Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2008 Ikki øll samráðingar­ fólk eru eins bjarts­ kygd og formaður Miðfloksins var í Rás2 seinnapartin í gjár. – Tað kann fara báðar vegir, segði eitt umboð Tjóðveldis áðrenn samráðingarnar byrjaðu aftur í morgun POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var lítið at frætta frá samráðingunum millum teir tríggjar flokkarnar, tá samráðingarfólk møttu í morgun. Samráðingarleiðarin, Jóannes Eidesgaard, hevði ikki nógv at siga, og spurd­ ur um nær hann væntaði samráðingarnar komnar undir land, hevði hann einki boð. Einki er liðugt, áðrenn alt er liðugt, tykist vera slag­ orðið hjá samráðingarlut­ takarunum. Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, var annars so bjartskygdur, tá Rás2 tosaði við hann seinnapartin í gjár, at hann væntaði, at eitt samgonguskjal var klárt at skriva undir í dag. Men tað eru hinir flokkarnir eftir øllum at døma ikki samdir við Jenisi í. Nývaldi tingmaðurin fyri Tjóðveldi, Sjúrður Skaale, kundi upplýsa, at hann av góðum grundum ikki hevði so nógv at siga, men at tað »kundi fara báðar vegir«, sum hann málbar seg. Líka lítið hevði formaður Tjóðveldis, Høgni Hoydal, at siga í morgun. Heldur ikki hann hevði nakað boð upp á, nær og um eitt samgonguskjal var klárt at skriva undir. Hann váttaði annars, at samráðingarnar gingu hampiliga væl í teimum átta málsbólkunum, men segði eisini, at enn var ikki komið á mál. Formaður Tjóðveldis vildi heldur ikki siga, um teir átta bólkarnir umboða tey átta málsøkini, sum flokkarnir skulu deilast um, verður ein samgonga veruleiki. Eingin tunnil Ein av teimum fyrstu, sum møttu til samráðingar í morgun, var Gerhard Logn­ berg. Men sambært honum, var einki orð enn skrivað um ein Sandoyartunnil í einum komandi samgonguskjali. Hann var kortini ikki so øðrkymlaður av hesum, tí – sum hann vísti á – stóð heldur einki um ein Norð­ oyatunnil í samgonguskjal­ inum í sínari tíð, men hann kom kortini sum ætlað. Hinvegin vísti hann eisini á í morgun, at tað var tunnil­ in, hann var valdur upp á, og at hesin alla tíðina hevði verið hansara hjartaðmál. Men heldur ikki Gerhard Lognberg dugdi ella vilodi geva eitt boð upp á, nær samráðingarnar verða lid­ nar, ella um tær bera á mál. Somu boð hevði eisini Karsten Hansen, tó at hann helt, at samráðingarnar ganga væl. Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sum er spildur­ nýggj í politikki, metti, at samráðingarnar eisini ganga væl. ­ Nú havi eg sjálvandi einki at sammeta við, men eg haldi tað hevur gingið rættiliga væl, segði hon, tá vit frittaðu í morgun. Ikki í pottinum Men tann týðiliga fatanin, sum stendur eftir, tá vit tosaðu við politikararnar í morgun um samráðingarnar er, at enn er ikki komið so nært einum positivum úrsliti, sum Jenis av Rana vildi vera við seinnapartin í gjár. Tað, sum tó stendur fast, er, at ein ella onnur loysn helst skal finnast innan komandi leygardag, tá tingið skal koma saman at velja eitt nú formansskap. Og slitna hesar samráðing­ arnar, verða ikki tær góðu stundirnar hjá øðrum flokk­ um at finna eina semju. Men fyribils halda sam­ ráðingarnar millum Javn­ aðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin so fram, og bæði Portalurin og Rás2 fara at fylgja við gongdini gjøgnum dagin. Einki greitt enn Klokkan gott og væl níggju í morgun sessaðust fólk aftur við samráðingarborðið við einari CEH samgongu fyri eyga Mynd: Jens Kristian Vang Gerhard Lognberg var ein av teimum fyrstu at møta til samráðingarnar í morgun, men hann hevur enn ikki fingið Sandoyartunnilin við í eitt møguligt samgonguskjal Mynd: Jens Kristian Vang Ikki byggiloyvi enn Slættanes: Á bygdaráðsfundi í Sandavági mánakvøldið var eitt av málunum tað, sum umrøtt var í blaðnum sama dag: Umsóknin frá einum manni í Vestmanna um loyvi at byggja upp aftur eini hús á Slættanesi. Á bygdaráðsfundinum var samtykt at koyra málið aftur í teknisku nevnd, og at taka støðu til tað á komandi fundi. Ætlanin hjá manninum var at byggja ein hús í gomlum sniði á einum øki, sum hevur verið í familjuni. Fara upp á gólv leygardagin Skúvoy: Nú farið verður inn í føstuna, hava skúvoyingar átikið sær at skipa eitt kvøld við føroyskum dansi í bygdini. Hetta tiltakið verður leygarkvøldið, har øll eru vælkomin. Heimasíðan bkv.fo skrivar, at øll eru vælkomin og hevur onkur hug at gista, so verður eisini ein loysn funnin á tí. Sildberin fer annars av Sandi kl. 16:30 henda dagin.