mikudagur 30. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2008
Floksformenninir
hjá teimum stóru
flokkunum lova, at
rættartrygdin hjá
føroyska húsakeyp
aranum kemur at
standa í samgongu
skjalinum
Brúkaramál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað reina kovboyland.
Sethúsamarknaðurin
er
eitt tað vandamiklasta økið
hjá føroyska brúkaranum at
fara inn á.
Soleiðis varð føroyski set
húsamarknaðurin
skírdur
av lógarkønum, tá Sosialur
in mánadagin prentaði ræðu
søguna um húsakeypið hjá
Unn Paturson og Rógva á
Rógvi í Havn.
Advokatarnir
staðfestu
tá, at ruðuleikin er fullkom
in á sethúsamarknaðinum.
Niðurstøðan var, at sum tað
minsta eiga fólk at lata ein
advokat umboða seg í mun
til húsameklarar, umframt
sítt egna handverkarasjakk
at kanna ognina, áðrenn
keypt verður.
Men, eftir øllum at døma,
eru glottar nú at hóma hjá
føroyskum húsakeyparum.
Tí sambært Høgna Hoydal
og Jóannes Eidesgaard, for
monnum í teimum báðu
stórum flokkunum, hava
samgongusamráðingarnar
millum annað snúð seg um
óskilið á sethúsamarknaðin
um. Og báðir siga teir við
ein munn, at rættartrygdin
hjá húsakeyparum er eitt
punkt í samgonguskjalinum,
og eitt mál, sum ein CHE
samgonga hevur sett sær
fyri at loysa.
Var valtrøll
Annars hevur spurningurin
fleiri ferðir verið uppi og
vent síðsta samgonguskeið,
men sum við so mongum
øðrum
brúkaraviðurskift
um, náddi ABC samgongan
ikki at avgreiða hetta málið,
áðrenn farið var til hús.
Síðstu tingsetu settu mill
um annað Bill Justinussen
úr Miðflokkinum og John
Johannesen úr Javnaðar
flokkinum fleiri fyrispurn
ingar til Jacob Vestergaard,
landsstýrismann í Innlendis
málum, sum varaði av máli
num. So seint sum í septem
ber 2007 setti John Johanne
sen fram ein munnligan
fyrispurning, har spurt var
um, hvussu landsstýrismað
urin ætlaði at betra um rætt
arstøðuna hjá fólki, sum
skuldu út á óskipaða set
húsamarknaðin fyri at ogna
sær ein bústað. Eisini
spurdi hann, nær
lógaruppskot
ið
regulerar fastogna
rkeyp verður lagt
fyri
løgtingið,
soleiðis at mill
um annað støðu
lýsing verður
eitt lógarkrav.
Í fyrispurning
inum varð ei
sini spurt um,
nær óskipaða
meklaravirk
semi
verður
skipað.
Tá svaraði
landsstýris
maðurin,
at
arbeitt verð
ur við máli
num, og at av
tí at partar av
lóggávuni er
d a n s k t
málsøki, krev
ur tað ávíst
samstarv við
danir.
Støðulýsing á gáttini
Rúni Joensen, aðalstjóri í
Innlendismálaráðnum, sig
ur við Sosialin, at beint áðr
enn valið varð útskrivað,
var hann niðri í Danmark
og fundaðist við embætis
fólk í danska løgmálaráð
num, um at fáa donsku lóg
ina: lov om forbrugerbe
skyttelse ved erhvervelse af
fast ejendom, setta í verk í
Føroyum. Hendan lóggáva
ásetir millum annað krøv
um og treytir fyri støðulýs
ingum. Hetta málið var
komið somikið áleiðis, at
tað helst verður tikið
uppaftur,
tá nýtt landsstýrisfólk kem
ur í sessin.
Partar av økinum brúk
aravernd er danskt málsøk
ið. Tí skulu annaðhvørt
yvirtøkur fremjast, ella skal
danska lóggávan lagast til
føroysk viðurskifti og setast
í verk her uppi eisini, sigur
Rúni Joensen.
Hann sigur, at hetta er
eitt øki, sum í vavi minnir
um fjølmiðlaábyrgdarøkið,
so tað átti ikki at verið so
torført at fingið skil á.
Men okkum tørvar ein
meira yvirskipaðan brúkara
politikk, sum er eitt størri
tak og má liggja undir sama
landsstýrisman
ni. Her er í stóran mun talan
um at fáa í lag lóggávu á
økinum og tað nýtist ikki at
kosta tað stóra, sigur Rúni
Joensen.
Men, sum sagt: eftir øll
um at døma verður økið felt
niður í samgonguskjalið, so
glottar eru at hóma hjá før
oyska húsakeyparanum.
Sosialurin sleppir í øllum
førum ikki málinum, fyrr
enn ein loysn er funnin.
Tryggja húsakeyparar
í samgonguskjali
Mánadagin skrivaðu vit um
Unn Paturson og Rógvi á
Rógvi, sum hava brent seg
nakað so dyggiliga á villa
húsamarknaðinum. CHE
samgongan hevur sett sær
fyri at loysa trupulleikan
við rættartrygdini hjá
húsakeyparum.
Tvøroyri kann læna aftur
Eftir at hava drigist við stóra skuld í mong ár hevur
Tvøroyrar kommuna nú goldið sína skuld so langt niður,
at hon nú aftur kann taka lán, skrivar Suðuroyar
portalurin. Skuldin er nú 66 mió. krónur, sum er minni
enn ein álíkning. Býráðið metir inntøkuna í ár til 52,4
mió. krónur, og tá kommunan eigur 17 mió. á bók, kann
hon sambært reglunum læna millum tríggjar og fýra mió.
krónur. Tá ringast stóð til, var skuldin sjey álíkningar.
Karl kanska til Kabul
Nú bretski diplomaturin Paddy Ashdown hevur tikið seg
aftur sum møguligur STumboðsmaður í afghanska
høvuðsstaðnum Kabul, halda fleiri, at norski
diplomaturin Karl Eide hevur góðar møguleikar at fáa
starvið. Karl Eide, sum er 58 ára gamal, arbeiðir sum
politiskur stjóri í uttanríkisráðnum í Oslo. Men hann
hevur drúgvar royndir í altjóða høpi og hevur umboðað
bæði Noreg, ST og NATO í ymsum sambandi.