hósdagur 7. juni 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 7. mai 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Hans Eiler prædikar
Sunnudagin á norðoyastevnu verður tað Hans Eiler
Hammer, sum fer at prædikka fyri stevnuvertum og
–gestum í Christianskirkjuni.
Umframt vanligu gudstænastuna sunnumorgun
verður eisini ein serlig ungdómsgudstænasta í
Christianskirkjuni á norðoyastevnu. Hendan
gudstænasta verður fríggjakvøldið frá klokkan
20.00 til 22.00.
Afturat gudstænastunum verða eisini nógv onnur
kristilig tiltøk um stevnuna. Samkomurnar í býnum
hava fundir, og útifundir verða eisini í Vágstúni.
aftur frítt rásarúm, tá Arnfríð var
við í kappingini um at gerast
Ársins Songrødd í 1997.
Hon og Eivør Pálsdóttir fóru
saman í kappingina, tí tá búði
Arnfríð í Gøtu. Hetta árið vann
Eivør, men árið eftir mettu dóm-
ararnir, at Arnfríð hevði bestu
røddina av øllum luttakarunum.
Hesin sigurin setti ferð á aftur hjá
Arnfríð, sum síðani tá hevur verið
ógvuliga virkin í føroyska tón-
leikalívinum.
Arnfríð teknaði seg ongantíð
sjálv til kappingina Ársins Song-
rødd, men tað var altíð onkur
annar, ið syrgdi fyri hennara
luttøku. Tó var hon altíð sinnað at
royna seg, tá tað kom til stykkis.
– Eg havi tað altíð gott, eftir at
eg havi verið á palli. Tú hevur
eina góða kenslu og kennir teg
væl, sigur Arnfríð Lützen um tað
at standa á palli frammanfyri
nógvum fólkum.
Hetta við framføra á palli er
ikki ókent land hjá tí ungu
klaksvíksdamuni, tí hon hevur
støðugt framført fyri nógvum
fólki seinastu tíðina, meðan Kular
Røtur hava herjað kring landið.
Hesa tíðina hevur hon eisini
fingið okkurt gott ráð frá tí
garvaða Steintóri Rasmussen um,
hvussu hon skal føra seg fram á
pallinum, tá tær Kulu Røturnar
spæla.
Arnfríð hevur ongar royndir við
at vera í einum tónleikabólki,
sum vit kenna teir frá Prix Føroy-
um, men hon letur okkum stillis-
liga vita, at kanska okkurt er í
umbúna á hesum økinum, uttan tó
at siga ov nógv.
Hon dylur tó ikki fyri, at tað er
nakað, hon heldur enn fegin hevði
viljað roynt, um møguleikin var
til staðar.
Arnfríð hevur ikki møguleika
at vera við á Norðoyarstevnu í ár.
Orsøkin er, at hon er í Grønlandi
tað vikuskiftið, tá Norðoyastevn-
an leikar á. Hon iðrar seg tó ikki
um at missa stevnuna, tí hon er
einaferð um árið, men hon fær
neyvan møguleikan at syngja í
Grønlandi aftur.
Arnfríð dámar annars best
røddirnar hjá kvinnuligum littum
sangarinnum, tí tær hava nakað
serligt yvir sær. Serliga er tað
Whitney Houston, sum henni
dámar, men eisini sangarin í
Skunk Anansie hugtekur hana.
Á føroyska tónleikapallinum
dregur hon Regin Guttesen og
Malan Eyðunsdóttir fram sum tey
bestu.
Fer at royna sangevnini
Kular Røtur sóu dagsins ljós fyri
einum góðum ári síðani, men tey
hava longu givið tríggjar fløgur
út, og tvey videobond hava eisini
verið á handilshillunum. Nakrir
sangir eru týddir til enskt og
danskt, og nú er okkurt týtt til
grønlendskt í sambandi við
hendan túrin. Tey hava sostatt
verið ógvuliga virkin hesa tíðina.
– Tað er enn stuttligt, at børn
koma til mín og spyrja um tey
kunnu fáa mín autograf. Eisini
hoyri eg ofta frá foreldrum, at
teirra børn bara lurta eftir Kulum
Rótum, og tað er hugaligt at fáa
rós, sigur Arnfríð.
Tá prátið fellur inn á fram-
tíðina, og hvørjar ætlanir sanga-
rinnan hevur í komandi tíðum,
dylur hon ikki fyri, at hon fer at
royna síni sangevni til tað ítarsta.
– Eg havi mangan hugsað um at
fara til Englands ella enn longur,
til Amerika, og so roynt meg á
onkrum tónleikaskúla har. Tað er
har møguleikan fyri einum gjøg-
numbroti er, sigur Arnfríð, ið
fegin vil royna seg uttanfyri Før-
oyar. Hon hevur tó ongar ítøki-
ligar ætlanir beint nú.
– Tað verður løgið, um eg ikki
fari at royna mína rødd aðra-
staðni, tí eg ætli mær ikki bara at
fara í skúla her í Føroyum, sigur
hon.
Arnfríð fer at royna síni evni
sum sangarinna og síðani vita,
hvussu langt tað ber, tí hon fer
ikki at gevast við tónleikinum í
bræði.
Beint nú í hesi løtu tekur hon
tað róligt, og so kann mann altíð
vóna, at okkurt spennandi stingur
seg upp um ikki so langa tíð.
– Eg havi enn nervar, tá eg fari á pallin, men so hvørt sum framførslan líður, so fellur tað lættari, sigur hon um tað at standa á palli
Mynd: Jens Kr. Vang
15
14
Nr. 106 - 7. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Sangfuglurin roynir flogið
Teitið aftur á skránni
Norðoyastevnuskemtið hjá Klaksvíkar Sjónleikar-
felag er afturvendandi gestur, og soleiðis er eisini í ár.
Fólk í sjónleikarfelagnum hava seinastu vikurnar
arbeitt við tilfari til Norðoyastevnuteitið, og
hóskvøldið klokkan 20.00 verður fyrsta sýning av
teitinum.
Teitið verður spælt allar stevnudagarnar, og eisini
í komandi viku verður gjørligt at fara til teitið.
Norðoyastevnuteitið varðar okkurt um eina tíma
og inniheldur skemt av ymsum slagi.
18 ára gamla Arnfríð
Lützen úr Klaksvík er
evnarík sangarinna, ið
kann bergtaka fólk við síni
framúr góðu rødd. Hon
hevur einaferð verið
Ársins Songrødd, men er
serliga kend úr Kulum
Rótum, har hon veruliga
hevur fingið sítt gjøgnum-
brot. Hon ætlar at royna
sangevnini til tað ítarsta
SANGFUGLUR
Stefan í Skorini
– Eg havi altíð sungið, men fyrstu
ferð eg var við á einari útgávu,
var á einari plátu hjá Símuni
Konoy, tá eg var níggju ella tíggju
ára gomul, sigur Arnfríð Lützen
um byrjanina hjá sær sum
sangarinna.
Útgávan hjá Símuni Konoy
síðst í áttatiárunum við sanginum
um ommuna var tað heilt stóra
hittið í kvøðuljómunum ta tíðina,
og Arnfríð var eisini í sjón-
varpinum í Barnaløtuni og sang
onkran sang av tí útgávuni.
Fyrstu ferð, hon stóð á palli og
sang fyri stórari mannfjøld, var á
Strondum um sama mundið. Hon
sigur frá, at hon var ómetaliga
fjálturstungin ta løtuna, men hon
hugsaði mest um vinir og familju,
ið lýddu á, meðan hon sang.
– Eg hevði heilt øðiliga nógvar
nervar, tá eg stóð á palli fyrstu
ferð í mínum lívi. Tað er kanska
torførari, tá tú ert so ung, men tað
fellur lættari sum árini ganga,
sigur Arnfríð.
Tá prátið dettur á tað at standa
á palli, heldur Arnfríð fyri, at tá
steðgur hevur verið í fram-
førslunum í eina tíð, er tað tungt
at fara í gongd aftur, tí tá gera
nervarnir um seg aftur.
Lærdi opera í Íslandi
Í vetur hevur Arnfríð Lützen
verið í Íslandi. Í sjey mánaðir var
hon í Reykjavík, har hon gekk á
Tónlistaskúlanum. Har ganga eini
70-80 næmingar tilsamans, og
teir flestu fáast mest við sang.
– Eg lærdi at syngja opera á
skúlanum í Íslandi. Tað hevur
verið ein sera lærurík tíð, og tað
var stuttligt at royna nakað
øðrvísi. Eg eri nú komin meira
víða um innan tónleikin, sigur
Arnfríð, tá hon hugsar aftur á
tíðina í Íslandi.
Hon greiðir frá, at tað var nógv
meira krevjandi og tí torførari at
syngja opera, enn tað hon vanliga
syngur. At vera á tónlistaskúla
hevur víðkað sjónarring hennara,
og tað kemur henni óivað væl við
seinni
á
yrkisleiðini
sum
sangarinna.
Arnfríð gavst, áðrenn skúlin
var liðugur, men iðrar seg ikki
um, at hon royndi seg á tón-
listaskúla í Reykjavík, tí nú hevur
hon eisini roynt at búgva
einsamøll og at klára seg sjálva.
Annars er Arnfríð fyri tað
mesta sjálvlærd í at syngja. Tí var
tað ógvuliga øðrvísi at læra
opera, tí opera er eisini ógvuliga
torført at læra.
– At syngja opera krevur meira
av einum sangara, og tað tekur
langa tíð at læra. Eg dugi tí ikki at
syngja opera til fulnar enn, tí tað
tekur eini 5-6 ár at læra. Eg haldi
tó, at eg havi ment meg sum
sangara hesa tíðina, sigur Arnfríð.
Ársin songrødd
Eftir útgávuna hjá Símuni Konoy
hevði Arnfríð ein steðg við
stórum framførslum. Røddin fekk
18 ára gamla Arnfríð Lützen ætlar
sær at royna síni evni sum sangari
aðrastaðni enn í Føroyum, og
síðani vita, hvussu langt tað ber
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14