Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 106 - 7. mai 2001 Nr. 106 - 7. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Hann er fullgreiðir yvir, at tað er ein heitur stólur, hann setir seg í, tá ið hann tekur við starvinum sum mentamála- ráðharri, men hann er til reiðar at taka við avbjóðingini NÝGGUR LANDS- STÝRISMAÐUR Áki Bertholdsen – Tað verður nokk at tríva í. Tað var eitt tað fyrsta, Óli Holm í Vági, segði, tá ið vit spurdu hann, hvussu før- oyingar fara at merkja, at vit nú fáa ein nýggjan landsstýrismann í undir- vísingar- og mentamálum. Óli Holm er púra greiðir yvir, at tað er ein heitur stólur, hann setist í, tá ið hann í komandu viku tekur við starvinum sum menta- málaráðharri í Føroyum. Tað ræðir hann ikki. Hann er til reiðar at taka við avbjóðingini, annars hevði hann sjálvsagt ikki gjørt tað. Men hann ásannar sam- stundis, at nú er ongin tíð eftir, til løgtingsval verður aftur, so ongin skal vænta, at nú verða allir trupul- leikarnir loystir. – Løgtingsval verður í allar seinasta lagi um minni enn eitt ár. Kanska verður val longu í heyst. So tá ið vit hava í huga, hvussu drúgvar málsviðgerðirnar mangan eru í politikki, skal ongin vænta sær kollvelt- andi broytingar hesa tíðina mær er tillutað í - og Mentamálastýrinum, sigur hann. Spónin í Men tað merkir als ikki, at nýggi landsstýrismaðurin ikki hevur hugsjónir og tankar um, hvussu viður- skiftini skulu skipast. Tað hevur hann. Og hann er eisini til dystin fús at fara til verka. – Tað eru nøkur viður- skifti, sum eg kundi hugsað mær øðrvísi, enn tey eru í dag. Og um tað ikki eydn- ast mær at fáa tey broytt, ætli eg mær í hvussu so er at royna at seta spónin í. Men hann ætlar sær eisini at føra tað arbeiðið víðari, sum undanmaður hansara, Torbjørn Jacob- sen, loysti úr lagdi. – Torbjørn fekk nógv á skaftið, ikki minst fyri útjaðaran. Samstundis hev- ur hann eisini loyst nógv onnur mál úr lagdi og tey ætli eg mær at arbeiða víð- ari við, so fáa vit at síggja, hvussu langt vit koma. Tað verður einaferð í næstu viku, kanska hós- dagin, at nýggi landsstýris- maðurin tekur við. Hesar komandu dagarnar fer hann sostatt at gera burturav sær í skúlanum í Vági, tað sum hann hevur liggjandi har. Samstundis fer hann at hava fundir við fráfarandi landsstýrismann fyri at fáa meiri at vita um tey mál, sum røra seg í Undir- vísingar- og Mentamála- stýrinum, nú hann skal taka við. Hann hugsar m.a. um m i ð n á m s s k ú l a r n a r , Kirkjubømúrin og onnur mál við. Skúlarnir størri frælsi Trupulleikin, sum mest hevur verið tosað sum, seinastu dagarnar, og sum at enda feldi skiparan á Glyvrum, er trupulleikin í fólkaskúlanum, eitt nú tað, at skúlarnir hava fingið ov fáar tímar, at eftirútbúgv- ingin er skerd burtur og at játtanin til næmingar við serligum tørvi als ikki nøktar tørvin. Óli Holm er sjálvur lærari og harafturat vara- skúlastjóri í Vági, so hann kennir trupuleikan fullvæl innanífrá. Hetta eru sjálvsagt trupulleikar, sum nýggi landsstýrismaðurin fer at taka upp. Óli Holm sigur, at hann kann ikki lova, at nakað hendir við málinum, í hvussu so er til hetta skúlaárið. Hann sigur, at nú, hann tekur við, hevur hann ikki fingið lyfti um hægri játtan til fólkaskúlan. – Tað er ein trupulleiki, sum als ikki er viðgjørdur í sambandi við, at eg nú taki við. Og nú er so langt útliðið, at eg veit ikki, hvat kann gerast beint nú. Eg kenni heldur ikki smálut- irnir í málinum.Tað má eg fyrst seta meg inn í og so fari er at vita, um tað ber til at finna eina loysn, um ikki annað so fyri at bøta um trupulleikan, um tað ikki eydnast at loysa teir til fulnar, tí tað tekur longri tíð enn so. Annars er hann samdur um, at trupulleikarnir í fólkaskúlanum eru bæði nógvir og stórir. – Men hetta er ikki nakað nýtt. Hetta eru trupulleikar, sum hava hópað seg upp ár undan ári og spurningurin er, hvussu tað ber til at loysa teir. – Tað er ein sannroynd, at seinastu árini hevur fólka- skúlin fingið munandi størri uppgávur, enn hann hevði frammanundan, men at fíggjarliga játtanin hevur ikki fylgt við. Eitt, sum hann heldur vera ein trupulleika, er, at eftir hansara tykki er skip- anin ov stirvin. – Eg haldi, at skjúlarnir eiga at fáa eitt ávíst frælsi til frítt at ráða yvir teirri játtan, sum skúlin fær til- lutað, men sjálvsagt skal skúlin lúka ávísar treytir viðvíkjandi undirvísing o.s.fr. – Umframt at tað kundi givið skúlunum møguleika at brúkt meiri pening, har tað var mest átrokandi, hevði tað eisini givið hvørj- ari skúlaleiðslu størri ábyrgd til at reka skúlan so effektivt sum gjørligt. Hann vísir eisini á, at sum er, fáa skúlarnir tímar tillutaðar eftir eini frymli. Hesin frymilin er so- leiðis, at nógvir skúlar koma rættiliga í klemmu. Eitt nú eru miðalstórir skúl- ar, sum Vestmanna, Gilja- nes, Tvøroyri og Vágur, rættiliga illa fyri, tí eitt, sum skúlarnir fáa tímatal eftir, er næmingatalið. Samstundis eru teir smáu bygdarskúlarnir eisini rættiliga illa fyri av tí sama, men hjá teimum heilt stóru skúlunum er støðan væl frægari. – Spurningurin er, um ikki eisini hendan skipanin átti at verðið endurskoðað sigur Óli Holm. Tú hevur eisini verið virkin ítróttarmaður í eitt mannaminni, bæði sum fótbóltsspælari og í nevnd- ararbeiði av alskyns slagi. Tú ert nú formaður í VB, umframt at tú ert nevndar- limur í Fótbóltsamband- inum, har tú eisini hevur sitið í fleiri undirnevndum. Hava vit nú fingið ein landsstýrismann, sum fer at geva ítróttinum betri sømd- ir? – Eg haldi nú, at sum so hevur ítrótturin ikki so galnar umstøður. Men tað er eisini greitt, at ítrótturin skal stuðlast, tí arbeiðið, sum verður lagt í hann, er so ómetaliga týdningar- mikið fyri trivnaðin runt umkring í samfelagnum, at tað kann ikki undirmetast. Ítrótturin er oftani bæði sál og ryggur í øllum tí sosiala virkseminum í eini bygd. Sama týdning heldur nýggi landsstýrismaðurin, at teir smáu bygdarskúl- arnir hava. Tí er ongin ivi hjá honum um, at teir eiga at varðveitast. Teir eru eisini ein týðandi partur av teirri gomlu, føroysku mentanini, so tað skipanina eiga vit at varðveita, hóast tað kanska kostar eitt sindur meiri. Tað var eisini undanmaður hansara, sum setti skjøtil á at lýsa við- urskiftini í útjaðaranum við bæði útjaðarálitinum og økismenningarálitinum. – Eg haldi, at tað er neyð- ugt, at politiska skipanin ger sær greitt, hvussu Før- oyar skulu síggja út í fram- tíðini - og arbeiðir hareftir. Og tað er ongin ivin um, at eg og mín flokkur, eru heitir talsmenn fyri at varð- veita bústaðarmøguleikar- nar úti um landið. Tað er grundarlagið undir okkara mentan so tað eiga vit at halda fast um, sigur Óli Holm. Óli Holm fer at royna at seta spónin í greytin – Nú er so lítið eftir av valskeiðnum, at ongin kann vænta sær kollveltandi broytingar, sigur Óli Holm, sum í næstu viku verður nýggjur landsstýrismaður í skúla- og mentamálinum, her avmyndaður á húsrók síni við útsýni yvir Vatnið og vestur á Eiði, har hann eigur so mong sporini Sjónvarp Føroya ætlar sær at kanna, um føroyingar kunnu sleppa at luttaka í Eurovision tónleikakappingini GRAND PRIX John Johannessen Stendur tað til leiðaran á mentanardeildini hjá Sjón- varpi Føroya, skal kannast til fulnar, um føroyingar hava nakran møguleika at luttaka í altjóða Melodi Grand Prix. – Vit ætla at kanna, hvørjar treytirnar eru fyri at kunna luttaka í Melodi Grand Prix. Um vit kunnu lúka treytirnar, er vert at kanna, um tað í roynd og veru er gjørligt at vera við, sigur Ivan Niclasen, leiðari á mentanardeildini í SvF við Føroyska tónleika- portalin, pop.fo. Tað eru evropeiskar sjón- varpsstøðir, sum í felag skipa fyri Eurovision kapp- ingini, ið vit kenna betri sum altjóða Melodi Grand Prix. Sjónvarpsstøðirnar hava ein felagsskap nevnd- an EBU, ið á hvørjum ári skipar fyri stóru tónleika- kappingini. Sjónvarp Føroya hevur ikki fullan limaskap í EBU, og tí ber sum er ikki til at vera við í kappingini. Men leiðarin á mentanardeildini í Sjónvarpinum heldur, at tað avgjørt hevði verið ein fyrimunur fyri føroyskan tónleik, um vit vóru við. – Melodi Grand Prix er eitt sera áhugavert tiltak, og tað kundi uttan iva ment føroyskan tónleik. – Eitt Grand Prix tiltak hevði helst kunnað ment tann meiri melodiøsa og poppkenda tónleikin, og so høvdu teir eldru solistarnir og bólkarnir eisini hildið seg framat, sigur Ivan Niclasen við pop.fo. Leiðarin á mentanadeild- ini hjá Sjónvarpinum held- ur Prix Føroyar vera eitt frálíkt tiltak. Men sam- stundis vísir hann á, at hetta er eitt tiltak, ið stílar meira eftir teimum yngru og hørðu bólkunum. Í samrøðuni við pop.fo ásannar Ivan Niclasen tó, at tað hevði verið eitt stórt tak hjá Sjónvarpinum, um Før- oyar skuldu luttikið í Grand Prix, og at hetta neyvan hevði kunnað verið gjøgn- umført innan verandi fíggj- arkarmar. Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu fara í dag og í morgin saman við ørðum politikarum í Norð- urlondum og Balta- londum at viðgera, hvørjar avleiðingar víðkanin av ES kann hava fyri hesi lond NORÐURLOND John Johannessen Hvørjar avleiðingar hevur víðkanin av ES fyri Balta- lond og Norðurlond. Hetta verður høvuðsevn- ið, tá Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum og Jógvan við Keldu úr Fólka- flokkinum í dag og í morg- in hittast til fundar í Riga í Letlandi saman við politik- arum úr øllum Norðurlond- um og úr Baltalondunum. Baltalondini hava sein- astu árini fyriraikað seg til at gerast limir í ES. Og er júst hetta orsøkin til, at Norðurlond hava stóran áhuga í at viðgera, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa. Tí tað fer avgjørt at ávirka samstavið millum Norður- lond og Baltalondini, um tey trý Baltalondini fara upp í ES-samstarvið. Tætt samstarv hevur í mong ár verið millum Baltalond og Norðurlond, millum annað gjøgnum Norðurlandaráðið. Fyrstu ferð skipað varð fyri felags- fundi millum limirnar í Norðurlandaráðnum og politikarar í Baltalondum var í 1996, og fundurin í dag og í morgin er tann triðji í røðini. Á hesum triðja fundinum fara politikararnir eisini at tosa um økissamstarv eitt nú á orkuøkinum, eins og røtt verður um mentanar- og útbúgvinarsamstarv við millum annað menning av ungdóms- og næmingabýti. Tónleikarin og tingmaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur givið væl umtókta bandið hjá sær, »Heima«, út á fløgu ÚTGÁVA John Johannessen Bandið »Heima«, ið fugl- fjarðarbólkurin »Bros« gav út fyri fimtan árum síðani, er nú komið út á fløgu. Tað er tónleikarin og tingmaðurin Jógvan á Lakj- uni, ið stendur fyri útgáv- uni. Hann sigur, at tað mill- um ár og dag hava verið mong, ið hava biðið hann um at geva væl umtókta bandið út á fløgu. Bandið var ógvuliga væl móttikið, tá tað kom út fyri fimtan árum síðani, og fleiri av løgunum á bandin- um verða enn nógv spæld. Eitt av kendu løgunum er »Summartíðin Gylta«, hjá Øssuri Berghamar. Jógvan á Lakjuni og bróðir hansara, Eyðun á Lakjuni, eiga meginpartin av løgunum á fløguni. Tal- an er um løg til yrkingar hjá Hans Andriasi Djurhuus, Ismari Joensen, Símuni av Skarði, Jacob Hansen og Victor á Lakjuni. Kendastu løgini eru helst »Gakk tú tryggur«, »Móðir mín«, »Tað brenna túsund ljós«, »Summi fólk« og »Sum smádrongur lítil«. Frits Johannesen eigur eisini eitt lag á fløguni, sum genturnar í Fuglfjarðar Gentukóri fyri fimtan árum síðani syngja. Talan er um eina góða fløgu, hóast løgini á henni ikki teljast millum tey á hit- listunum. Eitt dømi um eitt sera gott og vakurt lag á fløguni finst á skering níggju. Hetta er sangurin »Gakk tú tryggur« hjá Hans Andrias Djurhuus, sum Jógvan á Lakjuni hev- ur sett lag til. Føroyar møguliga við í Grand Prix Viðgera víðkanina av ES Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum vera í dag og í morgin við á fundi millum politikarar úr Norðurlondum og Baltalondum um víðkanina av ES Bros út á fløgu C M Y K 7 6