Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 106 - 7. mai 2001 Nr. 106 - 7. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 FISKIVINNUTÍÐINDI Jústinus Leivsson Eidesgaard Tilkmælið um at øll svart- kjaftaveiða eigur at verða steðga komandi ár og at hendan ikki skal takast upp aftur fyrr enn ein ætlan fyriliggur landanna millum um hvussu stovnurin skal umsitast í framtíðini, verða ikki væl móttikin av okkara fiskimálaráðharra, Jørgen Niclasen. Og hann er hart kroystur, tí svartkjaftur er ikki bara svartkjaftur í Føroyum, hann er eisini vekslipening- ur fyri dýru toskakvoturnar, sum føroyingar eina í Bar- entshavinum. Eitt svart- kjaftabann merkir ikki bara, at tað verður eitt sind- ur svangligari hjá nøkrum nótabátum í komandi ári. Tað merkir eisini rakár fyri ein tann mest vinningsgev- andi partin av okkara flota, flakatrolararnir eystanfyri. – Tá ICES sigur, at full- komið bann skal setast fyri at veiða svartkjaft, so verð- ur hetta sagt út frá ynski um at fáa svartkjaftastovnin skjótt uppaftur. Skal stovn- urin koma seinni fyri seg, so ber til at veiða komandi ár eisini. men støðan er álvarslig. ICES mælti til í fjør at veiða 800.000 tons av stovninum, men veiðan er komin upp á 1,4 millión- ir tons. Tað sigur seg sjálvt, at her endar galið og tað verður rættuliga skjótt, at tað ikki longur fer at loysa seg at veiða svartkjaft, tí onki verður at fáa, sigur Jákup Reinert, fiskifrøð- ingur á Fiskirannsóknar- stovuni. Einki bann – Londini, sum umsita svartkjaftastovnin skulu hittast aftur. Seinast vit hitt- ust var ongin semja funnin. Men eg kann siga somikið longu nú, at vit fara ikki at fylgja tilmælinum frá ICES um sat banna allari veiðu av svartkjafti í komandi ári. Tó er tað greitt, at verandi gongd má steðgast, sigur Jørgen Niclasen, fiski- málaráðharri. Støðan hjá svartkjafta- stovninum kann ikki rættu- liga samanberast við støð- una hjá Norðhavssildini seinast í sekstiárunum. Norðhavssildina veit »the grand old man« á fiski- rannsóknastovuni, Hjaltií Jákupstovu, stjóri, alt um. – Eg trúgvi ikki, at tað ber til at oyða svartkjafta- stovnin heilt. Munurin mill- um sild og svartkjafin er, at sildin gongur í stimum, tað vil siga, tú kann eisini kasta eftir tí seinasta stimanum, meðan svartkjafturin kan spjaða seg í sjónum. Tá stovnurin er komin nóg langt niður, so loysir tað seg ikki at royna eftir honum, sigur Hjalti í Jákupstovu. – Og tað er ein katastrofa fyri føroyingar, um stovn- urin gerst so lítil at tað ikki loysir at royna eftir svart- kjafti. Tað hevur stóran týdning fyri føroyingar at uppisjógvastovnarnir eru so stórir sum gjørligt. Hygg bara eftir sildini. Silda- stovnurin er ikki í vanda, men hann er heldur ikki stórur, og tí heldur hann til so norðalaga, at hann ikki kemur í føroyskan sjógv. Sama er galdandi fyri makrelin og eisini svart- kjaftin. Minkar stovnurin ov nógv, so kemur hann als ikki í føroyskan sjógv, sigur Hjalti í Jákupstovu. – Paralellurin millum svartkjaftin í dag og sildina í sekstiárunum er, at á sama hátt sum við sildini, so er ikki reguleraður fiskiskap- ur eftir svartkjafti í dag, sigur Hjalti í Jákupstovu. Onki bann fyri svartkjafti næsta ár Jørgen Niclasen lovar, at bann verður ikki sett fyri svartkjafta- veiðu komandi ár. Mynd: Jens Kr. Vang. Jústinus Leivsson Eidesgaard Hóast veiðutrýstið er ov høgt á høvuðsstovnunum í føroyskum botnfiskiskapi, tað er toskur, upsi og hýsa, og okkara fiskimálaráðharri á tann hátt fær vánaligar karakter frá millumlandastovninum ICES, so er støðan ikki so galin í Føroyum, í mun til okkara grannalond. Lógin um vinnuligan fiskiskap miðjar fram í móti at 33 prosent skulu fiskast av stovnunum á teimum ymisku fiskasløgunum, og hetta heldur ICES er ov mikið yvir fleiri ár, tí tá fær stovnurin ikki tær bestu umstøðurnar at vaksa undir. ICES skýtur upp, at veiðan eftir tosku verður minkað við 25 prosentum komandi ár. ICES heldur, at stovnurin verður troyttur uttanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar, tí at veiðutrýstið er ov høgt. Í løtuni er gýtingarstovnurin hampuliga væl fyri, omanfyri 46.000 tons. Hýsan er illa fyri, hetta kemst av ov stórum veiðutrýsti og at árgangirnir síðan 1995 hava verið smáir. Mælt verður til, at steðga fiskiskapinum av hýsu í komandi ári. Veiðutrýstið á upsa er eisini ov høgt og stovnurin verður troyttur uttanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar. Men gýtingarstovnurin verður mettur at vera hampuliga væl fyri, omanfyri 89.000 tons. Blandaður fiskiskapur Sambart ICES, so er tað ikki bara føroyingum fyri at takka, at gýtingarstovnarnir eru væl fyri sum so. Góðir árgangir eru inni í fiskiskapinum og gróðurin hevur veri góður í sjónum og hetta merkir eisini at fiskurin veksur skjótari. Jørgen Niclasen sigur, at tað ber ikki til at fylgja tilmælunum hjá ICES allan vegin. Eitt nú ber slett ikki til at tosa um eitt hýsubann, tí hýsa og toskur verða veidd hvørt um annað á flestu økjum á landgrunninum og eitt hýsubann gongur hart útyvir línuflotan. Samanborið við Ísland, so stendur væl til við føroysku stovnunum og serliga toskastovinum og her kemur okkara stovnsrøkt okkum til góðar. Tí sjálvt um vit hava ov stórt veiðutrýst, so er tað ikki so stórt sum tað íslendska og við meskavídd upp á heilar 145 millimetrar er næstan ongin smáur fiskur longur í trolinum. Tað er bara húkurin, sum veiðir smáan fisk. Gólvsølan Sjey bátar seldu undir eitt tons um gólvsøluna hjá Fiskamarknaðinum mánadagin Syslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD1148 HELLISBERG SNELLA 43 KG 512 NESHAMAR SNELLA 156 VA 28 ÁLITIÐ SNELLA 303 VA 324 SKARVUR SNELLA 143 VN 125 ÆGIR SNELLA 48 VN 132 TORDIS M/B SNELLA 96 VN 136 SÆVAR SNELLA 39 Vørunavn kilo HÝSA 42 TOSKUR 2 5 TOSKUR 3 202 TOSKUR 4 441 TOSKUR 5 162 UPSI 0 16 Gólvuppboðssølan Stovnarnir betri fyri í Føroyum Jákup Reinert greiddi frá tilmælunum hjá ICES. Mynd J. Kr. Vang Hjalti í Jákupstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni C M Y K 5 4 Fríggjadagin í farnu viku vóru Marjun og hennara fýra børn heimleys og við ongum útlitum til at fáa nakað at búgva í HÚSANEYÐ Turið Kjølbro Marjun Joensen og hennara fýra børn, Maria, Signhard, Gunnvald og Lütje hava fingið tak yvir høvdið. Fríggjadagin í farnu viku vóru tey heimleys og við ongum útlitum til at fáa nakað at búgva í. Í Sosial- inum fríggjadagin greiddi hon frá ræðuligu støðuni hon og børnini vóru í. Sunnumorgunin tíðliga hendi tað ótrúliga. Ein kona ringdi og beyð henni eina íbúð at búgva í. – Eg var málleys. Vildi ikki trúgva, at tað kundi bera til. Hendan konan hevði lisið greinina í blaðnum. Tað vísti seg, at hon hevði eina stóra íbúð, sum ein leigari hevði sagt frá sær. Hon beyð mær hana beinanvegin og eg tók av uttan at kanna, hvussu hon var, sigur ein ógvuliga glað Marjun Joensen, nú vit hitta hana í rúmligu íbúðini í Hoyvík. Marjun og børnini eru akkurát komin inn um dyrnar, tey hava flutt alt kvøldið og part av náttini eisini. Tey fýra børnini hava verið mitt í rokinum og eru ov troytt at fara í skúla og barnagarð hendan mikumorgunin. Veðrið er av tí allarfagrasta og ein vinkona er komin á gátt við nýbakaðum. – Nú sær alt ljósari út. Eldru børnini hjá mær vildu treyðugt flyta úr økinum, har tey hava allar sínar vinir, men skilja nú, at vit hava einki val. Teir vilja heldur flyta til Hoyvíkar enn til Danmarkar, sigur Marjun Joensen. Eingin hjálp Seinastu trý árini hava Marjun og børnini búð í leigaðum húsum á Norð- asta Horni í Havn. Hesi eru nú seld og Marjun hevur ótroyttiliga roynt at útvega onnur hús til fánýtis. Familjan er flutt nógv, men hevur nú fingið lovað at leiga íbúðina í Hoyvík í nógv ár. Heimleys í Tórshavnar kommunu kunnu ikki vænta sær nakra hjálp frá myndugleikunum á stað- num. Í Sosialinum leygar- dagin sigur borgarstjórin, at hann einki fær gjørt, tá ið ein familja stendur á gøtuni við ongum bústaði. Marjun er skelkað av úttalilsunum hjá Jan Christiansen. – Hann frásigur sær alla ábyrgd at útvega hvørjum einstøkum havnarborgara ein bústað. Hann sigur, at so høvdu túsund fólk staðið á gólvinum í býráðnum við einum kravi um ein bústað. Við øðrum orðum kennir hann trupulleikan, men vil ikki gera nakað við hann. Samstundis boðar hann frá øllum útstykkingunum. Hesar hava einki við íbúðarneyðina at gera, tí tað eru ógvuliga nógv fólk, sum hvørki hava ráð at keypa ella byggja hús. Hann arbeiðir bara fyri tey, sum hava hug og ráð at seta seg í stóra skuld, og sær ikki hini, sum bara hava ráð at leiga, sigur Marjun Joen- sen. – Borgarstjórin mótsigur sær sjálvum. Hann kann ikki hjálpa fólki, sum eru húsvill, samstundis sum hann tosar um útstykkingar og íbúðarbygging. Djarvt stig kallar hann tað. Tórs- havnar kommuna stendur ikki einsamøll í hasum byggingunum. Uttan Húsa- lánsgrunnin og onnur høvdu íbúðarbyggingarnar ikki borið til. Neyðin til lívs Marjun Joensen hevur heitt á fólk, sum eru húsvill og ongan bústað vita sær, um at seta seg í samband við seg soleiðis at tey í felag kunnu gera eitthvørt fyri at koma íbúðarneyðini til lívs. Nógv hava sett seg í sam- band við Marjuna og hon ætlar ikki at helma í hóast hon hevur fingið tak yvir høvdið. Fólk eru framvegis vælkomin at seta seg í samband við Marjuna. – Vit fara í gongd at arbeiða við málinum og so hopi eg, at okkurt positivt kemur burturúr, sigur Marjun Joensen at enda. Marjun fingið tak yvir høvdið Marjun og dóttirin Maria avmyndaðar uttan fyri íbúðina í Hoyvík Mynd: Jens Kristian Vang