Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2008 Í morgun var friðarligt fram Kósabrúnni, og á Stongunum var bara ljós í tí eina egningaskúrinum, tá ið vit vitjaðu fram við í lýsingini. Skip og bátar eru úti, men nú boðar hann aftur frá illveðri, og tá er einki at gera hjá útróðrarflotanum enn at geva tol og bíða, til hann blíðkar veðrið aftur Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Líðhamar er ein av teimum stóru útróðrarbátunum í Klaksvík. Hetta er ein 80- tonsari, sum roynir við línu. Við bátinum eru fýra mans, og tveir skipa fyri egning og agni í skúrinum uppi á landi. Túrurin í Klaksvík í mor- gun byrjaði sum vanligt á Kósini, har vit plaga at fregnast, um okkurt rørist við bryggjukantin. Men í morgun var einki lív í á Kósabrúnni, eingin bátur og at kalla einki fólk at síggja. Av Kósabrúnni bar leiðin heim á Stengurnar, har útróðrarmenn hava sínar egningaskúrar og annars hava sína dagligu gongd, tá ið líkindi ikki eru til útróð- ur. Bátarnir úti Men í morgun var heldur einki serligt lív í á Stong- unum. Bert í tí eina skúr- inum var ljós, og har stákað- ust tveir menn við at rudda skúrin og taka agn til næstu seturnar. - Hetta er skúrurin hjá Líðhamri, sum er ein 80- tonsari. Vit eru tveir, sum stíla fyri egningini, og umborð á bátinum eru fýra mans. Teir vóru úti næst- síðstu nátt, settu 60 línur og fingu góð 5.000 pund, ein helmingur var gráur fiskur. Líðhamar er úti aftur í nátt, men enn eru teir ikki komir aftur. Hesaferð royna teir á bleytum botni, og teir eru neyvan væntandi fyrr enn seint seinnapartin. Egnararnir siga, at fleiri bátar loystu í gjárkvøldið ella í nátt, men nú sigur hann aftur nógvan vind, so dagurin í dag verður hin seinasti í hesum umfari. Í morgun er stilt, men hann lotar inn úr havinum, so tað kann vera eitt sindur tvassut í sjónum onkustaðni – í hvussu er hjá teimum smáu bátunum. - Útróðrarbátarnir hava ligið um 100 pund á línuna, onkuntíð meira og onkuntíð heldur minni. Fleiri egna gággu, og tá er væl av gráum fiski uppi í veiðini. Tá ið grátt er uppi í veiðini, roynist túrurin vanliga, tí góður prísur er fyri toskin. Hýsuprísurin hevur eisini verið góður, men hann hevur ikki verið líka støð- ugur sum prísurin á toski. Líðhamar egnir bæði gággu, kúfisk og høggu- slokk. Egningin í lagi Vit spurdu eisini, hvussu gongur at fáa línuna egnda, tá ið útróður er fylgjandi dagar. Líðahamar er stórur útróðrarbátur, og nógv lína skal egnast, tá ið regluligur útróður er. - Jú, tað gongur væl. Tað er mest tilkomið fólk, sum egnir her hjá okkum. Aldurin liggur úr stívliga 40 árum og uppeftir – og onkur pensjónistur tekur eisini hond í við okkum, siga teir. Meðan vit eru á bryggj- uni, kemur ein truckur við einum platti av agni, sum teir báðir beinanvegin fara undir at fáa til høldar. - Tit skriva ov lítið um vinnuna, men brúka mestu tíðina upp á tað, sum gongur fyri seg í Havn, siga teir argandi, men meina tað ikki illa. Uppundir løgtingsvalið høvdu teir vitjan av ymisk- um politikarum, sum komu framvið at lata útróðrar- menninar vita, hvørjum teir vilja arbeiða fyri, um teir vórðu valdir. - Vit høvdu vitjan av eitt nú Jóannesi Eidesgaard, løg- manni og John Johannesen, løgtingsmanni. Løgmaður var heilt uppi á loftinum í skúrinum her hjá okkum, siga teir. Betri umstøður Annar leggur aftrat, meðan vit práta á bryggjuni, at hann hopar ikki, at Høgni Hoydal verður løgmaður, nú Javnaðarflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin og Mið- flokkurin samráðast um at skipa samgongu og lands- stýri. Hví hann ikki ynskir Høgna til løgmann, sigur hann tó einki um hesa lítlu løtu, vit steðga á Stongun- um. Nú bæði Jóannes og John, sum undan valinum vitjaðu á Stongunum, eru aftur- valdir, kunnu vit bara vóna, at teir ikki hava gloymt Roykti í flogfarinum Løgreglan í Kastrup-floghavnini tók í gjárkvøldið ein mann. Málið byrjaði, tá manningin á einum flogfari bað um hjálp, tí ein drukkin ferðamaður hevði fest sær í inni á einum wc í flogfarinum. Løgreglan kom umborð á flogfarið og tók mannin, men tá løgreglu- menninir vóru á veg oman trappurnar við manninum, legði hann fót fyri ein av løgreglumonnunum, sum datt oman trappurnar. Maðurin skuldi til grund- lógaravhoyring í dag. Færri ferðsluóhapp Tiltøk hjá býarmyndugleikunum í Reykjavík at avmarka ferðsluóhappini í býnum hava givið góð úrslit, skrivar Morgunblaðið. Ein nýggj frágreiðing, sum umfatar árini frá 1996 til 2006, vísir, at hesi árini minkaði talið á ferðsluóhappum úr 603 í 1996 niður í 316 í 2006. Frágreiðingin vísir somuleiðis, at talið á álvarssomum óhappum er eisini minkað. Í 1996 vórðu 78 óhapp í býnum skrásett sum álvarssom, og í 2006 var talið 40. Tað er framvegis ikki loyvt at festa sær í umborð á flogfari (Mynd: TV2) Teir standa so Herfyri høvdu vit samrøðu við útróðrarmann í Sandi, sum fýltist á, at teir, sum rógva út í oynni, sjálvir noyðst at syrgja fyri at fáa fiskin á fiskamarknaðin á Toftum, hóast fiskavirki er í oynni. Í Norðdepli og Hvannasundi vilja menn hava skipaða móttøku av fiski, men eina slíka tænastu kann Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík ikki veita teimum Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg skilji væl, at útróðr- armenn í Sandoynni hava tað ógvuliga trupult, tá ið teir noyðast longu leiðina á Toftir við hvørjum sterti, teir fiska. Eisini her hjá okkum eru ein ávís misnøgd við, at vit ikki hava móttøku av fiski í Norðdepli ella Hvannasundi, men vit halda ikki, at hesin trupulleikin er so stórur. Tað sigur Pól Fuglø, sum hevur verið landingar- formaður hjá Landingar- miðstøð Føroya í Klaksvík síðan 2004. - Sjálvandi hevði tað ver- ið ynskiligt, at umstøðurnar hjá útróðrarmonnunum um okkara leiðir vóru uppaftur betri, men vit halda, at tænastan er á góðari leið. Hann vísir á, at útróðrar- menn í Norðdepli og Hvannasundi hava eina skipan við Andreas Poulsen, sum koyrir fiskin hjá teimum til marknaðin í Klaksvík, og síðan tekur hann teimum kassar og ís við norður aftur. - Útróðrarmenn skulu bara siga frá í góðari tíð, so fáa teir hesa tænastu, ið vit halda er á einari leið í mun til umstøðurnar hjá øðrum útróðrarmonnum kring landið. Pól sigur, at teir, sum rógva út norðanfyri, gjalda eitt ávíst gjald fyri kilo, tá ið fiskur verður fluttur á marknaðin. - Landingarmiðstøðin er opin til midnátt, so menn um okkara leiðir kunnu altíð sleppa av við fisk, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at sambært reglunum kunnu útróðrar- menn ikki longur koyra fiskin til marknaðin í opn- um bili, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur, at flutningurin skal vera í innilokaðum bili og undir skipaðum viðurskiftum. - Í Klaksvík veita vit útróðrarmonnum tænastu við landing og ísi. Vit hava bæði krana og truck, og fiskurin verður koyrdur beinleiðis inn á landingar- miðstøðina, sigur Pól Fuglø. Landingarmiðstøðin: Veitir tænastu eftir førimuni - Landingarmiðstøðin er opin til midnátt, so útróðrarmenn um okkara leiðir kunnu altíð sleppa av við fiskin, sigur Pól Fuglø, landingarformaður Mynd: Vilmund Jacobsen