Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 30. januar 2008 5 tíðindi Hóast hetta er eitt sera slóbrótandi tiltak, sum setir Føroyar í fokus, so hava Guðrun og Guðrun ikki fingið nakran almennan stuðul. Orsøkin er, at tað almenna stuðlar bert tiltøkum, sum verða hildin uttanlands. – Hesar reglurnar eru jú heilt burturvið, sigur Guðrun Rógvadóttir Mótashow Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tær leiga eitt flogfar, fult av gestum úr Danmark og niðuraftur. Tær hava fingið hendur á hangarinum. Tær leiga bussar at koyra fremmandu gestirnar til Havnar. Tær hava eina resep­tión fyri útlendsku gestunum í Müllers Pakk­ húsi. Tær bjóða mat og drekka. Og tær hava leigað Teit Lassen at sp­æla fyri gestunum. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki eitt bíligt tiltak. Hvussu kann eitt lítið felag sum Guðrun og Guðr­ un hava ráð til eitt so ógvusligt marknaðarfør­ ingstiltak? ­ Vit hava fingið sam­ starv við fimm virki, sum eru við sum fíggjarligur stuðlar. Annars hevði tað ikki latið seg gera! Men vit hava ongan almennan stuðul fingið, hóast vit hava roynt, tí reglurnar eru ov stirvnar, greiðir Guðrun frá. Hon sip­ar til, at almennur stuðul verður bert latin, um skip­að verður fyri til­ tøkum, sum verða hildin uttanlands. Verða tiltøkini hildin í Føroyum, verður eingin stuðul latin. ­ Her haldi eg altso, at reglurnar eru ov stirvnar. Tað er jú hol í høvdið, at tá vit ætla at bróta up­p­ úr nýggjum, og flyta umheim­ in til Føroya, so vit kunnu vísa øllum hvaðani vit eru, og hvaðani íblásturin kem­ ur frá, so fáa vit ongan stuðul. Tí lógin forbjóðar tí. Men høvdu vit tikið okkara kollektión til Dan­ markar, og gjørt eitt tiltak har, so hevði ikki verið nakað í vegin fyri at fingið stuðul. Hetta er ein trup­ul­ leiki, staðfestir Guðrun Rógvadóttir. Rás2, Portalurin og kykmyndir Mótashow Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Mótashowið hjá Guðrun&Guðrun vesturi á flogvøllinum verður bert fyri innbodnum. 150 útlendskir gestir og 350 føroyskir gestir eru bodnir til tiltakið. Men um tit kundu hugsað tykkum at fylgt við í, hvat fer fram mánadagin, so er bara at seta á Rás2, sum fer at senda beinleiðis frá tiltakinum. Harafturat verða fólk frá Portalinum við allan dagin, myndir og kykmyndir verða lagdar út leypandi ígjøgnum alt tiltakið. Tað almenna stuðlar ikki verður hildin, ikki eru sum hini. Vit hava júst gjørt okk­ ara fyrstu mannfólka­kollek­ tión, sum verður víst á mess­ uni í Keyp­mannahavn. Og við tiltakinum í Føroyum, fara vit at vera tær, sum júst hava hildið eitt sp­ennandi og øðrvísi altjóð tiltak í heimlandinum, so vónandi fer tað at seta eyka fokus á okkum, ístaðin fyri, at vit bert eru mótashow nr. 27 á mótamessuni, vísir Guðrun á. Hon sigur eisini, at reak­ tiónirnar, sum hon hevur fingið frá teimum innbodnu, hava verið sera p­ositivar. ­ Tey flestu eru rættiliga stressað í hesum døgum, bæði fjølmiðlafólk og keyp­­ arar, tí stóra mótamessan í Keyp­mannahavn krevur nógva fyrireiking. Men tey hava tó tikið ein heilan dag úr kalendaranum, fyri at koma til Føroya, tí tey hildu hetta vera so áhugavert. Tað p­rógvar, at tað loysir seg at gera nakað øðrvísi, vísir Guðrun Rógvadóttir á. Guðrun&Guðrun ganga enn einaferð undan, og vísa, at tað ómøguliga er møguligt. Til altjóða mótashowið, sum tær mánadagin skipa fyri í hangarinum í Vágum, hava tær leigað eitt flogfar, og flúgva so gestir, útlendskar mótamiðlar og innkeyparar til Føroya Myndir: Hans Andreas á Brúnni Mega mótashow Myndir frá vár/summar kollektiónini 2008. Tað verður tó heyst/vetur kollektiónin, sum verður sýnd í hangarinum á flogvøllinum mánadagin Myndir: www.gudrunoggudrun. com