava vit fingið stuðul og góða hjálp frá ymsum fólkum og fyri­ tøkum. Til at fáa tað allar­ seinasta uppá pláss, hava vit nú eisini fingið Samvit upp í leikin. Men hvussu letur tað seg gera, í Føroyum, at hava eitt so stórt og umfatandi til­ tak loyniligt í so langa tíð? ­Vit hava fyrireikað hetta tiltakið í eitt ár. Høvdu vit tosað um tað allatíðina, var glansurin líkasum farin av tí, tá tað endiliga skuldi fara av bakkastokki. Tí var tað týdningarmikið fyri okkum, at hetta ikki skuldi koma út, fyrr enn vit lótu tað. Og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, hóast so nógv fólk hava verið við í fyri­ reikingunum, tí vit hava arbeitt við professionellum fólkum, sum øll hava havt áhuga í, at hetta skuldi eydn­ ast væl, sigur hon. Dent á røturnar Seinni í komandi viku verð­ ur ein stór mótamessa hild­ in í Keypmannahavn, og ætlanin hjá G&G er, at tiltakið í Føroyum skal vera startskotið til hesa messuna, sum tær eisini luttaka á. ­ Tað lættasta hevði helst verið, um vit bara luttóku á messuni, eins og øll hini gera. Men tá høvdu vit bert verið enn eitt merkið í allari rúgvuni, og vit høvdu ikki verið nakað serstakt sum so, greiðir Guðrun Rógva­ dóttir frá. Men Guðrun og Guðrun er ikki bara eitt danskt merki, og tað hava tær altíð lagt alstóran dent á. ­ Vit eru úr Føroyum, og íblásturin kemur úr Føroy­ um. Tað ger okkum til nak­ að serstakt. Og hvat betri kunnu vit gera, enn at vísa øllum hvaðani vit eru? Tað fer sjálvandi eisini at hava við sær, at vit, tá messan Guðrun og Guðrun Skrá fyri útlendsku gestirnar mánadagin: kl. 09.00: Fráferð úr Kastrup. kl.10.00: Lenda í Føroyum (føroyska tíð) kl.10.15: Bussur fer frá Flogvøllinum, og koyrir til Havnar. Høvi verður at síggja eitt sindur av landinum og vakra útsýninum. kl.11.00: Framsýning í Mullers Pakkhúsið. Cocktails og matur við føroyskum íblástri. kl.12.00: Bussur fer aftur til Vágarnar kl.12.45: Gestir finna sær sess til mótasýningina, sum verður í hangarinum á flogvøllinum. Teitur Lassen spælir. kl.13.15: Mótashowið byrjar kl.13.45: Farið verður aftur umborð á flogfarið 14.00: Flogfarið fer úr Føroyum. 17.00: Koma til Danmarkar (lokala tíð) Guðrun & Guðrun: