mikudagur 30. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2008
Taka kanningina uppaftur
Løgreglan í Nuuk fer nú at taka kanningina í málinum ímóti
Jonathan Motzfeldt uppaftur, soleiðis sum ríkisadvokaturin
hevur kravt. Steen Thomsen, løgregluovasti í Grønlandi, sigur
við KNR, at tey, sum eru uppi í málinum, verða avhoyrd av
nýggjum, og farið verður í gongd við tað beinanvegin, sigur
hann. Eins og ríkisadvokaturin leggur hann dent á, at
kanningarnar skulu einans geva ákæruvaldinum grundarlag til
at taka endaliga avgerð.
Stór tuberklakanning
Í Grønlandi hevur landsstýrið gjørt av at fara undir
eina umfatandi kanning fyri at fáa staðfest, um
grønlendsk skúlabørn eru smittað við tuberklum. Í
hesum sambandi fáa allir næmingar í 1. og 10.
flokki í øllum Grønlandi tilboð um at taka eina
blóðroynd, sum skal brúkast til at finna møguliga
smittu. Kanningar fyrr hava avdúkað, at lutfalsliga
nógv skúlabørn í Suðurgrønlandi eru smittað við
tuberklum, sigur landsstýrið í tíðindaskrivi.
útróðrarmenninar og egn
ararnar í Klaksvík.
Eg haldi, at pensjónistar
saktans kundu sloppið at
egnt, sum teir vilja og verið
skattaðir av inntøkuni sum
øll onnur. Tað er órímiligt,
at tað skal ganga útyvir
veitingina hjá teimum fyri
tað, um teir eru ágrýtnir og
soleiðis kunnu hava eina
hampiliga inntøku av egn
ingini, tá ið árið er liðugt,
sigur annar av egnarunum.
Tað var bara ljós í einum av teimum mongu egningaskúrunum á Stongunum í morgun. Vit vóru
framvið og fingu eitt lítið prát
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit høvdu vitjan av eitt
nú Jóannesi Eidesgaard,
løgmanni og John Johannesen,
løgtingsmanni, undan
valinum. Løgmaður var heilt
uppi á loftinum í skúrinum
her hjá okkum, siga teir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nú skulu tey yngstu og tey elstu grønlendsku
skúlabørnini kannast fyri tuberklar
(Mynd: KNR)
kaldir í skúri...
Ein pensjónistur,
sum egnir fyri slakar
116.000 krónur
um árið, missir
alla viðbótina í
fólkapensjónini,
sum annars er 2.976
krónur um mánaðin
Egning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Undan løgtingsvalinum hesa
ferð eins og undan mongum
øðrum
valum
hava
politikarar lagt dent á, at tað
altíð skal loysa seg at
arbeiða. Men er tað nú, at
tað altíð loysir seg at arbeiða,
kunnu vit spyrja. Tað veldst
ivaleyst um eyguni, sum
síggja og oyruni sum hoyra.
Kring um í egningar
skúrunum í landinum finst
ein blandingur av ungdómi,
tilkomnum og eldri monn
um, sum taka eina hond í og
eisini stytta sær stundir í
einum kunnu vit siga sera
sosialum
og
gevandi
umhvørvi.
Ofta hava vit hoyrt, at tað
loysir seg ikki serliga væl
hjá fólki at arbeiða, sum fáa
almennar veitingar, tí hesi
verða sektað, um tey arbeiða
ov nógv.
Ein stakur pensjónistur
kann tjena tilsamans 54.400
krónur um árið, áðrenn inn
tøkan íroknað rentuinntøka
ávirkar viðbótina í pensjón
ini, sum er upp á 2.976 krón
ur um mánaðin.
Men fyri hvørjar 100 krón
ur, sum viðkomandi tjenar
omanfyri
hesar
54.400
krónurnar, minkar viðbótin
við 40 krónum um árið.
Hetta merkir, upplýsir
Almannastovan fyri Sosial
inum, at tá ið ein pen
sjónistur í eitt ár hevur egnt
fyri slakar 116.000 krónur,
er øll viðbótin, sum annars
er
skattskyldug,
fallin
burtur.
Grundupphættin,
sum
verður goldin pensjónist
inum, verður ikki skattað,
og hon verður ikki ávirkað
av, um pensjónisturin tjenar
lítið ella nógv aftat pensjón
ini.
Spurningurin er so, um
teir politikarar, sum aftur
vendandi tosa um, at tað
altíð skal loysa seg at
arbeiða, vilja hava hesi viður
skifti hjá pensjónistunum í
huga, tá ið fólk aftur fara at
sessast úti í Tinganesi í
einum nýggjum valskeiði
við nógvum nýggjum fólk
um
á
okkara
háttvirda
løgtingi.
Hví skulu tey
eldru »sektast«?
Tá ið ein stakur pensjónistur í eitt ár hevur egnt fyri slakar
116.000 krónur, er øll vi›bótin, sum annars er skattskyldug,
fallin burtur
Mynd: Snorri Brend