Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 106 - 7. mai 2001 Nr. 106 - 7. mai 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 Henda norðoyastevnan verður tann fyrsta við nýggja borgarstjóranum Steinbirni Jacobsen við ketuni um hálsin. Borgarstjórin er vegna allar klaksvíkingar errin um at bjóða Klaksvíkina fram, nú tann fyrsta stevnan stendur fyri durum BORGARSTJÓRIN Stefan í Skorini – Norðoyastevnan er eitt gott og serstakt høvi hjá okkum norðoy- ingum at vísa okkara bý fram fyri øllum føroyingum. Tá so nógv fólk leggja leiðina hendavegin, er tað stuttligt hjá mær sum borgar- stjóra at hava ein so livandi bý at vísa teimum mongu gestunum, sigur Steinbjørn Jacobsen. Borgarstjórin vísir á, at býurin er í góðum blóma, og at hann tí hevur tað, sum krevst at hýsa eini stevnu. Spentur um kappróðurin Steinbjørn Jacobsen sigur, at hann er serliga spentur um kappróðurin í ár. Orsøkin er hon, at Klaksvíkar Róðrarfelag hevur fingið tríggjar nýggjar bátar til høldar. Tí eru útlitini góð hjá einari manning úr Klaksvík at vinna onkran róður í ár. – Kappróðurin hevur verið á lágum blussi seinastu mongu árini, men nú tykist vend vera komin í. Tí er hesin ítrótturin aftur vorðin spennandi fyri klaks- víkingar. Eg fegnist um, at tríggir nýggir bátar eru at síggja á vágni, og eg rokni við, at onkur teirra fer at gera um seg, sigur Steinbjørn, ið vanliga hyggur eftir kappróðri úr stovuni norðuri á Kósini, har nógv fólk savnast, tá kappróður er á skránni. Hann leggur afturat, at hann úr stovuvindeyganum sær manning- arnar venja hvønn dag, og tað er hugaligt at hoyra rópini frá róðursmanninum. Eisini hevur hann lagt til merkis, hvussu hart tey hava vant. Umframt kappróðurin fer borgarstjórin eisini til tær flestu framsýningarnar, sum eru á skránni. Fótbóltur er sum ein familjusjúka, og tí er hann til staðar, tá KÍ tekur ímóti EB/S treymi sunnudagin. Steinbjørn er eisini trúgvur gestur til øll møtini, sum eru á stevnuni. Nógv fremmanda fólk Steinbjørn hugsar ikki so nógv um, at hetta er hansara fyrsta Norðoyarstevna sum borgarstjóri, men hinvegin kennir hann eina ávísa ábyrgd fyri, at alt eydnast væl. – Tað stuttliga við Norðoya- stevnuni og øðrum stevnum við er at hitta fólk, tú ikki hevur sæð leingi, og eg gleði meg til at heilsa uppá fólk sum borgarstjóri, sigur Steinbjørn. Hann heldur tað hinvegin vera harmiligt, at so nógv fólk kemur norður við Smyrli at hyggja eftir kappróðrinum, men tey flestu fara suðuraftur um kvøldið. Hann vísir á, at nógv annað áhugavert er at hyggja nærri at. Tað kennist tómligt, tá øll fara suðuraftur. Steinbjørn er eisini keddur um, at so nógv drekkarí er á Norð- oyastevnu og á øðrum stevnum. Hann vísir á, at stevnan fær ikki tann rætta dámin, tá so mong ganga í óviti. Stillar ikki upp Nú Steinbjørn er borgarstjóri, er tað næsta stigið væl Føroya løgting, men hann hevur ikki ætlanir um at stilla upp næsta vár. – Ein borgarstjóri skal fyrst og fremst vera borgarstjóri. Tað starvið taki eg framum løgtingið. Tí fari eg ikki at stilla upp til valið, sum verður næsta vár. Eg fái kanska onkrar áheitanir, men eg ætli mær at nokta, sigur ein avgjørdur Steinbjørn. Steinbjørn Jacobsen, ið hevur sitið sum borgarstjóri í fimm mánaðir, heldur seg hava fingið væl á skaftið hesa tíðina. Hann vísir á, at býurin er í blóma, og tá er tað hugaligari at standa á odda. Hann vísir hinvegin á, at tað krevur stýring, tá nógvur pening- ur er um hendi, tí fleiri halda, at alt ber til. Vit eru errin av Klaksvík Hetta er fyrsta norðoyastevnan við Steinbirni Jacobsen sum borgarstjóra í Klaksvík Mynd: Jens Kristian Vang Politikarar halda røðu Bæði á midnáttarsamkomuni og fólkafundinum verða tað politikarar, sum koma at flyta fram røðu. Leygarkvøldið á midnátt skulu Eyðgunn Samuelsen og Torbjørn Jacobsen halda røðu. Eyðgunn er býráðspolitikari í Klaksvík, og Torbjørn hevur verið landsstýrismaður og løgtingsmaður. Sunnudagin fer landsstýrismaðurin við fiski- vinnumálum, Jørgen Niclasen, at halda røðu á fólkafundinum. Hósdagur 7. juni 17.30- Snarkapping í talvi fyri Børn og Ung í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin. 20.00-23.00 Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús. 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið. Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri. 20.30- Snarkapping í talvi fyri vaksin í Skákinum á Akursmørk.Steyp verða latin. Fríggjadagur 8. juni 17.00-19.00 Ponyríðing á økinum sunnanfyri Føroya Bjór. Norðoya Rossafelag skipar fyri. 19.00- Talvkapping fyri vaksin í Vágstúni ella í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin. 19.00-21.00 Framsýning av modellbilum og motorsúklum í skótahúsinum "Uppistova". Skótalið Nólsoyar Pálls skipa fyri. 19.00-21.00 Norðoya Fotofelag hevur framsýning í Kunningarstovuni. 19.00-21.00 KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO. Byrjað verður uttanfyri KFUM & K. 19.30- Stevnan verður sett í Vágstúni av Steinbjørn Jacobsen býráðsformanni. Klaksvíkar Hornorkestur spælir. 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið. Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri. 20.00-22.00 Ungdómsguðstænasta í Christianskirkjuni. Ung úr Eysturoynni luttaka. 20.00-23.00 Hoppiborg við fótbóltsvøllin. NFÍ skipar fyri. 20.00-23.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin 20.00-23.00 KFUM skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin. 20.00-23.00 Café og matsøla í Bøgøtu 3. Klaksvíkar Húsmøðrafelag skipar fyri. 20.00-23.00 Vatnskutarar á Borðoyavík. NFÍ skipar fyri. 21.00-23.00 Fundur teirra ungu í Betesda. 22.00- Opið hús í kjallarnum í Christianskirkjuni. 23.00-04.00 Dansur í Klaksvíkar Klubba. Njál og Mourits spæla. 23.00- Discoteque í KÍ-høllini. KÍ skipar fyri. Norðoyastevnuaftan 9. juni 10.00-11.00 Fótbóltur: KÍ — B36 piltar 10-12 ár 11.00-13.00 Fótbóltur: KÍ — EB/Streymur 4. deild 13.00-15.00 Fótbóltur: KÍ — EB/Streymur 5. deild 12.00-13.30 Føroya Bjór renningin byrjar. Runnið verður Skúlav.-Biskupstøðg.- Gerðagøta .Treysti skipar fyri. 12.00 Renning fyri vaksin 13 ár og eldri.Teinur 5 Km. 12.30 Renning fyri børn undir skúlaaldur.Teinur 675 m. 12.45 Renning fyri børn í skúlaaldri til og við 12 ár.Teinur 1350 m. 13.00 Firmastafett (3 luttakarar, 1 umfar í part. 675 m x 3. 13.20 Heiðursmerkjahandanin og lutakast ímillum rennarnar. 13.30 Gary Kasparov vitjar í Vágstúnið. Klaksvíkar Talvfelag skipar fyri. 13.30 Bjargingarroynd á Vánni. Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri. 13.30 Súkklukapping fyri vaksin:Skúlav.-Gerðag.-Biskupstøðg.Byrjar/endar við Telefonstøðina. 14.30 Súkklukapping fyri børn: Skúlav.-Gerðag.-Biskupstøðg. Byrjar/endar við Telefonstøðina. 14.00-23.00 Vatnskutarar á Borðoyavík. NFÍ skipar fyri. 14.30-23.30 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin. 14.30-23.30 KFUM-skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin. 14.00-21.00 Norðoya Fotofelag hevur framsýning í Kunningarstovuni. 14.30-23.30 Hoppiborg við fótbóltsvøllin. NFÍ skipar fyri. 15.00-16.15 Fótbóltur: KÍa-VB dreingir 15.00 Kappróður: Beint eftir róðurin verða steypini handað í Klaksvíksgarð- inum av Jórun Høgnesen. Klaksvíkar Hornorkestur spælir. 16.00-21.00 Framsýning "Barnamyndir" í fimleikarhøllini, børn úr øllum Norð- oyggjum hava teknað og málað. Stuðulsgrunnurin Dragin skipar fyri. 16.00-21.00 Skúlaskipið "Dragin" hevur "opið skip" við Varpabrúnna (sunnanfyri ferjuleguna). 17.00-19.00 Ponyríðing á økinum sunnanfyri Føroya Bjór. Norðoya Rossafelag skipar fyri. 17.00-20.00 Framsýning av modellbilum og motorsúklum í skótahúsinum "Uppistova". Skótalið Nólsoyar Pálls skipa fyri. 17.00-18.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 21.00 Framsýning í hølunum hjá Norðoya Fornminnasavni um "Ull". Norðoya Fornminnasavn skipar fyri. 17.00- Café og matsøla í Bøgøtu 3. Kl. Húsmøðrafelag skipar fyri. 18.00 Mat & Køkutombola í fimleikarhøllini. Stuðulsgrunnurin "Dragin" skipar fyri. 18.00-20.00 Fótbóltur: KÍ - LÍF 2. deild, landskappingardystur/steypadystur. 18.00-22.00 Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús. 17.00-22.00 Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósánna. Á framsýningini verður eisini modell av skonnartini "Polarfarið", sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt. 19.00 Talvkapping ímillum Klaksvíkar Talvfelag og Tórshavnar Talvfelag í Skákinum á Akursmørk. 19.00-20.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 19.00-22.00 Eydnuhjól og Café í Skálanum. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri. 21.00 Ungdómsmøti í KFUM & K. 21.00 Samkoman í Betesda hevur útifund í Vágstúni. 22.00- Soli Deo Gloria hevur lovsongsløtu í Vágstúni. 23.30 Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstúni. 24.00 Midnáttarsamkoma. Kyndlagonga kemur í Vágstún, har Eyðgunn Samuelsen og Torbjørn Jacobsen flyta fram røðu. Aftaná verður fýrverkarí á Vágsbø og felagssangur. 00.20-04.00 Discoteque í KÍ høllini. KÍ skipar fyri. 00.30- Føroyskur Dansur í Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri. 01.00-04.00 Dansur í Klaksvíkar Klubba. Fluffy-Toys spæla. 01.00- Opið hús, tónleikacafé við livandi tónleiki í KFUM & K. v/MMM Norðoyastevnudagur 10. juni 10.00 Betesdakórið syngur í Vágstúni. 11.00 Gudstænasta í Christianskirkjuni. Hans Eiler Hammer prestur, prædikar. 12.30 Sunnudagsskúli í Betesda. 13.00-15.00 Fótbóltur: KÍ — TB 3. deild menn, landskapping/steypadystur. 14.00 Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, skótum og ítróttarfólki á odda, fer úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Jørgin Niclasen lansstýrismaður flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir. 14.30-20.00 Framsýning av modellbilum og motorsúklum í skótahúsinum "Uppistova". Skótalið Nólsoyar Pálls skipa fyri. 15.15- Barnasangløta í KFUM & K. KFUM & K skipa fyri. 16.00-21.00 Skúlaskipið "Dragin" hevur "opið skip" við Varpabrúnna (sunnanfyri ferjuleguna). 14.00-16.00 Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús. 14.00-22.00 Vatnskutarar á Borðoyavík. NFÍ skipar fyri. 15.00-24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin. 15.00-24.00 KFUM-skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin. 15.00-23.00 Café og matsøla í Bøgøtu 3. Kl. Húsmøðrafelag skipar fyri. 15.00-24.00 Hoppiborg við fótbóltsvøllin. NFÍ skipar fyri. 15.00-22.00 Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósánna. Á framsýningini verður eisini modell av skonnartini "Polarfarið", sum Hans Jacob Fuglø hevur Gjørt. 15.00-22.00 Framsýning "Barnamyndir" í fimleikarahøllini, børn úr øllum Norðoyggj- um hava teknað og málað. Kl. 20.00 verður undirhald og heiðurslønir vera latnar fyri tær bestu myndirnar.Stuðulsgrunnurin Dragin skipar fyri. 15.00-22.00 Norðoya Fotofelag hevur framsýning í Kunningarstovuni. 16.00-18.00 Fótbóltur: KÍ — EB/Streymur 1. deild menn, landskapping/steypadystur. 16.00-22.00 Eydnuhjól og Café í Skálanum. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri. 17.00-21.00 Framsýning í hølunum hjá Norðoya Fornminnasavni um "Ull". Norðoya Fornminnasavn skipar fyri. 17.00 Møti í Soli Deo Gloria. 17.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 17.00-19.00 Ponyríðing á økinum sunnanfyri Føroya Bjór. Norðoya Rossafelag skipar fyri. 18.00-20.00 Fótbóltur: KÍ-B71 1. deild kvinnur. Landskapping/steypadystur. 18.00 Møti í Emmaus. 18.00 Møti í KFUM & K. 19.00 Evangeliskur sangfundur í Betesda við kórinum o.ø. 19.00-20.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 21.00 Samkoman í Betesda hevur útifund í Vágstúni. 21.00 Ungdómsmøti í Emmaus 23.00-04.00 Discoteque í Lognbrá. KÍ skipar fyri. 23.00-04.00 Dansur í Klaksvíkar Klubba. Njál og Mourits spæla. M á n a d a g u r 1 1 . j u n i 17.00-21.00 Norðoya Fotofelag hevur framsýning í Kunningarstovuni. 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 19.00-21.00 Framsýning í hølunum hjá Norðoya Fornminnasavni um "Ull". Norðoya Fornminnasavn skipar fyri. Týsdagin 12. juni 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. NORÐOYASTEVNUSKRÁ 2001 Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu. NORÐOYA FRÍTÍÐAR- OG ÍTRÓTTARRÁÐ C M Y K 13 12