hósdagur 7. juni 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 106 - 7. mai 2001
Nr. 106 - 7. mai 2001
9
gult8 cyan8 magenta8 svart8
gult9 cyan9 magenta9 svart9
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Løgtingið
samtykti,
at
nýggj Sandoyarferja skuldi
byggjast – fyri at SIGLA til
Sandoynna.
Sera beiskt man vera hjá
mongum sandoyingi at
síggja,
hvussu
oyggin
verður vanrøkt. Eitt skip, ið
siglir seinni enn Tróndur,
røkir nú hesa farleiðina.
Orsøkin er tann einfalda, at
loysingarministararnir við
løgmanni á odda ikki
megna at gera eina einastu
avtalu við nakað manning-
arfelag. Vit vóru fleiri, ið
óttaðust, at Teistin kom at
verða næsti Brimil. Tíverri
fingu vit rætt. Orsøkin er,
at peningur skal samlast til
loysingina.
Hetta vanlukkumál ger
somuleiðis, at tingmenn-
irnir í oynni, ið bæði eiga
løgmann og fíggjarmála-
ráðharra kunnu tykjast at
hava fingið munnkurv.
Tí teimum hoyrist púrt
onki frá.
Nokti SAM keipláss í
Skopun!
Eftir míni hugsan eiga tit
at nokta at SAM keipláss í
Skopun frá 10 juni.
Tað vil leggja eitt trýst á
landsstýrið, soleiðis at ein
loysn verður funnin.
Um
Landstýrið
ikki
megnar at fá eina loysn á
hesum máli, so eigur tað at
fáa fylgjur fyri avvarðandi
landstýrismann/menn.
Tí Teistin skal í sigling –
NÚ – BEINANVEGIN.
Men heldur ikki hetta
einfalda mál tykjast teir
førir at finna eina loysn á –
eins og á so mongum øðr-
um økjum. Hví royna teir
ikki at loysa tey einføldu
málini. Tí tey stóru megna
teir so ikki at loysa. Har eru
teir dumpaðir.
Birgir Mohr
Sandi
Skúlamálið er bert ein
avleiðing – og hetta er bert
byrjanin.
Nógv rok hevur verið í
fjølmiðlunum um Vest-
manna skúla og fundin,
sum leiðslan har hevði við
mentamálaráðharran. Hetta
hevur vakt flestu skúla-
leiðslurnar kring landið –
eisini tey loysingarsinnaðu
fólkini innan skúlaleiðslur-
nar – at gera vart við sína
ónøgd. Og tey hava jú so
púra rætt.
Politikkurin er skeivur –
grundleggjandi skeivur –
og hettar má broytast.
Men mær tykist, sum
mest verður fokuserað upp
á
framferðarháttin
hjá
mentamálaráðharranum?
Tað er møguligt at hesin
ikki er í lagi, men málið er
bert ein av nógvu avleið-
ingunum av verandi og
komandi loysingarpolitikk-
inum hjá Tjóðveldisflokk-
inum. Og tí væl meira
álvarsligt.
Nóg mikið skuldi verið
av peningi í Føroyum undir
hákonjunkturinum til, at vit
kunnu játta fólkaskúlanum
– grundstøði undir allari
mentan, menning og endur-
nýggjan í fólki okkara –
sín grundtørv.
Men nei, vælferðarsam-
felagið skal skerjast, tí vit
skulu spara upp til full-
veldið og loysing. Tað er
orsøkin til, at aðaløking í
føroyska samfelagnum í
dag – undir hákonjunktur-
inum – sum almannamál,
heilsumál, skúlamál, eftir-
lønarmál o.m.a. ikki fáa tær
neyðugu játtaninar.
Og tað var eisini ein av
orsøkunum til, at vit høvdu
eitt nú liðugt, men lemjandi
verkfall, tí vit sigast ikki at
hava ráð til at geva okkara
arbeiðsfólki í m.a. flaka-
vinnuni
– høvuðsvinnu
okkara og útflutningsvinna
burturav – rímilig kor at
virka undir og lønarkor at
liva av. Og tann nú frá-
boðaði politikkurin sigur
okkum: Tað verður helst
verri enn!
Vit hava higartil bert
merkt byrjanina av avleið-
ingunum, tá alt skal sparast
til frama fyri fullveldið og
loysing skjótast gjørligt.
Prísurin
verður,
um
Tjóðveldisflokkurin fær sín
vilja, at vælferðarsam-
felagið syndrast. Og so at
pástanda, at hesin poli-
tikkur, sum nú fær heitið:
Kenslupolitikkur
uttan
ábyrgd, eisnki skal koma at
kosta okkum føroyingum,
tað er at siga ósatt fyri fólk-
inum.
Onkur nevnir fólkaskúl-
an: grundstøðið
undir
(eisini) fullveldinum. Og tá
Tjóðveldisflokkurin ikki
skilir týdningin av fólka-
skúlanum, ja so haltar tað
helst eisini á øðrum økjum
við at stýra samfelagnum?
Nei, trupulleikin eitur ikki
bert Torbjørn – hann skal
umsita lógirnar, sum Løg-
tingið viðtók.
Tann politikkur, sum skal
førast í ríkisrættarspurn-
inginum – tjóðskaparmál-
inum kann ikki førast eftir
tjóðveldisleisti. Tað hava
seinastu trý árini prógvað.
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin vaðaðu ov
langt út, og hava nú roynt í
seinastuni at grynna inn
aftur, men nógv er oyðilagt.
Ein nógv meira varin,
hóvligur, langsiktaður og
realistiskur politikkur á
hesum økinum er kravdur.
Ein politikkur, sum megin-
parturin av Føroya fólki
stendur aftan fyri. Bert tá
náa vit málinum uttan
lemjandi kostnaðin í livi-
støði. Missa vit vælferðar-
samfelagið – tað persón-
liga frælsi, tá verður kostn-
aðurin hjá okkum føroying-
um ov høgur at gjalda.
Skúlin er bert eitt dømi av
mongum herum í dag.
Okkum tørvar ein nýggj-
an politikk.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Vit hava seinastu tíðina verið vitni til, at sam-
gongulimir hava roynt at køvt ein fakligan debatt
um føroyska búskapin í samband við fullveldis-
ætlan landsstýrisins.
Kári Petersen búskaparfrøðingur legði fram nakrar
útrokningar, ið vóru sera líkar teimum, ið lands-
stýrið hevur lagt fram, men við millum annað tí
muni, at hansara útrokningar vóru eitt sindur meira
konservativar viðvíkjandi vøkstri. Tá talan er um
Føroya framtíð, so er ivaleyst betur at undirmeta
inntøkur enn at yvirmeta tær.
Nú kundi man kanska væntað ein fakligan debatt
um fortreytir fyri vøkstur í føroyska búskapinum í
tráð við gyltu orð Tjóðveldisfloksins um at hvør
steinur skal vendast o.s.fr., men nei! Landsstýris-
maðurin í Fíggjarmálum tveitti seg - sum ein
optimistjolla í ein tíggjumannafarsróður - út í tað,
ið átti at verið eitt búskaparligt orðaskifti. Hann
borðreiddi við nøkrum ókeypis hugleiðingum um
rokniark, ið ivaleyst ikki eru meira enn tað sama
verdar, og kom til ta niðurstøðu, at íkastið hjá Kára
Petersen var politiskt.
Harmiligt er, at íkast, ið ditta sær at seta spurnar-
tekin við búskaparliga grundarlagið hjá landsstýr-
inum pr definitión eru partapolitisk. Hetta minnir
eisini ikki sørt um afturvendandi úttalilsini hjá for-
manninum í Tjóðveldinum um, at alt tað hinir gera
og siga er partapolitikkur. Enn meira harmiligt er,
at persónarnir, ið ditta sær at koma við einari
fakligari meining verða viðgjørdir á einum støði, ið
als ikki hoyrir heima í einari fakligari debatt. Tað
hevur einki við vøkstur í føroyska búskapinum at
gera, um onkur persónur hevur stillað upp til løg-
tingsval fyri onkran flokk fyri mongum árum
síðani ella hevur røkt okkurt álitisstarv í um-
sitingini. Fullveldisfortalarar áttu heldur at nýtt
orku uppá at fortalt fyri fólki, hvar hesin í
heimshøpi einastandandi búskaparvøksturin skal
koma frá, heldur enn at fara eftir monnunum, ið
ditta sær at seta spurningar við ætlan teirra. Vit
minnast, hvussu ein búskaparfrøðingur í samband
við Hvítubók bleiv hongdur út av varaløgmanni, tí
hann ikki akkurát sang úr sanghefti Tjóðveldis-
floksins viðvíkjandi búskaparútlitum.
Hevði tað ikki verið skilagott hjá eitt nú einum
yrkisfelag sum Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum
at skipa fyri einum fakligum kjaki um føroyskan
búskaparvøkstur, uttan at luttakarnir nýttust at
verða bangnir fyri at verða viðgjørdir persónliga,
politiskt, trúarmessiga ella á annan hátt, og ikki at
forgloyma uttan at varaløgmaður fer at varpa
framløguratur hjá hesum fólki um allar geilar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
At fara eftir manninum
heldur enn bóltinum
VIÐMERKINGAR
Tøkk til
Føroya
Tele
Atli S.
Justinussen
Árnafjørður
Eg vil við hesum
takka Føroya Tele
fyri at tit nú hava út-
bygt GSM, soleiðis at
vit nú eisini kunnu
nýta okkara GSM
telefon í heimbygd-
ini.
Tað verður nógv verri!
Nær verður Teistin settur í sigling?
VIÐMERKINGAR
A. Guttormur
Djurhuus
Eingin er fullspottaður
fyrr enn hann spottar seg
sjálvan. so sigur gamalt
orðatak og helst er nak-
að um tað.
Nú skal standmynd,
nei tríggjar standmyndir,
reisast til minnis um
Sigmund Brestisson. Til
minnis um henda nið-
ingsmann sum sveik sítt
land og gjørdi Føroyar
til
norskt
skattland.
Legði Føroyar undir
norsku krónuna og sett-
ist sjálvur sum uppsitari
fyri norska kongsveldið.
Hann skal heiðrast, ikki
við einari, men við trim-
um standmyndum.
Tað verður sagt at
hann skal heiðrast við
øllum
hesum
stand-
myndum afturfyri at
hann kristnaði Føroyar,
fyri túsund árum síðani.
Eftir boðum úr Noregi.
Helst kristnaði hann ikki
eina einastu sál her á
klettum, men noyddi
fleiri at siga seg at hava
tikið við kristnari trúgv.
Tí annars tók hann lívið
av teimum. Hvat var
annað at gera enn at taka
við nýggju trúnni og
tiggja lív? Ikki var
annað val.
Frammanundan hevði
hann
tikið
politiska
frælsið, sum tó helst bert
var valafólki unnt, frá
teimum, og nú tók hann
so eisini trúarfrælsið frá
fólkinum. Gerst tú krist-
in av at verða noyddur at
frásvørja tær heidnari
trúgv og játta tína trúgv
á hvítakrist? Ikki haldi
eg tað.
Ikki kann sigast at
maður sum fer fram á
slíkan hátt er kristin. Og
hvussu kann maður sum
ikki er kristin sjálvur
kristna nakran? Hesin
maður traðkaði á alt sum
frælsi eitur, politiskt og
átrúnaðarligt
og
var
løntur
umboðsmaður
fyri útlendskt vald. Tað
er hvat føroyingasøga
sigur okkum. Og hon er
skrivað av teimum sum
vunnu. Tað er hon altíð.
Teir mála sjálvandi eftir
teirra tykki, og sum teir
rætt halda vera, eina
ljósa mynd av Sigmundi
og hansara monnum og
eina døkka mynd av
Tróndi
og
hansara
monnum.
Útlendska valdinum
hava vit síðani vant okk-
um at liva við. Fyrst
undir skiftandi norskum
valdsharrum og síðani
donskum. Vant okkum
so væl at vit ikki vilja av
við tað aftur. Hetta
trælaband, sum Sig-
mundur bant okkum
niður við, eru vit ikki
enn tann dag í dag
sloppnir leysir úr. Og
serliga kristin tjóð – eru
vit tað? Eg ivist.
Ólíka virðiligari hevði
tað verið at reisti vitugu
frælsishetjuni Trónda í
Gøtu standmynd. Hann
tapti fyrsta frælsisstríð
føroyinga, og er síðani
blakkaður av søguskriv-
arum øld eftir øld, so tað
verður neyvan. Men
sømuligari hevði tað
verið.
Reisið Tróndi
standmynd
ÚTBÚGVING
Eirikur Lindenskov
Fríggjadagin
fingu
13
mans prógv fyri at hava
lokið dugnaskapsútbúgving
í motorpassing.
Tað
er
Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúli,
sum stendur fyri hesi
útbúgvingini, sum fer fram
á Maskinskúlanum.
Hóast hetta er útbúgving
undir kvøldskúlaskipanini,
so er hetta útbugving við
rættindum, tí hesir menn
kunnu nú passa motorar við
eini framtøkumegi upp til
678 HK í heimasigling, og
tað er innan fyri 200
fjórðingar.
Teir 13, sum fríggjadagin fingu prógv í motorpassing saman við lærarum. Teir, sum fingu prógvini eru í bókstavarøð: Bent Berg,
Sofus Borðoy, Bergur Clementsen, Jákup Enni, Sámal Hansen, Jákup Heygsá, Volmar Højgaard, Bergur Magnussen, Magnus
Magnussen, Sten Juul Pedersen, Niels Petersen, Finnur Rubeksen og Gunnlaugur Sighvatsson
Mynd: Jonhard Hammer
13 nýggir motorpassarar
Umboðsnevndin
hjá
SEV
hevur
góðkent
roknskapin fyri 2000.
Rakstrarúrslitið var eitt
hall uppá 10,9 milliónir
krónur, og fíggjarstøðan
javnvigar
við
525,2
milliónir krónur. Lang-
freistaða skuldin við
árslok var 285,6 milli-
ónir krónur.
Rakstrar-, fíggjar- og
byggiætlanin fyri 2001
og fyri 2002 varð góð-
kend. Elprísirnir vera
óbroyttir.
Íløgurnar
verða 71,4 milliónir í
2001 og 66,8 milliónir í
2002.
Ársfrágreiðing
og
roknskapur fyri 2000 er
til taks á skrivstovuni í
Havn.
SEV hevur hall
Vegna vanda fyri
omanlopi er fólka-
fundurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum í
Dímun fluttur út í
Koltur
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Fólkafundurin, sum Tjóð-
veldisflokkurin ætlaði at
skipa fyri í Stóru Dímun, er
avlýstur.
Orsøkin er, at Óla Jákup
úr
Dímun,
bóndi,
av
trygdaráðum hevur mælt
frá at tiltakið verður framt.
Ein kneysi í uppgongdini
stendur til at loypa, og
vandi er fyri, at hann loypur
um nógv fólk koma upp
ígjøgnum uppgongdina.
Óla Jákup hevur júst
kannað viðurskiftini, og
hann hevur varnast, at rivur
eru komnar í bergið.
Við
útvarpið
segði
Dímunarbóndin, at um eini
100 fólk eru í uppgongdini
í senn, so kann ljóðið frá
teimum fáa kneysan at
loypa. Um bert fá fólk eru
har, er vandin ikki so
stórur, tí tá kunnu øll koma
upp samstundis. Tað ber
ikki til, um talan er um eini
100 fólk, segði Óla Jákup
úr Dímun.
Fyrireikararnir hava tí
gjørt av at avlýsa tiltakið,
og í staðin verður farið út í
Koltur hendan sunnudagin,
sigur Ronnie Thomassen,
skrivari Tjóðveldisfloksins.
Fólkafundurin í Stóru Dímun avlýstur
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Eirikur Lindenskov
Føroya Psykiatrifelag og
Fíggjarmálatýrið hava gjørt
nýggja sáttmála, sum gevur
limum felagsins 12% í
miðal í lønarhækking í sátt-
málaskeiðnum. Sáttmáli er
gjørdur, sum hevur gildi
fram til 1. oktober 2003, t.
e. tvey ár og sjey mánaðir.
Grundlønin hjá limunum
í Psykiatrifelagnum hækkar
við trimum prosentum 1.
mars í ár, fýra prosentum 1.
mars næsta ár og aftur við
trimum prosentum 1. mars
2003.
1. mars 2001 verða sátt-
málaviðbøturnar
lagdar
aftur at grundlønini. Ein
útbúgvin pleygari fær eitt
lønarstig aftur at enda-
lønini, og harumframt eru
gjørdar smærri broytingar í
sjálvum sáttmálatekstinum.
Fíggjarmálastýrið
og
Psykiatrifelagið hava eisini
gjørt avtalu um tiltøk at
styrkja førleikamenning,
eldrapolitikk, familjupoli-
tikk og javnstøðu.
– Her er dentur lagdur á
ein aktivan starfsfólka-
politikk, ið skapar grundar-
lag fyri góðum trivnaðar-
og menningarmøguleikum
hjá almennum starvsfólki
og sum leggur dent á sam-
bandið millum arbeiðslív
og onnur lívsvirði, sigur
Fíggjarmálastýrið.
Pleygarar 12% í lønarhækking
C
M
Y
K
9
8