hósdagur 7. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 7. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Nr. 106 • hósdagur • 7. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hondbóltssambandið
fer ikki at tekna A-
landsliðini í mans- og
kvinnuhondbólti til
komandi undankapp-
ingarnar. Grundgev-
ingin er, at fíggjarligi
parturin er alt ov
tungur
HONDBÓLTS-
LANDSLIÐ
Jákup Mørk
Tað vakti mikla gleði mill-
um hondbóltsáhugaðar før-
oyingar, tá HSF á vári í fjør
boðaði frá, at nú fór ar-
beiðið kring A-landsliðið
aftur í gongd. Eitt arbeiðið,
sum annars hevði ligið stilt
í nærum 15 ár. Eingin
ivaðist í, at hetta fór at
verða sera mennandi fyri
heimliga hondbóltin, og
fleiri vóru eisini á einum
máli um, at skal hondbólt-
urin vera fyri eini støðugari
menning, er neyðugt við
altjóða avbjóðingum.
Ov dýrt
Hóast talan ikki gjørdist um
nakran sigur í undan-
kappingunum, so vóru før-
oyingar tó vitni til, at lands-
lið okkara saktans kundu
standa seg í hesum høpi. At
tey so avgjørt ikki gjørdu
seg til skammar á nakran
hátt, hóast mótstøðan sjálv-
sagt var sterk. Menninir
leiktu móti Rumenia, Sveis
og Litava, og ikki minst var
fyrri dysturin móti Sveis
ein stór uppliving. Kvinn-
urnar leiktu tveir dystir
móti Svøríki, og eftir at rist
premieru nervarnir av sær
eftir fyrra dystin, vórðu
áskoðarar og sjónvarps-
hyggjarar vitni til ein sera
undirhaldandi seinna dyst,
tó at kvinnur okkara eisini
taptu hendan.
Alt hevur tó sín prís, og
tað hevði altjóða luttøkan
hjá HSF so avgjørt eisini. Í
hesum føri var prísurin eitt
munandi hall í ársrokn-
skapinum hjá HSF. So-
mikið stórur var kostnað-
urin av hesum, at avgerð nú
er tikin um at repa seglini,
sum tikið verður til.
– Tað er snøgt sagt alt ov
kostnaðarmikið at reka
hondbóltslandsliðini, og tí
hevur nevndin í Hondbólts-
sambandinum gjørt av at
repa seglini.
Soleiðis sigur formaðurin
í HSF, Petur Ove Petersen,
sum tó leggur dent á, at
avgerðin ikki er eitt farvæl
til altjóða hondbóltin.
– Vit hava gjørt av, at
eingin tilmelding verður til
komandi
undankapping-
arnar, men framyvir er
ætlanin, at vit fara at taka
lut í EM-undankappingun-
um. Hesar eru annað hvørt
ár, men býttar soleiðis, at
menninir og kvinnurnar
ikki spæla sama árið.
Ov fáar inntøkur
At tað er kostnaðarmikið at
fara undir landsliðsarbeiði,
visti nevndin í HSF longu
av, tá farið var í holt við
hetta arbeiðið aftur. Vón-
irnar vóru tá, at hetta kort-
ini kundi fara at bera til, og
vóru vónirnar í stóran mun
knýttar at sponsorinntøk-
um, sum saman við sølu av
atgongumerkjum
skuldu
vera lunnarnir undir arbeið-
inum. Eisini hava feløgini
rindað sín part av hesum, tí
tíggju krónur av hvørjum
seldum atgongumerki fara
til HSF, eins og feløgini
eisini hava latið eitt ávíst
gjald fyri hvønn landsliðs-
leikara.
Trupulleikin er tó bara, at
hetta ikki hevur verið nóg
mikið. Til dømis er enn
eingin høvuðsstuðul funnin
til A-landsliðini, hóast tað
sjálvandi hevur verið gott
ískoyti, at Føroya Tela og
Coca-Cola
hava
stuðla
ávíkavist lands- og steypa-
kappingini. Tá HSF heldur
ikki hevur somu møgu-
leikar sum eitt nú fótbólt-
urin í samband við sjón-
varpsgjald og inntøku fyri
luttøku, sigur tað seg at
kalla sjálvt, at tað er trupult
at fáa endarnar at røkka
saman. Eitt nú vísir for-
maðurin í HSF á, at
sambandið
mátti
rinda
Sjónvarpinum pening fyri
at senda beinleiðis frá
seinna
dystinum
hjá
kvinnulandsliðinum.
Høvuðsstuðul søkist
Hóast tú ikki fært formann-
in at siga tað, so kundi bent
á, at ein sterkur høvuðs-
stuðul kundi borgað fyri, at
landsliðsarbeiðið
kundi
hildið fram í óbroyttum
líki. Tað kann eisini tykjast
merkisvert, at áhugin ikki
er til staðar fyri hesum.
Føroyar eru nevnliga eitt
somikið lítlar, at orkan til at
gera vart við seg úteftir er
rættiliga avmarkað. Hjá
teimum
fyritøkum
og
vinnugreinum, sum hava
tørv á at seta Føroyar á
altjóða kortið, er tí lítið at
ivast í, at ítrótturin er eitt
frálíkt umboð fyri Føroyar.
Eitt nú ber neyvan til at
gera upp í pengum, hvussu
nógvar
lýsingarkrónur
skuldu til, fyri at geva
Føroyum ta umrøðu, sum
t.d. fótbólturin hevur givið.
Eitt tílíkt umboð kundi
hondbólturin
uttan
iva
eisini ment seg til, um
karmarnir til tess vóru nóg
sterkir, og tí má staðfest-
ingin hjá HSF um fíggjar-
ligu byrðuna metast at vera
stórt spell.
Hornasteinurin
varðveittur
Sum nevnt omanfyri, so
verður altjóða luttøkan av
mongum mett sum avger-
andi fyri eini støðugari
framgongd í hondbóltinum.
Tað er eingin loyna, at hava
leikararnir bert heimligu
kappingina at hugsa um, er
skjótt, at avbjóðingarnar
tykjast lítlar og ongar.
Tí er einki at ivast í, talan
er um eitt stórt bakkast
ítróttarliga, at altjóða lut-
tøkan verður somikið av-
markað. Eisini tí hetta kann
gerast ein forðing fyri
einum framhaldandi lands-
liðsarbeiði. Nakað sum
eisini varð ført fram sum
sera týdningarmikið, tá
tikið varð samanum lands-
dystirnar í vetur.
Skal nakað gleðiligt finn-
ast í boðunum frá HSF, so
er tað tó, at ongar ætlanir
eru um at sleppa arbeiðin-
um við yngru landsliðun-
um. Hetta arbeiðið varð
raðfest fram um arbeiðið
við A-landsliðunum, tá far-
ið varð undir landsliðs-
hondbóltin, og fleiri vóru
eisini, sum fegnaðust um
hetta. Hetta tí arbeiðið við
yngru landsliðunum til eina
og hvørja tíð eigur at
metast sum hornasteinurin
undir arbeiðinum við A-
landsliðnum.
So leingi sum hesin
hornasteinur verður varð-
veittur, eru framvegis vónir
fyri, at vit í framtíðini aftur
kunnu fáa eitt meira støð-
ugt arbeiði við A-lands-
liðunum.
Hondbólturin
repar seglini
Hóast talan ikki er um eitt
endaligt farvæl, so er einki at
ivast í, at tað rakar meint á
bæði leikarar og áskoðarar,
at aktiviteturin um
hondbóltslandsliðini nú
verður minni
– Tað er snøgt sagt alt ov kostnaðarmikið at reka
hondbóltslandsliðini, sigur formaðurin í HSF
Herborg
og Ingólvur
í rætta
essinum
Tey hava funnið eydnuna sum
arbeiðsfelagar og hjún. Tey eru
altíð í góðum lag, og tey duga
at siga søgur. Vit hava hitt
Herborg og Ingólvur á teirra
arbeiðsplássi
Miðsíðurnar
Dorus trívist
uttan spaka
Tá hann fyri hálvum øðrum
ári síðani gjørdist 80 ár, gavst
hann at arbeiða. Men Dorus
Johannessen hevur ikki sett
seg heima at kúra fyri tað
s. 20–21
Norðoyastevnan 2001
Arnfríð bjóðar av
Sangfuglurin úr Klaksvík ætlar at royna síni
sangevni til tað ítarsta, og hon droymir um
eitt gjøgnumbrot uttanlands
s. 14–15
C
M
Y
K
11
10