mikudagur 30. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2008
Tann nationalsosial
istiski arbeiðara
flokkurin, NSDAP
fekk bara 2,6% av
atkvøðunum til
ríkisdagsvalið í 1928.
Fimm ár seinni tók
Adolf Hitler valdið
75 ára minni
Heri Simonsen
hersim@sosialurin.fo
Flokkurin æt upprunaliga
“Deutche Arbeiter Partei”
–
DAP,
týski
arbeið
araflokkurin. Adolf Hitler
legði ofta dent á, at hann
var limur nr. 7 í DAP. Og
hann teknaði seg sum lim í
1919, beint aftaná týska
ósigurin í Fyrra Veraldar
bardaga (19141918). Teir
ið stovnaður DAP vóru
menn, sum vóru beiskir um
Versaillesfriðin, sum teir
mettu verða eina eyðmýking
av Týsklandi. Men sjálvt
limanummarið hjá Hitler
var ikki í tráð við sannleikan.
Anthon
Drexler,
sum
stovnaði DAP av fyrstan tíð
sendi eitt mótmælisskriv til
Adolf Hitler í 1940, og
minti hann á, at hann var
limur nr. 555 í DAP. Men
tann sannleikin – sum so
mangir aðrir – kom ikki
fram fyrr enn aftaná krígg
ið. Men limanummar ella
ikki, Adolf Hitler stendur
sum tann ræðuliga ímyndin
av DAP, sum í 1921 broytti
navn til “Nationalsozial
istische Deutche Arbeiter
partei” – NSDAP.
Kvettroynd í 1923
Hitler og hansara menn
byrjaðu at skipa seg. Teir
hildu ógvusligar fundir við
antisemitiskum boðskapum,
og hevndarhugi ímóti teim
um, sum høvdu verið orsøk
in til, at Týskland tapti
Fyrra
Veraldarbardaga.
Boðskapurin rein ikki við
mong í byrjani, men so við
eitt gjørdist Hitler kendur í
øllum Týsklandi. Í 1923
løgdu teir í NSDAP ætlarnir
um at gera eitt statskvett,
sum skuldi byrja í München,
og síðani fevna um alt
Týskland.
Kvettroyndin
bleiv fyrireikað á einari
ølstovu, og í søgubókunum
kom hon at eita “Ølstovu
kvettroyndin”. Kvettroynd
in miseydnaðist, Hermann
Göring og Hitler vórðu
báðir særdir undir gøtubar
døgunum. Í 1924 kom
Hitler fyri rættin, og hann
nýtti høvið at tala fyri
víðgongdu
sjónarmiðum
sínum. Rættarmálið bleiv
meiri ein politiskur sjónleik
ur, enn eitt rættarmál um
landasvik. Dómarin, Georg
Neithardt
hevði
stóran
samhuga við sjónarmið
unum hjá Hitler, og tí fekk
Hitler ein mildan dóm.
Hann fekk 5 ára fongsuls
revsing, men kom bara at
sita í Landsbergfongslinum
í 10 mánaðir. Men hesar 10
mánaðir brúkti hann at
skriva sítt ræðumanifest,
sum hann nevndi “Mein
Kampf ”.
Neyðin í 20-unum
Týski búskapurin skram
blaði saman eftir Fyrsta
Veraldarbardaga. Í 1918
kundi
man
keypa
ein
amerikanskan dollara fyri 4
týskar
markar.
Í
1922
skuldu 400 markar til at
keypa ein dollara. Og í
1924 kravdust 7000 markar
fyri at keypa ein dollara.
Týski tjóðbankin prentaði
peningaseðlar, sum høvdu
eitt áljóðandi virði upp til
10.000.000.000
markar.
Peningakervið datt sundur,
og eitt túsindatal av fyri
tøkum fóru á húsagang.
Lítið nyttaði at eiga pening
á bók, tí teir høvdu einki
virði. Ein týskur arbeiðari
kundi arbeiða alt sam
døgurið, men fekk ikki nóg
mikið av peningi til at
breyðføða
sína
familju.
Fleiri miljónir høvdu einki
arbeiðið. Týski búskapurin
fekk tó ein skáa í árunum
millum 1926 og 1929. Men
aftaná krakkið á Wall Street
í 1929 kravdi USA, at
Týskland betalti øll lánini
aftur í einum. Heimskreppan
rakti meint, og tá var aftur
galin
endi
við
týska
búskapinum.
Úr 2,6 til 44
NSDAP fekk bara 2,6% av
atkvøðunum til ríkisdags
valið í 1928. Men við
heimskreppuni í 1929 fingu
teir víðgongdu flokkarnir
vatn á mylnuna aftur. Í
september 1930 atkvøddu
18,3% fyri NSDAP, og 13%
atkvøddu fyri KPD, týska
kommunistaflokkinum.
Í
1928 høvdu bara 810.000
av 31.000.000 veljarum
valt NSDAP, men í 1930
var
talið
komið
uppá
6.371.000. Tað gav 107 ting
menn. Til valið í 1932 fekk
NSDAP
13.732.779
at
kvøður, og 230 tingmenn.
Teir vóru farnir úr 2,6%
upp í 44% av atkvøðunum,
uppá bara 5 ár. Nógv av
teimum ríku ídnaðarfólk
unum stuðlaðu Hitler. Tann
konservativa valdselitan við
forsetanum,
Paul
von
Hindenburg á odda vóru
við
til
útnevna
Hitler
ríkiskanslara
tann
30.
januar í 1933. Teir høvdu
eina vón og illusjón um, at
teir kundu stýra honum fyri
at knúsa tær kollveltingar
sinnaðu kreftirnar. Men teir
mistóku seg so dyggiliga,
og søgan fordømir teir fyri
hetta. Teir blivu knúskaðir
sjálvir. Týskland fekk eitt
hernaðarligt ræðslustýri, og
12 ár seinni lá alt Týskland,
og ein stórur partur av
Heiminum í knúsi. Tað
kravdi, at tann konservativi
Churchill, kommunistiski
Stalin og tann kapitalistiski
Roosevelt stóðu saman fyri
at kunna sigra á Hitler, og tí
Triðja Ríkinum. Vestur
týskaland og tað sameinda
Týskland, hava altíð havt
eitt sperrimark uppá 5% til
ríkisdagin í fyrst Bonn, og
síðani Berlin. Summi meta
hetta
verða
ógvuliga
strangt, men høvuðsorsøkin
er, at týskarar ynska ikki at
koma í tað kaotisku polit
isku støðuna, sum Weimar
Lýðveldið (19191933) við
sínum
mongu
politisku
flokkum kom í, ferð eftir
ferð.
30. januar 1933:
Tá Hitler gjørdist ríkiskanslari
Javnstøðunevndin
hevur givið fyrrver
andi marknaðarleið
aranum á Dimmalætt
ing viðhald í kæru, og
hevur álagt blaðnum
at rinda 150.000
krónur í endurgjaldi
Javnstøða
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fyri aðru ferð innan fáar
dagar
hevur
Javnstøðu
nevndin
givið
kærara
viðhald í spurningi um
mismun vegna viðgongu og
barnsburð.
Málið hesaferð snýr seg
um Majbritt Jacobsen, sum
kennir seg kroysta úr starvi
á Dimmalætting eftir at hon
hevði verið í barnsburðar
farloyvi.
Dimmalætting sigur hin
vegin, at talan var um bygn
aðarbroytingar í fyritøkuni,
og at blaðið setti ein
skikkaðan leiðara. Hjalgrím
Samuelsen, stjóri á Dimma
lætting, sigur í tíðindaskrivi,
at fyritøkan ikki góðtekur
nðurstøðuna hjá Javnstøðu
nevndini, og at blaðið fer at
kæra nevndina fyri løg
tingsins umboðsmann.
Javnstøðunevndin sigur í
síni niðurstøðu, at »Nevndin
metir, at brot er framt á § 6
í javnstøðulógini, at Maj
britt Jacobsen vegna upp
søgnina frá P/F Dimma
lætting hevur verið fyri
týðandi mismuni vegna við
gongu og eigur at fáa 25
vikur í løn sum samsýning,
mettar til kr. 6.000, ella kr.
150.000 tilsamans«
Sum nevnt hevur Dimma
lætting boðað frá, at teir
fara at kæra Javnstøðu
nevndina fyri løgtingsins
umboðsmanni.
Javnstøðunevndin hevur
álagt
Dimmalætting
at
gjalda 150.000 krónur í
endurgjaldi, men tað vil
blaðið ikki. Teir fara í staðin
at kæra niðurstøðuna til
løgtingsins umboðsmann
Javnstøðunevndin hartar Dimmalætting
Adolf Hitler sum nývaldur ríkiskanslari, saman við
Hindenburg kanslara, sum hann vann á
74,7 km til Klaksvíkar
Landsverk: Á heimasíðu síni hevur Landsverk nú kunngjørt
eitt yvirlit yvir longdina á teininum at koyra úr høvuðsstað
num til næststørsta býin, Klaksvík. Sambært hesum yvirliti
er hetta vegastrekkið 74,700 metrar langt. Hinvegin so vísir
yvirlitið eisini, at tað av einihvørji undarligari orsøk eru 60
metrar longri hjá klaksvíkingum at sleppa til Havnar, tað er:
74,760 metrar.
Legur fyri alla familjuna
Nesvík: Tvey vikuskiftið í februar mánaði skipar
Heimamissiónin fyri tveimum familjulegum í
leguhúsinum í Nesvík. Fyrra legan verður vikuskiftið 15.
til 17. februar og tann seinna vikuskiftið eftir. Umframt
ítriv, spæl, hugnaløtur, bíbliutímar fyri allar aldursbólkar
og nógvar fríløtur, verða eisini tvey evni viðgjørt –
barnauppaling og hvussu ein heldur kærleikanum viðlíka
í hjúnarlagnum. Legan kostar 1000 kr. fyri familjuna.