Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2008 - Teir tríggir flokkarnir, ið sam­ráðast um­ at skipa sam­gongu, ætla at áleggja eysturoyingum­ og norðoyingum­ eyka skatt fyri at fáa ráð til at gera Sandoyartunnilin UndirsjóvartUnlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er heilt burtur við, tá ið teir tríggir flokkarnir, sum ætla at skipa samgongu, nú royna at billa fólki inn, at Skálafjarðartunnilin er ein so góð forrætning, at hann eisini klárar at fíggja ein Sandoyartunnil. Tað staðfestir Martin Heinesen, jarðfrøðingur, sum eisini hevur verið ein av undangongumonnunum aftanfyri ætlanina at fyri­ reika undirsjóvartunnilin ímillum Havnina og Skála­ fjørð. Tað, hann sipar til, er, at nú ætlanin er at skipa sam­ gongu ímillum Javnaðar­ flokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi, hevur tað ligið í kortunum, at leggja Skála­ fjarðartunnilin í eitt alment partafelag, ístaðin fyri at lata eitt privat felag gera tunnilin, sum tað alla tíðina hevur verið talan um. Hann sigur, at skal Skála­ fjarðartunnilin fíggja ein part av Sandoyartunlinum, sum munar, kann tað bara gerast við at hækka gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Skálafjarðartunnilin. ­ Og tað er tað sama sum at áleggja teimum sum brúka Skálafjarðartunnilin, tvs. Í høvuðsheitum eystur­ oyingum og norðoyingum, ein eyka skatt fyri at fáa ráð til at gera Sandoyartunn­ ilin. Í lesarabrævi í blaðnum í dag, staðfestir hann, at tað er fullkomiliga tikið úr leys­ ari luft, tá ið tað verður sagt, at Skálafjarðartunnilin fer at kasta 1,5­2 milliardir av sær í vinningi til tað privata felagið, sum tók stig til at gera tunnilin. Eitt privat felag vil sjálv­ andi hava eitt ávíst avkast fyri tann váðan, sum liggur í at átaka sær alla fíggjarliga ábyrgd av verkætlanini. Avkastið skal avtalast ímillum felagið og lands­ myndugleikarnar, men eitt avkast upp á 12 % um árið er helst á góðari leið. Fáa 20 milliónir burturúr Martin Heinesen sigur, at roknast má við, at felagið má hava tætt við 200 milli­ ónum krónum í eginpeningi og avkastið verður sostatt 12 % av 200 milliónum, ella 24 milliónir krónur um árið. Hinvegin er ikki neyðugt, at eitt alment partafelag fær vinning av partapeninginum og felagið krevur kanska heldur ikki nakran veruligan partapening, men kann hel­ dur taka eitt lán. Hetta lánið kostar helst 6 % í rentu um árið og renturnar av 200 milliónum verða sostatt 12 milliónir um árið. ­ Veruligi vinningurin av at leggja Skálafjarðar­ tunnilin í eitt alment parta­ felag, er sostatt 12 milliónir krónur um árið. Sostatt verður avkastið 120 milliónir í einum 10 ára skeiði, ella 240 millión­ ir í einum 20 ára skeiði ­ ­ Vágatunnilin og Norðoya­ tunnilin skulu eftir ætlan gjaldast aftur yvir 15 ár, sum vildi svarað til umleið 180 mió. kr. Martin Heinesen sigur, at ein annar partur av verk­ ætlanini er tann parturin av byggikostnaðinum, sum ikki verður fíggjaður við eginpeningi, men við lán­ tøku. Fer Skálafjarðartunnilin at kosta eina milliard at ger, at skulu sostatt 800 millión­ ir lánast. ­ Køn fólk meta, at eitt privat felag má helst gjalda eitt prosent meira í rentu um árið enn eitt alment partafelag skal gjalda, tí trygdin aftan fyri eitt alment felag er betri enn í einum privatum felag. Hesin meirkostnaður er sostatt 1% av 800 milli­ ónum, ella 8 milliónir krón­ ur um árið Samlaði meirkostnaðurin verður sostatt umleið 20 milliónir kr. um árið ta fyrstu tíðina, har av 12 milliónir eru vinningur til felagið sum løn fyri váðan. So hvørt, sum lánið verð­ ur goldið niður, gerst mun­ urin minni. Ein triðingur av Sandoyartunlinum Ein Sandoyartunnil verður mettur at kosta 700 millión­ ir krónur. Samstundis verð­ ur mett, at ferðslan í hesum tunli kanska fer at kunna fíggja raksturin, men ikki rentur og avdráttir av lánin­ um. Alt veldst um, hvussu long afturgjaldstíð verður, men helst fer Sandoyar­ tunnilin at kosta einar 60­ 70 milliónir um árið í rentum og avdráttum. ­ Tær 20 milliónirnar, sum kunnu vinnast við at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag, røkkur sostatt í mesta lagi til at fíggja ein triðing av Sandoyartunlinum, sigur Martin Heinesen. ­ Hetta er tað, sum tað gevur av pengum at taka Skálafjarðartunnilin úr hondunum á partafelagnum og kommununum við Skála­ fjørðin og leggja verkætlan­ ina í eitt alment partafelag. ­ Men so eigur tað almenna eisini allan váða í sambandi við verkætlanina, leggur hann afturat. Restin av pengunum, einar 40 – 50 milliónir krón­ ur um árið, skal sostatt finn­ ast aðrastaðni. Hann sigur, at vil sam­ gongan framvegis hava, at Skálafjarðartunnilin skal gjalda allan Sandoyartunni­ lin, kann tað bara gerast við at hækka gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Skálafjarð­ artunnilin. ­ Tað svarar til, at tað verður lagdur ein serskattur á tey, sum fara at brúka Skálafjarðartunnilin og tað er ein serskattur, sum allir aðrir samfelagsborgarar í landinum ikki skulu gjalda ­ Hvat høvdu havnarfólk og suðuroyingar sagt til at bummur varð settur upp á R.C. Effersøesgøtu og í Hovstunlinum har bumm­ gjald varð kravt frá hvørjum bili, sum síðani skal brúkast til at gjalda Sandoyartunnilin fyri, meðan allir aðrir borg­ arar í landinum einki skuldu gjalda, spyr Martin Heine­ sen. Eyka skattur á eysturoyingar og norðoyingar - Hvat høvdu havnarfólk og suðuroyingar sagt til, at bummur varð settur upp mitt í Havn og í Hovstunlinum, har bummgjald varð kravt frá hvørjum bili fyri at fáa ráð til at gera Sandoyartunnilin, meðan allir aðrir borgarar í landinum einki skuldu gjalda, spyr Martin Heinesen, jarðfrøðingur, og ein av fyrireikarunum av at gera Skálafjarðartunnilin Tveir nýggir býráðslimir í Havn Úrslitið av løgtingsvalinum ger, at Tórshavnar Býráð í morgin fær tveir nýggjar býráðslimir, tí tveir nývaldir løgtingslimir hava valt at taka seg úr býráðnum. Bæði Annika H. Olsen úr Fólkaflokkinum og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum, sum kom inn á løgting 19. januar, hava valt at siga býráðssessirnar í Tórshavnar Býráð frá sær. Á býráðsfundi í annaðkvøld klokkan 18 fer býráðið at samtykkja, at Halla Samuelsen tekur sæti fyri Katrin Dahl Jacobsen á Javnaðarlistanum og Inga Dahl fyri Anniku H. Olsen á Fólkaflokslistanum. Næstur á listanum hjá Javnaðarflokkinum er annars Torfinn Smith, men síðani kommunuvalið er hann fluttur til Vágs, og tá hann ikki longur er búsitandi í Tórshavnar kommunu, kann hann ikki taka sætið í býráðnum.