hósdagur 7. juni 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 7. mai 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
17
16
Nr. 106 - 7. mai 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Halda stevnu á hjólum
Dansur aftur í Lognbrá
Norðoyastevnan bjóðar diskotek og dans av ymsum
slagi. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður
diskotek í KÍ-høllini. Sunnukvøldið verður dansur í
Lognbrá, sum annars hevur verið afturlatið seinastu
mánaðirnar.
Klaksvíkar Klubbi hevur dans somu kvøld.
Fríggjakvøldið og sunnukvøldið spæla fuglfirð-
ingarnir Njál og Mourits, og leygarkvøldið eru
Fluffy Toys á skránni.
Leygardagin møtast
motorsúkklufólk í
Klaksvík, har tey fara at
halda norðoyastevnu á
hjólum
EASY RIDER
Eyðun Klakstein
Fólk við serligum tokka til
motorsúkklur hittast í sambandi
við norðoyastevnuna í Klaksvík
um vikuskiftið.
Leygardagin koma tey úr
ymsum ættum, og ætlanin er, at
tær
mongu
motorsúkklurnar
skulu buldra avstað norður til
Kunoyar og til Viðareiðis.
- Eingin kemur vanliga til
Klaksvíkar at koyra á motor-
súkklu. Tað er ikki serliga lokk-
andi at koma hendanvegin at
koyra, men í sambandi við norð-
oyastevnuna hevur áhugin verður
stórur fyri hesum treffinum, sigur
Jákup Jacobsen, sum er ein av
klaksvíkingunum, sum dámar at
koyra á tveimum hjólum.
- Tá vit hittust í Havn í mai
mánaði, vísti tað seg, at áhugin
fyri at koma á norðoyastevnu var
stórur. Eg vóni, at vit verða eini
30, men tað veldst sjálvandi um,
hvussu veðrið verður, sigur hann.
Í øllum aldri
Tað eru serliga menn, sum hava
tokka til motorsúkklur, men tað er
eisini einar tvær kvinnur, sum
plaga at verða við til treffini.
- Vit eru í øllum aldri. Tá vit
hittust í Havn seinast, var tann
yngsti 19 ár, meðan tann elsti var
farin um tey 80, sigur Jákup
Jacobsen.
Tað eru eisini alskyns sløg av
motorsúkklum, sum koyra á
føroysku
vegunum. Yamaha,
Honda, Suzuki, Kawasaki og
Harley Davidson rópast merkini,
og eisini onkur av teimum gomlu
BSA og Nimbus eru at finna í
rúgvuni.
- Tey, sum eiga motorsúkklur,
ganga høgt upp í at halda tær við
líka. Tað hoyrir líka sum til, at
hevur tú eina motorsúkklu, so
ansar tú væl eftir henni og hevur
hana í góðum standi, sigur Jákup
Jacobsen.
- Um veturin liggur ikki so væl
fyri at koyra, og tá kunnu vit
ístaðin ganga og pussa og polera
súkklurnar.
Øðrvísi á motorsúkklu
Jákup Jacobsen er ein av fimm
ella seks klaksvíkingum, sum
koyra nógv á motorsúkklu. Teir
eru javnan túrar í meginøkinum,
og onkrir túrar verða sjálvandi
eisini koyrdir norðanfyri.
- At koyra á motorsúkklu er
meiri ein lívsstílur, enn tað at
koyra bil. Tú ert á ein hátt nærri
náttúruni, og tað fært øðrvísi
upplivilsi, tá tú koyrir. Og so er
tað ikki at gloyma, at tú ert
einsamallur á súkkluni, meðan tú
ofta hevur fólk við í bilinum,
sigur hann.
- Fólk viðmerkja ofta, at tað má
verða kalt at koyra á motor-
súkklu, men tað er tað ikki, um tú
hevur røttu klæðini.
Motorsúkklurnar hava stóran
og orkufullan motor, men tað
snýr seg meiri um at koyra, enn
um at koyra skjótt, hóast Easy
Rider kann koma í onkran við
hvørt.
Jákup Jacobsen verður ikki
keddur av tí, um mongu motor-
súkklurnar í Klaksvík leygar-
dagin fara at loypa brell á onkran
klaksvíking.
Fólk eru altíð vælkomin uppí
rúgvuna av motorsúkklufólki.
Jákup Jacobsen og Osmund Østerø eru tveir av
motorsúkklumonnunum í Norðoyggjum. Jákup situr
á síni Yamaha FZR1000, og Osmund á síni Honda
CPR1000F
Mynd: Eyðun Klakstein
– At koyra á motorsúkklu er meiri
ein lívsstílur, enn tað at koyra bil,
heldur Jákup Jacobsen
Mynd: Eyðun Klakstein
C
M
Y
K
16